Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 21. juli 2005 11 VIÐMERKINGAR Hjalmar N. Poulsen, Vit, sum enn eiga tungu í munni, blýant og pappír, eru sæl í sinni, at vit á henda hátt kunnu kunngera tær beistagerðir, sum landsins leiðandi menn hava gjørt seg sekar í. Sjón gongur fyri søgn: Fyri tað fyrsta: Fíggjar- maráðharrin hevur misnýtt lógarásettu heimild sína. Hetta er onki minni enn maktmisnýtsla av grovasta slag! Fyri tað næsta: Stendur hann á landsins hægsta røðarapalli og framførur seg við ósannindum og villeiðingum av grovasta slag, fyri hervið at kunna rættvísgera magtmisnýtsl- una. Fyri tað triðja: Aftaná at hava sett allar lógligar fyriskipanir til viks, sum av teimum sjálvum eru góð- kendar á demokratiskum og lógligum grundarlagi, fara teir inn at lóggeva við diktatoriskari handamegi, og harvið spotta og van- virða demokratiska rættin, til frama fyri teirra egnu ógerðir. Tað verður ikki í nakran máta tolt! Og tað skal sláast fast, at maskinmeistararnir, sum allir eru í eini ábyrdarfullari, samfelags- ligari tænastu hjá SEV, verða skírdir "Belsebup" fyri herverksgerðir lands- stýrismanna, og at samfel- agið í fleiri døgn lá í anda- leypi, vegna skamtan av el- orku, orsaka av hesi beista- gerð, verður ikki góðtikið. Alt hetta fór fram við beráddum huga. Endamálið við beistagerðini var at fáa gjøgnumtrumfað teirra sjónarmið, stjala trumfin úr hondini á mótpartinum, og goyma hann til heystar, at spæla út við. At samgongu- limirnir á henda hátt skuldu snýtast, so atkvøða teirra, tá avtornaði, lá røttu megin á vektstongini, var uttan yva lilvitað, tí herverkið var avrátt í góðari tíð frammanundan. Fylgdi orðaskiftinum, sum var útvarpað úr løg- tingsalinum. Má viðganga, at eg undraðist og øtaðist stórliga við, at slíkt kundi lata seg gera, uttan at yvir- høvur nakar løgtingslimur talaði at. At fíggjarmálaráharrin á henda hátt hevur gjørt seg sekan í lógarbroti á høgum støgi er eitt. Men at hetta brotsverkið verður góðtikið av løgtingsmanningini yv- irhøvur, er undir alt lág- mark. Hetta hevði ikki kunnað latið seg gjørt í nøkrum øðrum samfelag á norðaru hálvkúlu, anno 2005. Tað er eisini skjal- prógvað, at lógarheimild fíggjarmálaráharrans, er misbrúkt fleiri ferðir, og so dyggiliga eisini á hesum sinni. Øll hesi orð, sum skjal- fest eru seinastu 10 dagar- nar av undirritaða, eru sonn og standa við makt! Skal taka fulla ábyrgd av hvørjum bókstavi. Um fíggjarmálaráharrin ikki vil geva mær rætt í hesum máli, er hann meira enn hjartaliga vælkomin at geva ljóð. Í aðrar mátar kann hann bert endurtaka síðstu orð síni viðvíkjandi hesum máli,: ("onga viðmerking") ella lata verða. ---ooo---ooo--- Og til tykkum øll sum trúgva, at jólamaðurin er veruleiki, ella at føroyskur landspolitikkur og lodrætt- ar lygnir, ikki hava naka við hvørt anna at gera, "forget it" -trúgvi umaftur! ---ooo---ooo--- Tankar renna mær í hug, um ússaligu førlúsina, sum í illveðrinum stríddist í óruddiligu seyðaullini, at hon í neyðini, skuldi koma sær nærri heita veðra- kroppaskinninum,. Lukku- liga óvitandi, ásannaði hon seinni, at hetta var bjarging hennara. Betur var, hon tá á stóð, fann sær annað hold; og kannska eru lúsatankar ikki veruleikafjarðir í umsiting- ini. Heystfjøllini vóru gingin. - Prúða veðrakrovið hekk í spongum á kjallsbitanum og skrubbsaltaða veðra- skinni lá á kjallsgólvinum. - Førlúsin var deyðastirgd! Ja, kaldligt man fara at verða til heystar! Eisini hjá jólamanninum. Jólamaðurin og føroyskur landspolitikkur TÍÐINDASKRIV Hósdagin 21. juli 2005 kl. 17 letur upp ein foto- framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Myndirnar, sum allar eru frá 1938, hevur fuglfirðingurin í útlegd Jógvan Julius Joensen tik- ið. Julius fór til Danmarkar at læra skipasmíð í 1931. Tá hann var útlærdur í Frederikssund, flutti hann til Gilleleje at búgva og ar- beiða, og har býr hann enn, nærum 95 ára gamal. Foreldur Juliusar vóru Jóhannes Peter Joensen úr Jógvanstovu á Eiði og Malena úr Niðristovu í Fuglafirði. Tey búsettust í Fuglafirði. Julius var triðelstur av teirra sjey børnum. Tey vóru: Martina, Jenny, Julius, Sidonius, Jakku, Ismar og Paula. Sum flestu dreingir tá í tíðini, fór Julius til skips sum 14 ára gamal. Hann var 6 ár við slupp, áðrenn hann fór til Danmarkar. Í juni 1938 giftist Julius við Adu Andersen úr Gille- leje. Tær uml. 60 myndir- nar eru allar tiknar á brúd- leypsferð teirra í Føroyum. Flestu myndirnar eru úr Fuglafirði, meðan hinar eru úr øðrum bygdum í Eystur- oynni og úr Kirkjubø. Um- framt myndirnar verða onkur gomul skjøl at síggja á framsýningini, so sum manningarlistin frá fyrsta túri hansara til skips í 1925 og lærusáttmálin frá 1931. Fuglafjarðar Fornminnis- felag skipar fyri framsýn- ingini, sum verður opin til 3. august. Høvi verður at stuðla virksemi felagsins við at bíleggja myndir. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, fer at siga nøkur orð, tá framsýningin letur upp. Eisini verður sangur og tónleikur at hoyra. Gamlar myndir í Ribarhúsi