fríggjadagur 22. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 138 - 22. juli 2005
Sterkstreyms-
verkfrøðingur
Søkt verður eftir verkfrøðingi til projekterings- og
eftirlitsarbeiði innan fyri EL arbeiðir.
Tað er ein fyrimunnur um tú hevur kunnleika til at
arbeiða við teldu við forritum sum Word, Excel,
Project og AutoCad.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, lívsgongdar-
lýsing(CV), upplýsingum um arbeiðsroyndir og
møguligum viðmælum verður at senda okkum
innan 15.august 2005.
Lønar- og setanartreytir verða eftir nærri avtalu.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Kristmar E. Johannesen, stjóra á tlf.222 631.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Spf.KJ Elráð .Ráðgevandi verkfrøðingar
Landavegurin 9, 2.hædd. FO-100 Tórshavn
Tel (+298) 35 76 20 Fax (+298) 35 76 21
e-mail:kej@kje.fo
Summarfrí
Vegna summarfrí verður fyritøkan stongd í
Ólavsøkuvikuni frá mánadegi 25. juli. Byrjað verður
aftur mánadagin 1. august.
Vinarliga
HMP-Consult
Óluvugøta 12
FO-110 Tórshavn
Telefon 31 22 79 - telefax 31 83 46
t-postur: hmp@hmp-consult.com
www.hmp-consult.com
Summarfrí
Sjúkrakassin er stongdur vegna summarfrí frá
2. august 2005 til 16. august 2005, báðir dagar
íroknaðir.
Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis
Bókavørður
Á Fróðskaparsetri Føroya er starv leyst at søkja sum
bókavørður.Á Fróðskaparsetrinum eru 3 bókasøvn,
eitt á hvørji deild.
Arbeiðið fevnir serliga um at skráseta bókasøvnini á
Fróðskaparsetrinum og annars vanligt bókavarða-
arbeiði. Arbeiðið fer fram eftir serligari avtalu og í
neyvum samstarvi við Landsbókasavnið.
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið
verður sett fyribils í eitt ár við møguleika fyri at tað
verður longt í eitt ár afturat.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Anniku Sølvará, setursskrivara á 352500 ella
annikas@setur.fo ella til Marjun Paturson, lands-
bókavørð á tlf. 311626 ella marpat@flb.fo.
Starvið verður sett 1.september ella skjótast til ber.
Umsóknirnar skulu stílast til Fróðskaparsetrið, men
starvið verður sett í samráð við Landsbókasavnið
Umsóknarfreistin er 15. august 2005.
Fróðskaparsetur Føroya
Postrúm 272
110 Tórshavn
Lesið Sosialin - so eru tit við