Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Barbara er sýnd fyri síðstu ferð, men Niels Malmros kann ikki sleppa Føroyum. Eitt næstan óveruligt forvitni er á honum, tá tað umræður Føroyar SAMRØÐA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vit hava øll lisið greinina áður. Ein dani ella annar útlendingur, sum elskar at vera í Føroyum og rósar hesum vøkru oyggjum upp um skýggja. Ì Føroyum er so deiligt, so vakurt og fólk eru so óalmindiliga fitt. Jú, soleiðis er hesin eisini. Deiligt, deiligt, deiligt. Men tað er nakað meira við Niels Malmros. Tú bæði kennir tað, tá hann tosar, og hoyrir tað á honum; hvussu ótrúliga nógv Føroyar hava at siga fyri hann. Hesin brennandi áhugin fyri øllum føroysk- um. Hendan gleðin við at sýna Føroyar fram. Hetta er eingin vanligur ferðamað- ur, sum situr yvir av okkum í føroyskari ull. Allur hans- ara kroppur verður nýttur til at greiða frá og øll hans- ara positiva útstráling sveimar í luftini, tá hann greiðir frá um túrarnar og upplivingarnar í Føroyum. Tað er eingin ivi, at hetta kemur langt innanúr. Eitt heilt óveruligt forvitni er á honum. Ein hugur at lata Føroyar upp fyri fólki, ið tú ikki finnur betri hjá nøkrum øðrum. Á ferð Ókey. Hann er kanska heldur ikki heimsins størsta nýggjheit. Hann er jú øgili- ga ofta í Føroyum. Faktiskt hvørt einasta ár. Og aftur næsta ár. Men hann kemur ongantíð einsamallur til Føroya. Í alt hevur hann havt sjeyhundrað fólk við sær til Føroya, síðani film- urin um Barbaru varð frumsýndur í 1997. - Vit fóru tann fyrsta túrin í 1998, og síðani hevur tað bara vundið upp á seg. Tað er bæði við danska lækna- felagnum, við vinfólki og við øðrum, sigur Niels Malmros. Vit hava fangað hann og ferðalagið umborð á Norð- lýsinum síðsta dagin á vitjanini hesuferð. Danski filmsleikstjórin eigur nógv- ar vinir og nógva virðing í Føroyum fyri filmin um Barbaru. Miðskeiðis í níti- árunum var í hann heilum Føroyum í sambandi við fyrireikingar og upptøkur- nar av filminum um Barbaru. Ferðirnar seinnu árini eru sum oftast fimm dagar. Tey hyggja eitt sindur skeivt at hvørjum øðrum, tá spurt verður um, hví vitjanin í Føroyum júst skal skal vera í fimm dagar. Soleiðis hevur tað bara lagað seg. Fyrstu túrarnir vórðu fyriskipaðir í samstarvi við Berlingske Tidende, har Niels Malmros var ferða- leiðari. Men nú er hann ikki so nógv fyri at verða kallaður fyri ferðaleiðari. - Eg eri bara tann ferðandi, sum sigur hinum, hvar vit fara og hvat vit skulu gera, sigur Niels Malmros og fólkini rundanum flenna í kíki.. Tað eru tó nakrir rættiliga hendingaríkir dagar, ið ferðaløgini gera sær í Føroyum. Mykines er eitt "must", sum tey siga. Men tað heitasta nýggjasta eru níggju tímar langir gongu- túrar í Eysturoynni. - Tað eydnast eisini hvørja ferð við væl við veðrinum. Tað er sama vika á hvørjum ári, og tað vísir seg at vera mjørki í Havn og sól í Saksun, sigur Niels Malmros. Vit skulu ikki fara so langt sum at siga, at hann vísir Føroyar fram sum sítt egna land, men Føroyar hava nakað heilt serligt at siga fyri danska filmsleik- stjóran. Hann kann ikki fáa nóg mikið av Føroyum. Nýggjan film Men hóast nógvir føroying- ar høvdu ynskt sær aftur at kunna uppliva ein film um 8 Nr. 137 - 21. juli 2005 Birgir Enni, Niels Malmros og Jens Astrup umborð á Norðlýsinum. Mynd: Heri á Rógvi Malmros hevur hálað 700 fólk