hósdagur 21. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 21. juli 2005
15
Bátar og spæl
Longur uppi á bryggjuni
stóðu einir 20 einsbygdir
seglbátar, og hendan frálíka
dagin í brennandi sól sóu
vit menn flota hesar bátar
og sigla úteftir vágni. Líkt
er til, at hetta er ein rætti-
ligur "sportur" í Hetlandi,
sum menn ganga høgt uppí.
Børn í froskmannabún-
um spældu í fjøruni, svumu
og kavaðu út av brim-
garðinum.
Vit kunnu taka saman um
og siga, at hóast Føroyar og
Hetland líkjast í veðurlagi –
og partvís í skapi, so eru
traditiónirnar eftir øllum at
døma ikki tær somu.
Í Føroyum sigla vit ikki í
smáum seglbátum, soleiðis
sum teir gera í Whalsay –
og tú sært sjáldan børn
spæla fram við einum
havnalag, soleiðis sum tú
sást tey hugna sær í
Symbister.
Men ivaleyst gera vit
okkurt, sum tey ikki gera í
Hetlandi…
Steðgurin
á
oynni
Whalsay var avslappandi
og áhugaverdur, og tú vildi
ikki havt verið hesa vitjan
fyri uttan, tá ið vit nakrar
dagar seinni løgdu leiðina
vestur aftur um hav.
Í triðja parti av frásøgnini
frá hetlands-ferðini fara vit
at greiða frá døgunum í
Lerwick.
a og upp á bryggjuna dagin eftir
Sólin skein, og fólk hugnaðu sær í bátunum
– og millum bátarnar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kortið vísir, hvussu oyggir sær út, og hvat er á oynni, har eini 1000 fólk búgva
Mynd: Vilmund Jacobsen
Børn spæla við sjóvarmálan í
Symbister; tey flestu eru í
froskmannabúna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í Symbister er bátafelag, ongar brúsur, men so nógv whiskey, sum tú vilt hava
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skiparin á Gandhi slappar av í góðveðrinum
Mynd: Vilmund Jacobsen