Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 21. juli 2005 7 Koyra bil sum aldrin áður Saman við skótum úr t.d. Indien, USA og mongum øðrum londum, eru skótar úr Kvívík og Runavík við á stóru Guldborg- sundleguni í hesum døgum. Í dag verður serstakur H.C.Ander- sen-dagur SKÓTALEGA Á leguni eru einir 15.000 skótar savnaðir saman í eina viku. Skótarnir eru úr 22 ymiskum londum. Legan er býtt upp í økir, og her búgva teir føroysku skótarnir á einum øki, ið kallast Mangfoldigheden. Føroysku skótarnir fóru úr Føroyum mánadagin í farnu viku. Fyrst vóru teir í Keypmannahavn í tvær nætur, og síðani vitjaðu teir skótabólkin Herlufsholm í Næstved í tríggjar dagar. Gestablídnið var stórt, og skótarnir royndu m.a. at rógva við kano, høvdu postarenning og vóru á strondini á Enø. Tá so Guldborgsundleg- an byrjaði tann 16. juli var farið hagar. Sjálv legan endar sunnukvøldið, tá teir eisini flúgva heim aftur. - Vit hava tað fínt, og vit hava havt gott veður, fyri tað mesta sól – tó hevur okkurt ælið verið, siga teir føroysku skótarnir. Skótarnir hava higartil tykist við ymiskt virksemi, ið hoyrir slíkari legu til. Teir hava pionerað, bæði borð og sofu, sum er sera væl umtókt av bæði stórum og smáum, eldri sum ungum. Ungdómsskótarnir hava eisini verið á náttarhike, og teir yngru hava roynt seg á veiðuferð, og hava bygt rísbátar, eins og teir vitjaðu eitt ævintýrland. Nógv mørk skulu flytast, millum annað at fara undir ísakalda brúsu og at sova í telti hvørja nátt. Men hetta dámar teimum stak væl. - Vit kundu í roynd og veru hugsað okkum at verið á leguna eina viku aftrat, siga teir. Hóast hækkandi bensinprísir, so er lítið sum bendir á, at føroyingar gevast at koyra í bili KOYRING Snorri Brend Landsvegir: Ein uppgerð frá Landsverki vísir nevni- liga, at í fjør koyrdu føroy- ingar í 202 mió. kilometrar á landsvegum okkara. Hetta er ein hækking uppá 2 mió. km. í mun til árið fyri. Um hugt verður 10 ár aftur í tíðina, so er talið av koyrdum kilometrum nærum tvífaldað. Í 1995 vórðu koyrdir um 120 mió. km., og síðani hevur talið bara hækkað ár eftir ár. Fleiri akfør Yvirlitið frá Landsverki vísir eisini hvussu nógv verður koyrt á teimum størru oyggjunum í Før- oyum. Ikki óvæntað verður mest koyrt í Streymoynni og næstmest í Eysturoynni. Síðani koma Suðuroy, Vágar, Borðoy og Sandoy. Hesir koyrdu kilometrarnir skulu eisini síggjast aftur í økta talinum av akførum. Við ársbyrjan vóru nevni- liga 25.248 akfør í Før- oyum. Í fjør vórðu 1.764 nýggj motorakfør skrásett. Upplýst verður, at til hvørt motorakfarið vóru 1,9 fólk og til hvønn persónbil vóru 2,8 fólk. Økt tal av bilum sæst aftur í øktum tali av koyrdum kilometrum. Í fjør vórðu koyrdir omanfyri 200 mió. km. á føroysku landsvegunum Savnsmynd Føroyingar á margfaldari skótalegu Guldborg- sundlejren Upplýsingar um leguna finnast á heimasíðuni www.spejdernet.dk. Her ber eisini til at finna nógvar og góðar myndir. Økið hjá før- oysku skótunum kallast Mangfoldigheden. Skótarnir mugu duga mangt og hvat – eisini at gera ymiskt burtur úr træi og snóri. Her er ein av teimum 15.000 skótunum í ferð við at gera eitt cirkus Fáir fiski- dagar hjá útlend- ingum Fiskivinna: Í juni mánaði brúktu ES-skip einans 177 fiskidagar og onnur lond 509 í før- oyskum sjóøki. Flestu fiskidagarnar eiga ikki óvæntað skip úr Russlandi, meðan ís- lendsk skip eisini hava fiskað nógv í okkara øki. Íalt hava hesi fiskiførini veitt 58.400 tons, harav svartkjafturin eigur bróð- urpartin, nevniliga 54.400 tons. Av hesum hava íslendsk skip veitt 36.000 tons og russisk 18.300 tons. Annars vísir yvirlitið, at eingi skip úr Hollandi, Týsklandi, Estlandi ella Japan hava verið í før- oyskum sjóøki í farna mánaði. Útlendsku skipini, ið veitt hava í okkara sjóøki í farna mánaði vóru hin- vegin úr Danmark, Bret- landi, Fraklandi, Noregi, Russlandi, Grønlandi og Íslandi. sb. Klaksvík: Eftir at trupul- leikar hava verið við vatn- veitingini til virkini á havnaøkinum í býnum, hevur kommunan nú tikið stig til at skifta vatnleiðing- arnar har. Hetta arbeiðið væntast at verða liðugt í komandi viku. Í eina tíð hava virkini á havnaøkinum, bæði á vest- ur- og eystursíðuni, havt trupulleikar av kommunalu vatnveitingini, serstakliga tá øll virkini arbeiða sam- stundis. - Málið er tí kannað, og varð komið fram til, at gamla 6-tumma stoypijarns- leiðingin oman fyri Kósa- virkið, var við at tippast, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu. Tiptist leiðingin av álv- ara, so fór hetta at fáa álvar- samar fylgjur fyri ídnaðin á økinum. Tí varð gjørt av at skifta alla ta gomlu stoypijarnsleiðingina út við eina plastleiðing, sum er einar 200 metrar til longd- ar, og við enum tvørmáli uppá 160 millimetrar. Í sama viðfangi verður ein nýggjur brandpostur uppsettur. sb. Nýggj vatnleiðing til virkini Nú skal skil fáast á kommunalu vatnveitingina til virkini í Klaksvík