hósdagur 21. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
føroysk
viðurskifti,
so
mugu vit bíða eitt sindur
longri til aftur at síggja
føroyskan film á stóra
skíggjanum.
Hann
fer
nevniliga at snúgva seg um
tíðina, tá Niels sjálvur gekk
á studentaskúla.
- Filmurin verður tikin
upp eftir trimum árum, og
ein útgáva av mær verður
eitt slag av høvuðspersóni,
sigur Niels Malmros.
Filmurin fær væntandi
heitið Kærestesorger og
verður frumsýndur í seinnu
helvt av 2008. Filmurin er
fluttur til Viborg, hóast
hann átti at gingið fyri seg í
Århus, har Niels gekk á
studentaskúla árini 1960 til
1963.
Hesin filmurin er eitt
framhald av Kundskabens
Træ, sum varð frumsýndur
í 1982. Tann filmurin snýr
seg um tíðina hjá Niels
Malmros sum næmingur á
Århus Katedralskole. Tann
filmurin snýr seg í stóran
mun um broytingin frá at
vera barn til at gerast
vaksin. Niels Malmros
hevur eisini gjørt aðrar
filmar, ið eru bygdir á
egnar endurminningar.
Men hví skulu vit aftur
nú síggja enn ein film við
støði í tínum lívi?
- Eg vil so fegin siga
søguna um kærleikan. Eg
mangli at fortelja um
kærleikan. Tað verður tað,
ið hesin filmurin fer at
snúgva seg um, sigur Niels
Malmros.
Vit kunnu tískil vænta
okkum innlit í, hvussu tað
var at vera tannáringur og
forelskaður í sekstiárunum.
Niels Malmros lovar, at
filmurin fer at líkjast
hansara undanfarnu, og tað
á ongan hátt verður nakar
lættisoppur filmur, hann
fer at frumsýna í 2008.
- Fíggingin er júst komin
upp á pláss. Vit fara undir
upptøkurnar í heyst, sigur
Niels Malmros.
Tað eru millum annað
danski
staturin
og
Danmarks Radio, ið hava
verið við til at fíggja
umfatandi
verkætlanina.
Eftir ætlan verður samlaði
kostnaðurin
einar
27
milliónir krónur. Tað eru tó
góðar
tíggju
milliónir
bíligari enn Barbara.
Fann sannleikan
Við á hesari seinastu ferð-
ini er Jens Astrup, ið hesa
løtuna situr undir hvørjum
øðrum yvirav vinnimanni-
num. Hann er ein av
teimum fáu, sum aftur og
aftur
eru
at
finna
í
ferðalagnum
hjá
Niels
Malmros. Jens Alstrup
hevur til fyri kortum røkt
starvið, ið pápi Niels
Malmros, Richard, røkti
sum skurðlækni.
Tað var eisini Richard
Malmros,
ið
gjørdist
høvuðspersónur í seinasta
filminum hjá Niels Malm-
ros, At kenda sandheden.
Filmurin fekk ovurhonds
Nr. 137 - 21. juli 2005
9
Fjarhitafelagið nýtir
ikki olju at fram-
leiða fjarhita.
Kortini skulu
brúkararnir rinda
nógv meira fyri
fjarhitan
NÝTSLA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Ikki dýrari enn oljufýr.
Men ikki bíligari heldur.
Tað tykist at vera boðskap-
urin frá Fjarhitafelagið.
Felagið, ið veitir umhvør-
visvinarligan hita til hús í
Hoyvík og á Sandvíkar-
hjalla, frá kommunalu
brennistøðini.
Orkufelagið hjá Tórs-
havnar kommunu og SEV
hevur sent sínum kundum
boð um, at kostnaðurin
fyri fjarhitan hækkar við
25%. Tað er ein meir-
kostnaður
fyri
2.928
krónur fyri eitt miðal
vanligt húsahald árliga,
verður upplýst av skriv-
stovuni hjá Fjarhitafelag-
num. Felagið hevur 550
húsarhald sum kundar.
- Tað er politikkurin hjá
okkum, at prísurin á
fjarhita skal vera á somu
legu sum oljuprísurin. Tá
oljuprísurin hækkar, so
hækkar prísurin á fjarhita
eisini. Og tað sama, tá
oljuprísurin lækkar, sigur
Hans
Christian
Dam,
stjóri fyri Fjarhitafelagið.
Og hendan politikk hevur
nevndin fyri Fjarhita-
felagið sett út í kortið. Og
hann hevur verið soleiðis
frá byrjan, tá ið kritikkur
var um
- Prísirnir lækka eisini,
tá oljuprísurin lækkar. Tað
er tað eingin, ið skrivar
nakað um, sigur Kristian
Fríðrik Olsen, formaður
fyri nevndina.
Fjarhitafelagið nýtir eitt
sindur av olju til sína
framleiðslu, men tað er
ógvuliga lítið - og ikki í
nær námind nóg mikið til
at grundgeva fyri meir-
kostnaðinum av hesari
orsøk. Hækkanin skyldast
príspolitikkin hjá felag-
num.
Máta øðrvísi
Trupulleikin fyri teir 550
kundarnar, ið skulu av við
í miðal 2.928 krónurnar
afturat, er, at hetta verður
ikki goldið yvir tólv
mánaðir - men verður býtt
javnt á seinastu fimm
mánaðirnar av árinum.
Soleiðis er gjaldsskipanin
hjá Fjarhitafelagnum.
- Eg skilji øgiliga væl,
at fólk halda hetta vera
øgiliga irriterandi fyri
fólk. Vit mugu fáa skipan-
ina broytta, so fólk kunnu
rinda fyri tað, tey hava
brúkt beinanvegin, og tey
ikki fáa eina rokning,
sigur Kristina Fríðrik
Olsen.
Kundarnir fáa tó ikki
loyvi at keypa fjarhita
undir framleiðslukostn-
aðin. Tað merkir, at
lækkar oljuprísurin øgi-
liga nógv, so er eitt mark
fyri, hvussu nógv fjarhita-
prísurin minkar.
- Sjálvandi kunnu vit
ikki selja fyri undir
framleiðslukostnað. Tað
er loft á bæði mesta- og
minstaprísi, sigur Kristina
Fríðrik Olsen.
Broytist?
So er tað spurningurin
um, hvørt politikkur hjá
Fjarhitafelagnum fer at
broytast í framtíðini.
Eingin ítøkilig ætlan er
um broyta prísásetingina í
løtuni.
- Tað rættasta hevði
kanska verið um vit settu
prísin frítt av oljuprísin-
um. Tað er nakað, vit hava
tosað um, og tað kann
vera, at vit fara at broyta
príspolitikkin,
sigur
Kristian Fríðrik Olsen.
Varaformaðurin
fyri
Fjarhitafelagið,
Hildur
Eyðunsdóttir, býráðslim-
ur í Havn fyri Tjóðveldis-
flokkin, sigur seg ikki
duga at siga sum er, hvørt
hon heldur, at príásetingin
hjá felagnum skal broyt-
ast.
til Føroya
Yvirtrýst á fjarhitanum
Fjarhiti er orkuvinarligur men ikki serliga bíligur í hesum døgum.
góð ummæli og verður
róptur fyri eitt meistara-
verk. Filmurin snýr seg um
truplu tíðina hjá Richard
Malmros sum yvirskurð-
lækni, ið nýtir eitt vanda-
mikið evni til heilaskurð-
viðgerðir. Filmurin vísir
sera
væl
sambandið
millum faðir og son, og
hvussu trupult tað er at
siga eina søgu, ið stendur
einum nær. Sjálvur er
Niels
Malmros
eisini
útbúgvin lækni, men hann
hevur bert virkað sum
avloysari, millum annað í
Føroyum.
- Eg droymi um at gera
eina av bókunum hjá
Williami Heinesen til film,
men tað verður mestur ikki
til veruleika. Eg verði 64
ár, tá hesin næsti filmurin
er liðugur, og tá er ivasamt,
hvussu nógvar filmar, eg
eigi eftir í mær, sigur Niels
Malmros.
Hann roknar við, at
hesin
næsti
filmurin
verður tann síðsti, hann fer
at gera.
- Men tað sigi eg eisini
hvørja ferð. Men eg komi í
øllum førum aftur og aftur
til Føroya, sigur Niels
Malmros.
Tað er kanska ikki so
galið í Føroyum.
Niels Malmros sum vit kenna
hann. Millum mest
umhildnu fólk í Føroyum, tá
hann gjørdi sín dreym til
veruleika og gjørdi Barbaru
til film.