hósdagur 21. juli 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 137 - 21. juli 2005
HETLANDSFERÐ (2)
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í fyrru frásøgnini um báta-
ferðina í Hetlandi greiddu
vit frá sjálvari ferðini úr
Føroyum og teimum um-
leið 170 fjórðingunum um
hav.
Eftir at hava siglt í einar
29 tímar tilsamans, løgdu
vit seks bátarnir, sum vóru í
fylgi, til bryggju í bygdini,
Symbister á oynni, Whal-
say. Oyggin liggur norðan-
vert Lerwick og miðskeiðis
í Hetlandi, um landið verð-
ur roknað suður og norður.
Nakrir bátar høvdu lagt
til bryggju undan okkum,
og nakrir komu seinni.
Ætlanin við at steðga í
Whalsay, var, at bátarnir,
sum vóru á veg til Hetlands
í ymiskum fylgjum –
summir fyrri og summir eitt
sindur seinni - kundu savn-
ast á einum staði, áðrenn
teir allir stevndu inn til
Lerwick í einum stórum
fylgi.
Haraftrat høvdu fyrireik-
ararnir hug til at geva
teimum troyttu siglarunum
eina hvíld og møguleikan at
uppliva eina vakra het-
lendska bygd.
Troyttir siglarar
Flestu menn, kvinnur og
børn, sum við vóru, mundu
eisini vera troytt, tá ið
flaggskrýddu bátarnir um-
síðir lógu bundnir, hvør utt-
an á øðrum í góðu og
tryggu havnini.
Eingin av manningini
umborð á glastrevjabátin-
um Ethel, sum undirritaði
var við, steig yvirhøvur í
land hetta kvøldið, áðrenn
farið varð í koyggjuna.
Gingið
varð
ímillum
nærmastu bátarnar, sam-
stundis sum prátað varð um
ferðina niður. Teir 29 tím-
arnar var tú komin at kenna
bátarnar, og tú hevði hoyrt
menn tosa í WHF’inum,
men tú visti ikki, hvør var
innanborða. Tí var tað
áhugavert nú at síggja,
hvørji hesi fólk í veru-
leikanum vóru.
Á ferðini niður fylgdust
vit eitt nú við einum snotu-
ligum Viksund-glastrevja-
báti, og tað var ikki í
mínum tonkum, at Kjartan
Mørkøre og sonurin, Jógv-
an Mørkøre saman við ein-
um triðja bátsfelaga, vóru
umborð á hesum báti.
Meðan
bátarnir
enn
damlaðu á Havnarvág og
bíðaðu eftir at stevna út á
hav, sást tú eisini, at onkur
smágenta var umborð á
onkrum báti. Í tvassuta
veðrinum, sum var um
náttina, hugsaði tú um,
hvussu tey mundu hava tað,
nú hesi smáu før veltust
higar og hagar undan ald-
unum.
Tað var soleiðis ein
hugnalig løta, tá ið hesir
troyttu
siglarar
kundu
heilsa hvørjum øðrum og
skifta orð um ferðina.
Onkur bátur hevði á
leiðini til Hetlands mist
streymin, so elektrisku tól-
ini ikki virkaðu, og í fylgin-
um hjá okkum høvdu tveir
bátar av seks verið í hesi
støðu. Tað kom tí væl við,
at fleiri av monnunum
dugdu at fáast við motorar
og el, tí í flestu førum var
talan kortini ikki um tey
stóru brekini, tá ið saman
um kom.
Hjá okkum var eitt rele
farið, meðan vit enn vóru
einar 40-50 fjórðingar úr
landi. Hesum tók Frits, sum
eigur bátin Hera í Kolla-
firði, sær hegnisliga av.
Góður dagur
Tað var stuttligt at vakna
morgunin eftir. Sólin skein
bæði oman og niðan og
fólk, sum vóru komin oman
á bryggjuna at forvitnast,
lótu okkum vita, at hesin
dagurin mundi vera ein
tann besti, tey høvdu havt á
sumrinum.
Jú, sanniliga ein góður
dagur.
Sum morgunin leið, og
siglarar byrjaðu at koma
upp úr koyggjunum og upp
á bryggjuna at spáka, gingu
fólk
túrar
niðan
eftir
bryggjuni og niðan í bygd-
ina. Góður handil var beint
omanfyri bryggjuna, har vit
kundu keypa okkum tær
vørur, okkum tørvaði.
Vit skiltu, at ætlanin var
at liggja í Symbister til á
middegi dagin eftir, soleið-
is at vit tilsamans komu at
liggja tvær nætur í bygdini.
Onkur smágrenjaði og
hevði hug at spyrja, hví vit
ikki stevndu til Lerwick
longu dagin eftir, men
dagarnir í gamla hetlendska
høvuðsstaðnum
gjørdust
nóg nógvir kortini, tá ið
saman um kom.
Her kundu vit hvíla, sóla
okkum, práta við fólk og
forvitnast um, hvussu ein
gerandisdagur sær út í eini
lítlari hetlendskari bygd.
Whalsay hevur gott ferju-
samband til meginoynna,
Mainland,
við
ferjuni,
Lingu, sum ivaleyst eitur
eftir oynni, West Linga,
sum liggur beint innanfyri.
Soleiðis eitur sundið, sum
er millum hesar báðar
oyggjarnar, Linga-sundið.
Eitt
stuttligt
navn,
kanska…
Fasilitetirnir
Í Symbister er bátafelag –
ella bátaklubbur, Whalsay
Boating Club, og tí vónaðu
vit, at felagið kanska hevði
brúsur at bjóða okkum,
meðan vit lógu. Tað høvdu
teir ikki. So, reingerðin av
okkum sjálvum fór fram
uppi í svimjihøllini, sum er
á staðnum. Ein løta var at
spáka niðan, men tað var
eingin
trupulleiki.
Vit
høvdu jú gott av at strekkja
okkum beinini…
Vit fingu heldur ongan
landstreym, sum kemur
ógvuliga
væl
við
hjá
siglarum til hita, kabússur,
rakimaskinur, løðing av ak-
kumulatorum, fartelefon-
um og teldum – um tað skal
vera.
Á eini slíkari ferð lagar tú
teg til tær umstøður, sum
eru, og tað ræður um at
síggja tað positiva – og at
vera positivur.
Vit fingu tó vatn og olju á
bryggjuni, og fleiri bátar
nýttu høvið at bunkra,
meðan vit steðgaðu.
Vit fingu 162 litrar av
olju niður í tangan, sum
hevði verið oljunýtslan á
ferðini niður.
Hevði Whalsay Boating
Club ongar brúsur og
ongan landstreym at bjóða
okkum , so høvdu teir í
staðin whiskey!
Ein lítil barr var í hús-
inum, og seinna kvøldið
samlaðust fleiri av siglar-
unum í bátafelagshúsinum
til prát um tað, sum hevði
verið á ferðini - og um
vónirnar um tað, sum lá
fyri framman.
Við bryggju í Whalsay lá
ein minni skeljabátur, sum
fór og kom aftur nakrar
ferðir við eini minni nøgd
at skeljum. Ein einsamallur
maður var við hesum báti
og sum skiltist á monnum,
sum høvdu skift orð við
hann,
gongur
hendan
vinnan einki serligt.
Vit sóu eisini eina gamla
ferju, sum onkur siglari
segði er bygd á Tórshavnar
Skipasmiðju í sínari tíð.
At enda sóu vit eisini eitt
ógvuliga
snotuligt
og
vælvaksið pelagiskt fiski-
far, og seinni havi eg skilt,
at orsøkin til, at húsini í
Symbister eru so stór og
snotulig, er, at her búgva
eisini
nótamenn,
sum
gjøgnum árini hava tjent
væl av peningi.
Í positivum týdningi..
kanska ein onnur Gøtubygd,
har teir, sum tjena væl, hava
ráð til eini betri hús.
Troyttir menn fóru í koyggjuna
Tú sást bátarnar og hoyrdi menn tosa í
WHF’inum á ferðini til Hetlands, men tú visti
ikki, hvør var innanborða. Tað var soleiðis ein
hugnalig løta, tá ið hesir troyttu siglarar umsíðir
kundu heilsa hvørjum øðrum og kundu skifta
orð um, hvussu gingist hevði á ferðini um hav
Ein hugnalig bygd. Her
peikar ein pílur oman í
Saltness, men tað er so ikki
Saltnes í Nes kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen