hósdagur 21. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 21. juli 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi, abbi, beiggi
og svágur okkara
Egil Djurhuus
ættaður úr Kollafirði, búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mánadagin 18. juli, 75 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
fríggjadagin kl. 14.
Vegna familjuna
Maria
og Tróndur við familju
80 ár
Hósdagin 21. juli fyllir Anna Margretha Johannesen, Vest-
manna, 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í miðhøllini
í Vestmanna skúla, har øll eru hjartaliga vælkomin eftir kl.
19.00.
Hósdagin 21. juli verður Ella Eliasen, Fuglafjørður, 80 ár.
95 ár
Hósdagin 21. juli fyllir Mona Isaksen, í Garðinum 10 í
Klaksvík, 95 ár.
Dagurin 21. juli
Evenus. Grikska navnið Evenus er ikki at finna í halgimannatali, men er onkursvegna komið upp í álmanakkarnar
frá 1727.
Í døgunum 22. til 30.
juli fer sangbólkurin
VITIN á sangferð í
Danmark
SANGUR
Bólkurin er kendur fyri at
skipa fyri evangeliskum
sangløtum í Ítróttarhallum,
og hevur vitjað og sungið í
flest øllum bygdum og
støðum í Føroyum.
Fríggja-,
leygar-
og
sunnukvøldið 22., 23. og
24. juli – øll kvøldini kl
19.30 – luttekur VITIN á
kristiligum fundum, ið
verða hildnir í matstovuni
á nótaverkstaðnum Cosmos
Trawl í Hirtshals.
Hesir fundir hava verið
hildnir á hesum stað á
hvørjum ári nú í mong ár,
og
er
tað
samkoman
MALTA í Hirtshals og Levi
Joensen, ið skipa fyri.
Ólavsøkuaftan,
hós-
kvøldið 28. juli klokkan
19.00 syngur bólkurin á
Norðuratlantsbryggjuni í
Keypmannahavn í samband
við Ólavsøkuna, sum verð-
ur hildin har. Fríggjakvøld-
ið 29. juli kl 20.00 verður
sungið í Kristnastovu.
Tiltøkini í Keypmanna-
havn eru í samstarvi við
Kristnastovu
og
Øssur
Berghamar,
sum
hevur
virkað millum føroyingar í
Keypmannahavn í mong ár.
VITIN syngur gamlar og
yngri sálmar, og sangir
ílætnar ein lættan nútímans
búna.
Flestu kvartettsangirnir,
bólkurin syngur, eru gjørdir
í samstarvi millum Levi
Joensen, ið hevur yrkt, og
Torkil Mørkøre, sum hevur
smíðað løgini.
Endamálsgreinin
hjá
bólkinum er at vera eitt ljós
fyri síni medmenniskju og
vísa teimun á Kristi full-
gjørda verk á krossinum,
sum er øllum til frelsu sum
trúgva.
1975: 30. juli hetta árið
varð stóra alheims skóta-
legan – jamboree’in - í
Lillehammar sett í fagrasta
summarveðri. Aftaná luta-
kast millum teir 17.000
skótarnar úr 93 londum
varð hin 16 ára gamli havn-
ardrongurin, Hans Dals-
gaard, valdur at tendra jam-
boree-eldin. Hesin siðurin
hev-ur verið hildin líka síð-
ani 1920, tá hesar stóru
skótalegurnar byrjaðu. 75
føroyskir skótar luttóku á
stevnuni, har m.a. Ólavur
kongur av Noregi var hjá-
staddur undir hátíðarhald-
inum.
Kelda: Myndaárbókin 1975
Ninna Eliassen, Fuglafjørður, andaðist á Vestur-
stovu í Fuglafirði týsdagin 19. juli, 80 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju leygar-
dagin klokkan 14.
Tey, sum vilja minnast Ninnu, kunnu lata Vestur-
stovu eina gávu. Konto í peningastovnunum.
Egil Djurhuus, ættaður úr Kollafirði, búsitandi
í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum mána-
dagin 18. juli, 75 ára gamal. Jarðarferðin verður úr
Havnar kirkju fríggjadagin klokkan 14.
Svend Julian Næs, ættaður úr Nesi í Hvalba,
andaðist á sjúkrahúsinum í Hillerød 15. juli, 73 ára
gamal. Jarðarferðin verður úr Lynge kirkju í dag,
hósdagin klokkan 13.
Tey, sum vilja minnast Julian, kunnu lata Hval-
biar kirkju eina peningagávu.
Kistan við Oskar Thomsen, Nólsoy, fór út til
Nólsoyar við Rituni í gjárkvøldið, mikukvøldið
klokkan 18.00. Jarðarferðin verður í dag, hósdagin
klokkan 13.00 úr Nólsoyar kirkju. Í sambandi við
jarðarferðina, siglir Ritan eykatúr av Bursatanga
hósdagin klokkan 12.
Símin Rasmussen, vanliga nevndur Símin uppi í
Gerði, Strendur, andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 17. juli, 72 ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Sjóvar kirkju í dag, hósdagin klokkan 14.
Kelda: Kringvarp Føroya
Andlát og jarðarferðir
Tað tók bjargingar-
tyrluni einans seks
minuttir at fáa ein
sjúkan sjómann úr
Russlandi umborð, og
síðani flyta hann á
Landssjúkrahúsið til
viðgerð
Sjúkraflutningur
Bjarging:
Týsmorgunin
fekk Sjóbjargingarstøðin
boð um at ein maður um-
borð á einum russiskum
skipi var vorðin sjúkur.
Klokkan var 7:35 tá
Skipafelagið Føroyar sendi
boð til støðina um ein sjúk-
an mann umborð á »Pyotr
Shafranov«. Sagt varð, at
maðurin var illa fyri.
Skipið var tá statt 267
fjórðingar í ein landnyrðing
úr Fugloynni. Neyðugt varð
hjá skipinum at sigla nærri
landi, og at koma inn um
200 fjórðinga sjómark okk-
ara.
Kl. 14:45 var tyrlan
»Rescue SR« á flogi, og kl.
16:19 var tyrlan yvir skip-
inum, sum tá var statt 127
fjórðingar úr landi.
Einans
seks
minuttir
seinni – kl. 16:25 – var tyrl-
an á veg innaftur og lendi
við Landssjúkrahúsið kl.
18:11.
Síðani kom russiski sjó-
maðurin undir læknahond.
Tyrla við sjúkum manni
VITIN lýsir á sangferð í Danmark
Alheims skótalega í Noregi