Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 21. juli 2005 5 – Alt tos um olju- stuðul til fiskiflotan elvir bara til, at ein tillaging av flotanum verður seinkað og tí má tað ikki koma upp á tal, sigur formaður- in í Búskaparráðnum OLJUSTUÐUL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Politikarar eiga undir ongum støðum at lata fiski- skipunum studning fyri tað at oljan er vorðin so dýr. Tað heldur Johnny í Grótinum, formaður í Bú- skaparráðunum. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um støðuna, nú møguleikin er gloppaður fyri at lata fiskiflotanum stuðul úr landskassanum, nú oljan er søguliga dýr. Nú oljan er so dýr, hava bæði fólk í vinnuni, ein bú- skaparfrøðingur og politik- arar nevnt møguleikan fyri at at lata skipini fáa olju- stuðul, um ikki nú, so seinni í ár fyri at vit kunnu hava tey í drift. Men hetta er ein tanki, sum formaðurin í Búskap- arráðnum staðiliga ávarar ímóti. – Skipini eiga ikki undir nøkrum umstøðum at fáa oljustuðul. Seinkar eini tillaging Hann sigur, at studningur fer ikki at føra annað við sær enn tað, at ein tillaging av fiskiflotanum verður seinkað óneyðuga leingi. – Men tað mest vanda- mikla av øllum er, at hurðin er sett upp á glopp fyri at spurningurin um studning kann verða tikin upp til við- gerðar seinni. – Politikarar eiga at gera vinnuni púra greitt longu nú, at hon fær ikki olju- studning, tí so má hon longu nú undir at laga seg til ein rakstur, sum ikki krevur so nógva olju, ella soleiðis at skipini á annan hátt bera seg. Formaðurin í Búskapar- ráðnum sigur, at tað ein- asta, vit fáa burturúr at seta studningshurðina á glopp, er, at vinnan setir seg at bíða til studningurin kemur, ístaðin fyri at brúka kreft- irnar uppá at laga seg til tær nýggju umstøðurnar. Tí tað er nevniliga tað, sum Johnny í Grótinum heldur er einasti møguleiki: At vinnan lagar seg til at oljan er dýr. Er talan um eitt sveiggj í oljuprísinum og at hann lækkar aftur, loysir trupul- leikin seg sjálvur, tí so kunnu skipini liggja, ella rekast við halli í eina tíð, til prísurin aftur er lækkaður. Men er talan um at prísirnir sum heild eru hækkaðir fyri at vera, er onki hjá vinnuni at gera enn at laga seg til tær nýggju umstøðurnar. – Hetta eigur at vera treytirnar hjá vinnuni og tað má hon laga seg til. Men við at lata møgu- leikan fyri studningi standa opnan, taka politikarar samstundis initiativið frá vinnuni at laga seg til nýggju umstøðurnar og tað er óheppið. Flotin má sleppa at umstilla seg Hinvegin heldur hann, at tað er mangt sum talar fyri, at oljuprísurin verður ver- andi høgur. – Tá ið oljukreppan var í sjeytiárunum, var tað tí at OPEC londini skerdi fram- leiðsluna fyri at tvinga prís- in upp og tað skapti eisini kreppur. – Hinvegin er orsøkin til at oljan nú er so dýr, tann, at eftirspurningur eftir olju er vaksin so nógv, at fram- leiðslan ikki klárar at fylgja við. Tí er oljan vorðin so dýr og tey eru mong sum meta, at hetta er komið fyri at vera. – Ein uppgerð vísir, at orkunýtslan í heiminum vaks 6% í fjør og tað er nógv. Hinvegin er orku- nýtslan bara í Kina vaksin eini 15% í fjør. Tí klárar framleiðslan ikki at fylgja við og sostatt fara prísirnir upp. Johnny í Grótinum sigur, at eru oljuprísirnir farnir upp fyri at vera, má tann parturin í flotanum leggj- ast, sum ikki klárar seg við tí høga prísinum. – Afturfyri kann so tann parturin av flotanum, sum ikki er so orkukrevjandi, vinna fram. Men hann heldur, at tað er ein fortreyt fyri, at flotin kann sleppa at laga seg til, so at hann verður so vinnu- førur sum gjørligt, og tað er, at okkara fiskivinnu- regulering verður gjørd meira handilslig, soleiðis at fiskirættindini vera meira umsetilig – eisini millum ymsu skipabólkarnar. Á tann sleppur flottin frítt at umstilla seg til tað, sum kastar mest av sær við at teir bátarnir, sum standa seg best, keypa loyvini hjá hinum, sum ikki standa seg. – Tað er onki, sum talar fyri, at ein partur av flotan- um skal rekast víðari við halli. Johnny í Grótinum er greiður yvir, at støðan hjá flotanum hevur stóra ávirk- an á støðuna hjá fiskivinn- uni á landi, men hann heldur ikki, at tað kann brúkast sum grundgeving fyri at lata skipini fáa olju- studning. Tí eisini hendan vinna má tillaga seg broyttu umstøðurnar. Hann sigur eisini, at spurningurin er eisini, hvussu ein slíkur studn- ingur skuldi verðið veittur. – Skulu øll skip fáa stuð- ul yvir ein kamb? Og hví er tað einans fiskiflotin, ið verður umrøddur? Hvussu við øllum øðrum virksemi, ið verður rakt av dýrkandi oljuni? Skal stuðulin verða tengdur at oljuprísinum aleina, hvat hendir so, um oljuprísurin næstan tvífald- ast, sum onkrar metingar siga? Johnny í Grótinum vísir soleiðis eisini á, at politik- arar kunnu neyvan vita nakað um, hvønn veg olju- prísurin fer og tí hava teir heldur onki haldgott grundarlag at byggja ein oljustudningspolitikk á. – Tá ið MRCC støðin varð yvirtikin, varð tað so væl fyrireikað sum gjørligt, men frágreiðingin frá norsk Veritas kundi bent á, at tað ikki er fylgt nóg væl upp, heldur Jørgen Niclasen MRCC Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Yvirtøkan av MRCC støðini varð so væl fyri- reikað sum tilbar. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá ið MRCC varð yvirtikið 1. apríl í 2002. Nú Norsk Veritas hevur kannað leiklutin hjá MRCC í sambandi við at Jøkulfell gekk burtur, eru fleiri við- urskifti nevnd, har tørvur er á ábótum. Eitt nú manglar bæði tilbúgving, venjingar og greiðar mannagongdir, eins og samskifti ikki er nóg greitt. Men Jørgen Niclasen heldur fast um, at orsøkin til hesi brek liggja ikki í, at yvirtøkan varð ov illa fyri- reikað. – Tað bar illa til at fyri- reika tað betri, sigur hann. Fyrireikaðu so væl sum tilbar Hann heldur annars, at tað er undraligt, at tað er ikki fyrrenn nú, MRCC er yvir- tikin, at spurnartekin verða sett við dygdina í tænast- uni, men øll tey árini, støð- in var á donskum hernaðar- ligum hondum, spurdi ong- in um nakað. Tað sama gjørdi seg galdandi við skipaeftirlitinum. – Hvussu støðin virkaði á donnskum hondum, vita vit onki um, tí tað varð her- valdið sum umsat hana og tað var lukkað land, so hað- ani fingu vit onki at vita. Men tað, at spurnartekin verða sett við virksemið á støðini, ger bara tað, at tænastan batnar og tí var tað avbera gott, at vit yvir- tóku MRCC, heldur gamli landsstýrismaðurin. Hann sigur, at tá ið støðin varð yvirtikin, var uppá tal, at oljuvinnan ikki vildi góðkenna støðina, sum hon var á donskum hondum og at oljutilbúgvingin tískil skuldi vera í Skotlandi. – Men í sambandi við yvirtøkuna, fingu vit ein enskan ráðgevara og eftir drúgvar venjingar og fyri- reikingar annars, góðtók oljuvinnan støðina. Jørgen Niclasen sigur, at tað varð alstórur dentur lagdur á at fáa støðina at virka so væl sum gjørligt. Av tí sama var støðin løgd í sama húsi sum Tórshavnar Radio, sum nógv samskifti var við og báðir stovnarnir vóru lagdir saman fyri at tryggja eitt nágreiniligt samskifti ímillum báðar partar. Samstundis varð tilbúgv- ingin fyri Føroyar flutt úr Fiskimálaráðnum og løgd í sama bygningfyri at tryggja so gott samskifti og sam- band, sum tilbar. – Tí tykist tað løgið, at Norsk Veritas skal koma til ta niðurstøðu, at tað knípur við samskiftinum ímillum teir ymsu partarnar. Alarmsentralurin og MRCC leggjast saman Jørgen Niclasen heldur kortini, at eftir frágreiðing- ini frá Norsk Veritas at døma kundi okkurt bent á, at tað er ikki fylgt nóg væl upp síðani, uttan at hann hevur so nógv at hava tað í. Men hann heldur, at vit eiga nú at umhugsa at lata óheftar stovnar meta um okkara MRCC støð við jøvnum millumbili fyri at tryggja eitt so høgt støði, sum gjørligt. – MRCC støðin eigur at verða send til próvtøku við jøvnum millumbili. Tað er í hvussu so eitt úrslit, sum eigur at koma burturúr hes- ari kanningini. Hann ivast ikki í, at MRCC støðin hevur venjingar, men hann heldur eisini at tann parturin eigur at raðfestast hægri. Norsk Veritas vísir eisini á, at av tí at virksemið hjá MRCC støðini í Føroyum ikki er so stórt, sum á líkn- andi støðum í øðrum lond- um, setir tað økt krøv til at venjingar. Jørgen Niclasen vísir eis- ini á, at hann hevur fyrr skotið upp at leggja Alarm- sentralin hjá løgregluni og MRCC støðina saman fyri at gera fólki meiri vant at arbeiða við slíkum uppgáv- um, men tað fekst ikki undirtøka fyri tí tá. – Vit eru so lítið øki at eg veit ikki um tað er rætt at hava eina MRCC støð fyri sjóøkið og eina aðra – Alarmsentralin – fyri land- økið. – Eftir tí, sum nú er hent, eri eg farin at ivast í, um tað kortini ikki er tað einasta rætta at leggja Alarm- sentralin og MRCC saman, eisini tá ið vit hava tað í huga, hvussu Alarmsentral- urin er kritiseraður seinastu tíðina. Tí heldur Jørgen Nicla- sen, at eisini tað er ein spurningur, sum nú eigur at verða tikin upp fyri at menna bjargingararbeiðið, bæði á sjógvi og landi. Politikarar mugu sleppa øllum ætlanum um oljustudning til skipini – Politikarar eiga ikki at forða fiskiflotanum í at laga seg til nýggjar umstøður við at tosa um oljustuðul, sigur formaðurin í Búskaparráðnum MRCC: Vit fyrireikaðu okkum so væl sum gjørligt – Tað er neyðugt, at MRCC støðin fer til próvtøku hjá óheftum stovnum við jøvnum millumbilum og vit eiga eisini at umhugsa at leggja Alarmsentralin og MRCC støðina í sama stovn, sigur Jørgen Niclasen, sum var landsstýrismaður, tá ið MRCC varð yvirtikið