hósdagur 21. juli 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 137 - 21. juli 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Onga ávirkan á búskapin
Tey serkønu vænta ikki, at ósemjan um ES-grundlóg-
ina ella yvirgangurin í London fáa nakra ávirkan á bú-
skapargongdina í Evropa.
Ein spurnarkanning vísir, at í Niðurlondum, Svøríki,
Bretlandi, Danmark og Italia verður gongdin sum mett,
og í Noregi og Spania verður búskaparvøksturin heldur
størri enn higartil hildið. Tað er sama myndin sum í
Japan og USA. Serfrøðingarnir vísa á, at amerikanski
búskapurin fótaði sær rættiliga skjótt eftir atsóknirnar
tann 11. september í 2001, og soleiðis var eisini í
Bretlandi eftir bumburnar í London í næstsíðstu viku.
Samstundis siga tey serkønu, at týski búskapurin er
við at koma á rætta kós, og at framgongdin har verður
ætlandi størri enn higartil hildið. Hagtøl vísa, at týski
ídnaðurin stendur seg væl í kappingini á altjóða
marknaðinum, og tað hevur økt útflutningin meiri, enn
roknað varð við.
Turkaland fær krakk
Hóast ES-leiðararnir hava gjørt av at taka upp sam-
ráðingar við Turkaland um limaskap í samveldinum,
vilja teir flestu ES-borgararnir ikki hava landið uppí.
Ein nýggj kanning hjá ES-nevndini avdúkar, at 52
prosent av teimum spurdu ES-borgarunum eru ímóti
turkiskum limaskapi. Bara 35 prosent siga seg taka
undir við, at Turkaland sleppur upp í samveldið. Ser-
liga eysturríkarar, týskarar og fransmenn siga nei. Í
Eysturríki siga heili 80 prosent, at tey vilja ikki hava
Turkaland uppí, í Týsklandi siga 74 prosent tað sama,
og 70 prosent av teimum spurdu í Fraklandi eru ímóti.
Størstu undirtøkuna fáa turkar í Bretlandi. og bretska
stjórnin hevur eisini lagt stóran dent á at fáa Turkaland
upp í ES. Jack Straw, uttanríkisráðharri, segði við Reut-
ers í gjár, at Turkaland er ein partur av framtíðar Evropa.
Skulu binda frið
Tann víðgongdi palestinski felagsskapurin Hamas hev-
ur nú givið tilsøgn um at gevast við øllum vápnaðum
tiltøkum í Gaza-geiranum.
Avtalan kom í lag týsdagin, eftir at tveir týðandi limir
í Hamas fullu í slotbardaga við palestinsku løgregluna.
Sambært avtaluni hevur Hamas eisini lovað at gevast
við sínum rakettálopum á mál í Ísrael.
Tað hevur stóran týdning fyri teir palestinsku
myndugleikarnar at fáa Hamas at binda frið. Um
tríggjar vikur fara ísraelsmenn at flyta tey jødisku nið-
ursetufólkini um Gaza-geiranum, og myndugleikarnir
hava leingi stúrt fyri, at felagsskapir sum Hamas ætl-
aðu sær at órógva afturtøkuna. Ísraelska stjórnin hevur
gjørt av at flyta niðursetufólkini úr øllum teimum 21
niðursetubygdunum í Gaza, og afturtøkan byrjar tann
15. august.
Biddarar til arbeiðis
Biddararnir, sum plaga at ganga í gøtunum í miðbýnum
í Oslo og biðja um pengar, hava nú fingið arbeiði.
Eitt felag kom herfyri við einum hugskoti um at geva
eitt serligt biddarablað út, og hugskotið hevur víst seg
at vera væl valt. Í blaðnum verður greitt frá øllum
hugsandi viðurskiftum, sum hava samband við
biddarar og heimleys, og evnið hevur víst seg at hava
stóran áhuga ímillum fólk. Tann fyrsta útgávan bleiv
prentað í 10.000 eintøkum, men tað var ov lítið, so nú
er upplagið 15.000, skrivar Aftenposten.
Tað eru biddararnir, sum selja blaðið, og sjálvt um
tað kostar 40 norskar krónur, keypa fólk tað fegin.
Biddararnir fáa helmingin av pengunum, og teir eru
ovurfegnir. Teir fegnast ikki bara um pengarnar, men
siga, at teir kenna seg meiri verdar nú enn fyrr.
- Nú ganga vit og brosa, og fólk heilsa okkum, sigur
ein av biddarunum við Aftenposten.
Læknarnir á einum
sjúkrahúsi í Bagdad
løgdu arbeiðið niður
fyri at mótmæla
harðrendu framferð-
ini hjá hermonn-
unum
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Læknarnir á kvinnudeildini
á Yarmouk-sjúkrahúsinum í
Bagdad hava úr at gera, tí
umframt teir vanligu sjúk-
lingarnar skulu teir viðgera
fólk, sum hava fingið skaða
av bumbuspreingingum.
Men týsdagin løgdu teir
arbeiðið niður. Teir vildu
ikki góðtaka, at irakskir
hermenn vóru komnir inn á
sjúkrahúsið at rannsaka
sjúklingar. Tá ein av lækn-
unum royndi at verja sjúk-
lingarnar, setti ein hermað-
ur byrsu sína íímóti honum
og hótti við at skjóta. Tá
læknin kortini sýtti fyri at
flyta seg, siktaðu fýra aðrir
hermenn
eftir
honum,
skrivar Reuters.
Slíkt vilja læknarnir á
Yarmouk-sjúkrahúsinum
ikki góðtaka, og týsdagin
løgdu 30 teirra arbeiðið
niður. Endamálið við ar-
beiðssteðginum var fyrst og
fremst at mótmæla teirri
harðrendu framferðini hjá
teimum iraksku her-monn-
unum.
- Vit skilja væl, at fólk
eru skelkað av avgerð okk-
ara. Men vit hava eisini
okkara rættindi, og vit tað
sigur seg sjálvt, at vit
kunnu ikki gera okkara ar-
beiði, um vit kenna okkum
hóttar, segði læknin Assad
Hindi.
Fyri fyrstu ferð hevur
George W. Bush
tilnevnt ein dómara í
hægstarætt, og valið
bleiv, sum tey flestu
høvdu væntað. Men
minni enn so øll eru
líka fegin um valið
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 1. juli fór Sandra
O'Connor frá sum dómari í
amerikanska hægstarætti.
Hon bleiv tilnevnd fyri 24
árum síðani og er tann
fyrsta kvinnan, sum hevur
sitið í rættinum.
Tí vildu fleiri hava
George W. Bush, forseta at
tilnevna eina kvinnu í
hennara stað. Eitt nú vildu
fleiri republikanarar hava
forsetan at velja eina
kvinnu, og somu áheitanina
fekk forsetin frá konu síni,
skrivar AP.
Men valið fall á tann 50
ára gamla dómaran John
Roberts. Hann hevur arbeitt
fyri fleiri republikanskar
forsetar
fyrr.
Eitt
nú
arbeiddi hann í løgmála-
ráðnum í forsetaskeiðinum
hjá Ronald Reagan, og
hetta starvið røkti hann
eisini, tá George Bush,
eldri var forseti.
Tey seinastu árini hevur
John Roberts verið dómari
í rættinum í Washington
DC, og hann verður rokn-
aður sum ein sera konser-
vativur dómari. Eitt nú
hevur hann verið talsmaður
ímóti fosturtøku.
Kongressin skal góð-
kenna
dómararnar
í
hægstarætti, og demokrat-
arnir hava longu boðað frá,
at teir hava fleiri spurningar
í
sambandi
við
til-
nevningina. Demokratiski
leiðarin í Senatinum, Harry
Reid, segði í gjár, at for-
setin hevur valt ein dómara
við tí neyðuga løgfrøðiliga
førleikanum, men at tað er
ikki bara tað, sum hevur
týdning.
Hetta er fyrstu ferð í ell-
ivu ár, at amerikanski
hægstirættur fær nýggjan
dómara. Sjey av teimum
níggju dómarunum vórðu
tilnevndir, meðan Ronald
Reagan var forseti. Starvið
sum hægstarættardómari í
USA eitt eitt lívsstarv.
Roknað verður við, at
Bush skal tilnevna ein
dómara afturat, tí tann 80
ára gamli rættarformaður-
in, William Rehnquist, er
sjúkur av krabbameini.
Læknar í verkfalli
at mótmæla harðskapi
Bush valdi sum
væntað
George W. Bush hevur gjørt
av at tilnevna tann sera
konservativa John Roberts
dómara í hægstarætti