hósdagur 21. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 137 - 21. juli 2005
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hin stóri skemtarin, ironik-
arin og viðmerkjarin Jóhan í
Kollafirði verður frásøgu-
fólk á stóra pallnum á G!
Festivalinum. Jóhan í Kolla-
firði hevur í fleiri ár verið
virkin innan føroyskar fjøl-
miðlar. Hann var við til at
stovna Atlantic Radio, og
hevur í fleiri tíðarskeið
starvast á Rás 2.
Hann er eitt tónlistarligt
flogvit, og hevur gjørt fleiri
hittløg, t.d. "Í Kollafirði er
ikki so galið" og "Eg sá ein
mann í Hirtshals" Jóhan var
í fleiri ár ímyndin av Prix
Føroyum, sum speirekandi
vertur við Elvis hári og
jakka í teim regluligu Prix
sjónvarpssendingunum.
Tá Jóhan í Kollafirði setti
á stovn nýggjan politiskan
flokk, og førdi seg fram á sín
sermerkta hátt undir seinasta
valstríði, noyddust flest øll at
taka eina støðu til Jóhan.
Hin
Stuttligi
Flokkurin
hevði óvanliga stevnuskrá
og markmið. Men um ein so
var fyri ella ímóti, kundi ein
undir tó øllum umstøðum
staðfesta, at Hin Stuttligi
Flokkurin var eitt bæði frísk-
ligt og forkunnugt ískoyti til
politiska kjakið. Jóhan í
Kollafirði megnaði fleiri
ferðir at prika við vanliga
fatan, og seta tingini í pers-
pektiv. Júst eins og ísspeg-
ilin, ið fjákaði frammanfyri
kongi í gomlum døgum.
Á G! verður Jóhan í
Kollafirði frásøgufólk og
ísspegil, ikki fyri mætum
kongum, men tó; á palli
saman við mætum tón-
leikanøvnum! Jóhan fer at
seta orð, hugløg og andlit á
tað, ið fyriferst á pallinum.
Tað er sostatt ein heilt
serstøk uppliving, ið bíðar
festivalgestunum.
Á G! er ikki so galið
G! aktuellir bólkar hava
seinastu nógvu vikurnar átt
toppin á almenna føroyska
hittlistanum 15 tær bestu.
Hetta var enn einaferð støð-
an í sendingini leygardagin,
tá tað var almannakunn-
gjørt, at bólkar, sum skulu
spæla á G!, eiga 1., 2., 3. og
5. plássið á listanum!
Umframt hetta var eitt
nýtt G! aktuelt lag var
eykalag, soleiðis at møgu-
leiki nú er fyri at nr 1,2,3,4,
og 5 eru bólkar, sum skulu
spæla til sama tiltak í
vikuskiftinum. Bólkarnir
talan er um, eru:
Nr 1 - 200 við Muscleman
Blað
Nr 2 - Makrel við Forever
and Beyond
Nr 3 - Nephew við En
Wannabe Darth Vader
Nr 5 - Europe við Hero
og dance/techno finnarnir
Beats
&
Styles
við
eykalagnum "Dynamite"
sum ivaleyst verður eitt av
løgunum sum Beats &
Styles spæla á Gøtusandi.
nud
G! eigur toppin á 15 teimum bestu
Útvarp Føroya
sendir frá G!
Útvarp Føroya hevur brynja
seg út til G!, og fer at senda
bæði fríggjadag og leygardag
av festivalinum. Talan er um
tveir tímar fríggjadag, og frá kl.
19.00 leygarkvøld til eina enn
ikki kunngjørda klokkutíð.
Seinnapartin fríggjadagin
fer sendingin Summarleiðin
at senda frá festivaløkinum
frá klokkan 14:00 til 16:00. Í
sendingini verður prátað við
fyrireikarar, samskiparar, um-
framt onnur, sum hava við
festivalin og festivalfyrireik-
ingina at gera. Vertirnir verða
Øssur Egholm, Kári Sólstein
og Elis Poulsen.
Leygarkvøldið fer útvarpið
at senda frá klokkan 19:00 og
út á kvøldið beinleiðis frá G!
Festival. Í sendingini verður
prátað við tónleikarar, gestir,
og beinleiðis tónleikur av ti
stóra pallinum verður eisini at
hoyra. Tað verða Elin í Stóru-
stovu og Øssur Egholm, ið
skipa fyri tí sendingini. nud