hósdagur 21. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 137 - 21. juli 2005
Hví tortur á G! Festivalinum?
Hví skal eitt tortur-
kamar verða á G!
Festivalinum? Margr-
etha Nónklett frá Am-
nesty svarar
TORTUR Á G!
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
- Torturkamarið passar væl
til konseptið hjá G!, sum
appelerar breitt, sigur Mar-
gretha Nónklett, samskip-
ari á føroyadeildini hjá Am-
nesty International.
Hon dylir ikki fyri, at
Amnesty International vil
fegin raka ein so breiðan
málbólk sum gjørligt.
- Vit hava fyrst og fremst
hugsa um, hvar nógv ung
fólk koma saman. Her er G!
Festivalurin eitt upplagt
stað at hava eitt torturkam-
ar. Vit trúgva, at við at
venda okkum til henda
málbólk upp á ein øðrvísi
hátt, so kunnu vit gera tey
ungu meira tilvitaði um
mannarættindi, sigur Mar-
gretha Nónklett.
Provokerandi
Men kann tað ikki kennast
stoytandi hjá fólki at síggja
eitt torturkamar á einum
tónleikafestivali?
- List má gjarna provok-
era, og tað verður ikki bein-
leiðis hugnaligt hjá fólki at
koma inn í torturkamarið.
Hetta er meira fyri at skapa
eina tilvitsku um tortur.
Fólk eiga at verða tilvitaði
um ta píning, sum fer fram
kring allan heim, sigur
Margretha Nónklett.
Margretha
Nónklett
sigur, at sjálvt um vit búgva
í Føroyum, so hava vit eina
altjóða ábyrgd. Hon sigur,
at vit mugu geva okkum far
um, hvat vit kunnu gera fyri
henda heim.
Góðtaka tortur
- Tað er eitt rák kring heim-
in júst nú, har tað verður
alsamt meira legaliserað at
brúka tortur. Tað kunnu vit
ikki liva við sum einstak-
lingar. Vit hava ábyrgd fyri
tí altjóða samfelagnum, og
vit eiga at tryggja rættind-
ini hjá øllum kring heimin,
ikki bert hjá okkum sjálv-
um, sigur Margretha Nón-
klett.
Tað kann tykjast sum ein
møtimikil uppgáva at beina
burtur allan tortur kring
heimin, men Margretha
Nónklett sigur, at tað er
týdningarmikið fyri Am-
nesty at vísa, at tað er vón
fyri framman.
- Og tað er her, at tor-
turkamarið kemur inn á tí
reint súmbolska planinum.
Vit varpa ljós á trupulleik-
an og vísa á, at tað ber til at
gera nakað við støðuna,
sigur Margretha Nónklett,
samskipari á føroyadeildini
hjá Amnesty International.
G! Festivalurin byrjar í dag,
hósdagin. Torturkamarið
verður í Køstinum á festi-
valøkinum.
Týsdagin lógu
Christian í Grótinum
og Norðborg lið um
lið á Kollafirði. Teir
partrola eftir sild,
sum verður virkað
umborð á Norðborg.
Kollafjord Pelagic
hevur eisini fingið
eina minni nøgd av
norðhavssild
NORÐHAVSSILD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin, tá ið Sosialurin
koyrdi fram við Kollafirði,
var líkt til, at føroyska fiski-
vinnusamfelagið var endað í
einum rættiligum sildaroki.
Vit høvdu frammanund-
an skilt, at okkara stóru pel-
agisku skip høvdu borið við
stóra og góða norðhavssild
í føroyskum sjógvi norðan-
fyri.
Á Kollafirði lógu tvey
skip – lið um lið - úti á red-
uni, og vit ivaðust onga løtu
í, at tey bíðaðu eftir landing-
artørni, samstundis sum tey
á Kollafjord Pelagic strídd-
ust við at arbeiða undan.
Men hetta var kortini ikki
veruliga søgan, tá ið saman
um kom.
Rætt er tó, at skipini hava
fingið stóra og góða norð-
havssild seinastu dagarnar,
men tað er ikki Kollafjord
Pelagic, sum higartil hevur
fingið tað nógva burtur úr
sildini.
70 tons í land
Jákup Oluf Hansen, virkis-
leiðari á virkinum í Kolla-
firði, sigur, at tey keyptu
eini 70 tons av norðhavssild
frá Christiani í Grótinum
týsdagin.
Hann sigur, at sildin er
bæði stór og feit, og hóast
hetta er tíðin, tá ið hon kann
vera fongd við nógvari æti
og soleiðis blotnar skjótt, er
ikki líkt til, at hetta er nakar
trupulleiki sum er.
Jákup Oluf er nýggjur
virkisleiðari
á
Kollafjord
Pelagic. Hann hevur bert verið í
hesum starvi einar 14 dagar.
- Tey 70 tonsini, vit
keyptu frá Christiani í
Grótinum, er fyrsta sildin,
vit hava fryst, síðan eg kom
á virkið at arbeiða.
Spurdur, hví Christian í
Grótinum og Norðborg lógu
úti á reduni í Kollafirði týs-
dagin, heldur Jákup Oluf, at
Christian í Grótinum hevur
pumpaði sild yvir í Norð-
borg, sum síðan flakasker
og frystir sildina til matna.
- Sum eg havi skilt, hevur
sildin higartil ikki staðið so
tøtt, og tí hava skipini par-
trolað eftir henni.
Meðan, vit práta, sigur
hann, at tað eru aðrir, sum
vita nógv meira um hetta at
siga enn hann.
Sum skilst, eru Finnur
Fríði og Tróndur í Gøtu
eisini farnir at partrola eftir
norðhavssild.
Jákup Oluf vísir á, at
sildin, sum Kollafjord Pel-
agic keypir og frystir, helst
ikki skal vera meira enn
einar 2-3 dagar gomul.
Gulllaksur
Síðan hann tók við starvin-
um sum virkisleiðari í
Kollafirði, hevur virkið
fryst nakað av gulllaksi.
- Tvey pør eru á gull-
laksaveiði, vestmannaparið
og
leirvíksparið,
harav
Stjørnan og Polarhav leggja
at kalla alla veiðina upp í
Kollafirði.
Jákup Oluf sigur, at
Kollafjord Pelagic frystir
ein part av hesum fiski, men
virkið keypir ikki veiðina
hjá skipunum sum er.
- Tað arbeiði, sum vit
gera á virkinum, er fyri
reiðaríini, sum eiga skipini
Á virkinum hjá Kolla-
fjord Pelagic kunnu tey
frysta eini 300-400 tons av
ráfiski um samdøgnið.
Spurdur, hvat hann ann-
ars væntar av norðhavs-
sildini, sigur virkisleiðarin,
at tað dugir hann illa at
meta um beint nú.
- Eg haldi, at hetta er
fyrsta nøgdin av sild, sum
vit hava fingið hendan
mánaðin. Skipini hava ikki
fingið nakað serligt fyrr
enn nú, men sum eg skilji,
plagar sesongin at taka seg
upp eftir ólavsøku, sigur
Jákup Oluf Hansen.
Pelagisk skip partrola eftir norðhavssild
Millum tey elstu
og bestu
Føroyadeildin hjá Am-
nesty hevur yvir 1.000
limir. Hetta svarar til
meira enn 2 % av fólka-
talinum í Føroyum, og
harvið er føroyadeildin
hjá Amnesty millum tær
lutfalsligu størstu deild-
irnar hjá Amnesty. Før-
oyadeildin hjá Amnesty
er eisini millum tær elstu
lokaldeildirnar hjá Am-
nesty.Føroyadeildin fyllir
40 ár í ár. Altjóða deildin
varð sett á stovn í 1961,
og longu í 1965 sá før-
oyadeildin hjá Amnesty
dagsins ljós.
FAKTA UM AMNESTY
Inni í torturkamarinum verða hyllar við stearinljósum, har einstaklingar kunnu birta eitt ljós fyri niðurundirkomnum tortur-
offrum. Tað er Ole Wich, danskur listamaður, sum hevur gjørt torturkamarið fyri Amnesty
Mynd: Amnesty International
Amnesty International er ein heimsumfatandi
felagsskapur, ið arbeiðir fyri at alheims viðurkendu
mannarættindini verða vird og vard.Hugsjónin hjá
Amnesty International er ein heimur, har hvørt
einstakt menniskja fær gagn av øllum teimum
rættindum, sum eru ásett í Heimsyvirlýsingini um
Mannarættindi hjá ST og øðrum altjóða manna-
rættindareglum. Hesi rættindi eru m.a. rætturin til
kropsligt og sálarligt sjálvræði, samvitsku- og talu-
frælsi og frælsi frá mismuni.
Kelda: Amnesty International