hósdagur 21. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 137 - 21. juli 2005
Í blaðnum í gjár nevndu vit, at nógvir føroyingar
hava skapt sær eina trygga og ríka tilveru í
fremmandum londum. Í sama blað er sera
áhugaverd og hugvekjandi samrøða við tveir ungar
og dugnaligar føroyskar vinnulívsmenn, Jákup á
Dul Jacobsen og Niels Stórá, ið hava rokkið sera
langt uttanlanda. Hesir menn gjørdu sera áhuga-
verdar og vælgrundaðar atfinningarsamar við-
merkingar til búskaparligu støðu Føroya, til viður-
skifti okkara við útheimin og til viðurskiftini í
Føroyum sum heild. Serstakliga hefta hesir báðir
vinnulívsmenn seg við visión løgmans og lands-
stýrisins um, at Føroyar skulu vera millum fremstu
lond í heiminum ár 2015. Teir gera vart við, at ansa
vit ikki eftir og Føroyar liggja sjóvarfallið av sær,
so kann 2015 gerast ein marra heldur enn ein
ynskistøða.
Hóast vit her á blaðnum kunnu ivast í tí sera
liberalistiska grundtónanum í sjónarmiðunum hjá
hesum báðum viðmerkjarum, so mugu vit sam-
stundis ásanna, at báðir menn í fleiri støðum hava
grein í sínum máli, og at atfinningarnar eru sera
væl undirbygdar. Tað er einki at ivast í, at vit eru
ikki nóg væl fyrireikað til globaliseringina og
altjóðagerðina. Ábyrgdina av hesum hava politisku
myndugleikarnir og vinnulívið. Her hendir alt ov
lítið, og ein kann spyrja, hvørjum vit bíða eftir. Nú
kenna vit av góðum grundum ikki alt grundarlagið
undir visión landsstýrisins, men vit mugu bara
vóna, at hon hevur nøkur vælgrundað boð uppá,
hvussu vit best takla globalisering og altjóðagerð.
Taka vit nakrar av teimum ítøkiligu atfinningunum
hjá Jákupi og Nielsi t.d. viðurskifti við ES, dupult-
skattasáttmálar, útbúgvingarstøðið og spurningin
um hagtøl, so kann væl eingin vera ósamdur. Øll
vita, at núverandi handilssáttmáli við ES er ótíðar-
hóskandi. Tað er gjørdar ábøtur á hendan sáttmála,
men hesar verða bara ikki settar í verk. Her er
onkur, sum svevur í tímanum! Hví hendir einki?
Hvør hevur ábyrgdina? Hvat er hetta fyri ein
trekleiki? Almenningur og vinnulív hava rætt til at
vita, hvør orsøkin er. Tað er eisini, sum er, møgu-
ligt at tengja nógv annað enn reint búskaparligt
samstarv t.d. útbúgvingar- og granskigarsamstarv
uppí handilsavtalu okkara við ES. Men her hendir
heldur einki. Tíðin gongur og vit dragna longur og
longur afturúr, meðan grannalond okkara, ið væl at
merkja eisini eru uttanfyri ES, skúma róman og
hava veldugar fyrimunir av alskyns samstarvi við
ES. Her er talan um mentan, vísindi, útbúgving og
búskaparlig viðurskifti. Snøgt sagt: her er talan um
EBS samstarv, sum vit í okkara ótta fyri ES í síni
tíð havnaðu. Nú ber ikki til at bíða longur. Her má
nakað henda. Vit venda aftur til samrøðuna við
Jákup og Niels í einum komandi blað.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Liggja sjóvarfallið av sær
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
Tað kom sera óvart á meg at
lesa tíðindini, at forkvinnan
í javnstøðunevndini hevði
avgjørt at siga seg úr starvi,
og at hon longu hevði gjørt
tað í mai mánaða.
Tá eg síggi grundgev-
ingarnar, má eg sum
kvinna fyrst og fremst
skammast yvir, at hon ikki
kundi fáa betri stuðul í sín-
m arbeiði og harumframt
eisini sum politikari harm-
ast, at so skuldi ganga.
Samstundis skal eg við-
ganga, at eg skilji hana væl.
Mark skal vera fyri, undir
hvørjum treytum ein vil
ella skal brúka sínar ar-
beiðsorku!
Jan Mortensen, ið er lim-
ur í javnstøðunevndini, sig-
ur í síni viðmerking til mál-
ið, at javnstøða í Føroyum
beru er eitt eiti, og eg eri
púra samd við honum í tí.
Javnstøðulógin
Vit hava eina javnstøðulóg í
Føroyum, men tey flestu,
sum eru ímóti lógini, og tey
eru ikki so fá, hava als ikki
lisið hana.
Føroyar vera stýrdar av
monnum í dag, og har er
ongin javnstøða.. Skal ver-
andi støða broytast, mugu
allar góðar kreftir hjálpa til,
tí tað er ikki rætta myndin
av okkara samfelag annars.
Politikararnir seta kósina og
raðfesta, og tað vil so eisini
siga, at tað er politiska skip-
anin, sum skal gera sítt til, at
mynstrið verður broytt.
Persónliga eri eg ikki
samd við teimum sum siga,
at vit skulu kynskvotera við
lóg, tí tað kann geva fleiri
trupulleikar, men vit kunnu
gera tað lættari fyri kvinnur
at taka lut í politiska
arbeiðnum.
Sjálv havi eg verið til
fleiri tiltøk at fáa kvinnur
meira aktivt við í politiska
arbeiðið, men eg skal
viðganga, at tað ofta hevur
verið strævið. Hví so er,
kunnu vit leingi kjakast
um, og skjótt kann tað ljóða
sum generalisering, tí allar
kvinnur eru ikki eins ella
hugsa eins, men tað er
veruleiki, at kvinnur rað-
festa øðrvísi, og eru skjótar
at finnast at sær sjálvari
(hava sjálvskritikk!) mót-
vegis flestu monnum, og at
tær eru bangnar fyri at gera
okkurt býtt ella skeivt, sum
onnur kunnu havast at ella
kanska flenna at!
Her skuldi verið ríkiligt
at trivið í og broytt, sum
kundi lætt um í framtíðini,
so kynsmynstrið á Føroya
løgtingi broyttist, og fleiri
kvinnur fingu áhuga fyri
politiska arbeiðnum.
Broyting krevst
Arbeitt verður politiskt fyri
at fáa samtyktina hjá Út-
norðurráðnum um fleiri
kvinnur í poitikki førda út í
lívið.
Einastu forðingina kunnu
mennirnir á løgtingi gera,
og teir telja jú meir enn
90%, ! ringt er at skilja at
vit eru í árinum 2005, men
eg vóni og vænti, at teir
ikki eru so bangnir fyri
sínum
egna
persónliga
sessi, at teir atkvøða ímóti
eini samtykt, sum longu
varð gjørd á tingi í 1999, tá
fleiri tilmæli frá Útnorður-
ráðnum vóru samtykt.
Samstundis sum eg vil
takka Anniku fyri hennara
arbeiði, og ynskja henni
góðan byr við tí, hon nú fer
at takast við, skal eg minna
á, at vit hava brúk fyri eini
virknari javnstøðunevnd í
Føroyum, bæði tá tað snýr
seg um politikk, á arbeiðs-
marknaðinum og í samfel-
agnum annars..
Vit fáa eitt gott grundar-
lag undir einum demokrat-
iskum og rættvísum sam-
felag, tá Føroyar verða
stýrdar av bæði kvinnum og
monnum,
Soleiðis er støðan bara
ikki í dag!!
Harmilig avgerð men ikki óskiljandi
Júst sum Miðflokkurin boðaði frá
Jenis av Rana
Tá núverðandi samgonga
tók við fyri hálvum øðrum
ári síðani, vórðu almanna-
og heilsumál løgd saman í
ráð. Staðiliga ráddu vit í
Miðflokkinum frá hesum, tí
royndir frá farnu árum
vístu at hesi øki vóru ov
stór hjá einum landsstýris-
manni at umsita. Hesar
royndir gjørdu, at Mið-
flokkurin í undanfarnu
samgongu fekk undirtøku
fyri at seta tveir landsstýr-
ismenn at røkja hesi so
týdningarmiklu mál.
Men vit tosaðu fyri
deyvum oyrum. Grundgev-
ingar okkara um at hvørt av
hesum økjum, sum jú tæna
teimum
veikastu
sam-
felagsborgarunum, tørva
eitt landsstýrisfólk burturav
vórðu kveistraðar til viks.
Sama varð, tá vit vístu á, at
orkan hjá tí eina á báðum
hesum økjum fór neyvan at
røkka til meira enn at
"sløkkja ringastu eldarnar".
Tíðin, samgongan hevur
sitið, hevur prógvað at met-
ingar okkara vóru rættar.
Óneyðugt er at minna
nakran á skilaloysið, sum
valdar á økjunum báðum-
harmaljóð
teirra
eldru
seinastu tíðina og spenta
støðan í sjúkrahúsverkinum
vátta, at menn áttu at havt
lurta eftir ráðum okkara.
Greiðastur er tó lands-
stýrismaðurin á økinum,
sum í viðtalu við Dimma-
lætting
tísdagin
leggur
kortini á borðið og bart út
játtar, at:
vit arbeiða við fleiri
málum, men vit hava sera
nógv at gera í almanna- og
heilsumálaráðnum
... tí er nýtt forfólk ikki valt
( í javnstøðunevndina)...
og
tað er bara so nógv onnur
mál eisini sum hava verið
orkukrevjand....
Og hartil sigur hann seg:
...ikki kunna vísa á nakað
ítøkiligt sum er spurt burt-
urúr meðan hann hevur sitið
sum landsstýrismaður við
málinum.
Í hesum føri er skaðin tó
ikki stórur- talan er um at
velja forkvinnu í javnstøðu-
nevndina. Men boðskapur-
in er greiður- byrðan er
vorðin ov stór, júst sum
Miðflokkurin boðaði frá,
fór at verða.
At vit vórðu undirmettir í
metingum okkara ger einki.
At javnstøðunevndin er
óvirkin ger enn minni. Men
at hendan arrogansan dag-
liga gongur útyvir veikastu
borgarar okkara er einki
minni enn ein sorgarsøga.
Vælsignaðir samgongu-
menn, saðlið um. Viðgangið
mistakið og rættið uppaftur
alt tað, sum av berum
stoltleika er farið fyri skeyti.
Kostnaðurin hevur longu
verið ov stórur fyri tey, ið
minst megna at gjalda.