leygardagur 23. juli 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Söólalurin
Nr. 139 - 23. juli 2005
Sansir søkja 3 starvsfólk
Sansir søkja samskipara/ráðgeva
Tak tær væl av
okkara kundum
Ein kampanja skal leggjast til rættis, og ein
miðlaætlan skal leggjast fyri sjónvarp, útvarp og
blað. Faroe Islands Tourist Guide og Atlantic Review
skulu hava greinar og lýsingar. Eitt útkast skal gerast
til faldara, myndir skulu finnast og takast, og týska
umsetingin skal fáast til vega.
Mongu og fjalbroyttu uppgávurnar á Sansum krevja
ein væl skipaðan og nærlagdan samskipara, sum
hevur skil fyri marknaðarforing og eitt gott eyga fyri
smálutum. Tað kundi verið tú!
Umframt arbeiði sum samskipari, skal tú vera for/ur
fyri at tosa við okkara viðskiftafólk um, hvussu teirra
vora ella tænasta best verður marknaðarford. Tú
skrivar væl foroyskt og samskiftir lættliga á donskum
og enskum. Tú hevur eina hægri útbúgving innan
solu og samskifti ella hevur arbeitt innan økid.
Tú kemur at arbeiða í einum samskiftis- og
toknihúsi, sum hevur nakrar av teimum storstu og
fremstu virkjunum í Føroyum í sínum kundaskara.
Vit gera størri og smærri lýsingaátok. Vit gera blað,
faldarar og aðrar prentlutir. Vit hava ment eina sera
brúkaravinarliga CMS-heimasíðuskipan til
internetið. Og vit hava okkara egna skeltaverkstað.
Í løtuni starvast 18 fólk á Sansum, sum eru í
stöðugum vókstri.
Ljóðar samskiparin sum eitt starv fyri teg, so send
eina umsókn við viðkomandi tilfari til:
Sansir søkja fyriskipara
Fá skil á mongu
træðrirnar
Sansir sokja eftir einum væl skipaðum fyriskipara.
Uppgávan fevnir um at leggja arbeiði til rættis
innanhýsis, at betra um arbeiðsgongdir og at tryggja,
at arbeiðsorkan verður gagnnýtt so væl sum gjørligt í
húsinum. Tað hevur m.a. við sær at gera hagtol fyri
tímanýtslu og eftirkalkulatiónir.
Samstundis skal fyriskiparin rgkja samstarvið við
okkara veitarar, fáa tilboð til vega og tryggja okkum,
at arbeiðini eru í lagi og verða veitt rættstundis.
Á Sansum starvast í lötuni 18 fólk. Vit eru eitt
samskiftis- og tøknihus, ið leggur stóran dent á at
kenna okkara samstarvsfelagar væl, so kunningin og
marknaðarfgringin samsvara við teirra samleika.
Tú verður ein lyklapersónur í fyritokuni, sum er
nógv vaksin eftir stuttari tíð. Tú heldur skil á teim-
um mongu træðrunum og syrgir fyri, at arbeiði
verða gjörd skynsamt og úrslitagott.
Tú hevur hægri útbúgving ella royndir á økinum.
Tað snýr seg um logistikk og samskifti. Tú stýrir
arbeiðsgongdunum og dugir væl at tosa við fólk við
tí fyri eyga at tæna heildini, so eitt gott úrslit fæst
burturúr.
Er tað ein fragd at fáa tingini at virka? Send so eina
umsókn við viðkomandi skjølum til:
Send umsóknina til:
Sansir søkja
Samband við
skapandi sniðgeva
Sansum tørvar ein skapandi sniðgeva. Tú ert
originalur og virkin, hevur evnini at koma við
góðum hugskotum og dugir at finna rottu loysnina
til havið. Umframt at tekna við hond dugir tú eisini
at arbeiða við Illustrator, Photoshop ella InDesign.
Útbúgving er ein fyrimunur, men eingin treyt, og vit
leggja dent á tínar royndir. Tú hevur staðið fyri at
gera kunningartilfar, sum er vent ímóti virkjum, og
tilfar, sum vendir sær beinleiðis til brúkarar. Á
Sansum kemur tú m.a. at standa fyri lýsingaátökum,
sniðgeving til internet og blaðið Kvinnu.
Sansir eru eitt samskiftis- og töknivirki. Vit leggja
stóran dent á at kenna okkara samstarvsfelagar til
ítar, so okkara kunning og marknaðarfgring
samsvarar við teirra mentan og samleika. Hesin
eginleiki hevur gjort, at vit hava vunnið álit í
fgroyskum vinnulívi. Vit hava eisini ment okkara
egnu heimasíðuskipan, og vit stremba eftir at fáa
fótin fastan á útlendska marknaðinum.
Á Sansum starvast eitt sterkt lið av fólkum, ið setir
høg krav til dygdina á tí, ið verður latið úr hondum.
Hevur tú hug at gerast ein partur av hesum liði, sum
skapandi sniðgevi, kanst tú senda eina umsókn við
viðkomandi skjölum til:
Sansir, Tinghúsvegur 47, Postboks 1099, FO-110 Tórshavn ella hognirEsansir.fo.
Seinasta freist at søkja störvini er 1. august 2005.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at skriva til Högna á hognirEsansir.fo ella ringja 220 401.
SANSIR
Postboks 1099, FO 110 Tórshavn, tel 355 355, faks 355 350, www.sansir.fo, infoÐsansir.fo