Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 23. juli 2005 5 Í vetur verður helst gjørligt at vitja á nýggja listasavninum á Sandi. Útgrevsturin er farin í gongd, og kanska verður hetta eisini byrjanin til ein listaskúla í oynni LIST Snorri Brend Myndir: Emil Simonsen Sandur: – Eitt slíkt lista- savn fer ikki bert at hava týdning fyri mentanina í Sands bygd, men eisini fyri alla Sandoynna, sigur Páll á Reynatúgvu. Sum borgarstjóri á Sandi er hann sera fegin um tað arbeiðið sum byrjaði fyrr í vikuni: Tá byrjaðu nevni- liga menn hjá Articon at grava út fyri tí nýggja listasavninum í bygdini. Gongur sum ætlað so skal alt arbeiðið verða lið- ugt á jólum, soleiðis at ein tá kann taka hetta savnið í nýtslu. Kjak um listaskúla Eitt slíkt listasavn fer at hava tvær funktiónir: Í fyrsta lagi, at fólk fáa høvið at síggja tey mongu listar- verkini, sum har koma at hanga. Í aðru atløgu verða her eisini skaptir møguleikar hjá listarfólkum at fáa góðar umstøður at arbeiða undir. Tað vísir seg mangan, at serliga tey ungu listarfólk- ini fáa hugflog sítt og evni síni av álvara fram í ljósið í stórbýnum. Nú fáa tey ein nýggjan møguleika úti á bygd. – Tað er ikki uttan týdn- ing, at vit her í bygdini fáa tað fyrsta veruliga lista- savnið uttanfyri høv-uðs- staðin – Við hesum listasavni fáa vit tað privilegium at kunna bjóða hesum skap- andi fólkunum góðar karm- ar her á Sandi, sigur Páll á Reynatúgvu. Á listasavninum verður ætlandi gjørd ein verkstova, har listafólk fáa møguleika at útfolda seg við gávum sínum. Óhugsandi er ikki, at júst hetta savnið fer at elva til nýtt kjak um ætlaða lista- skúlan á Sandoynni. Skipasmiðjan søkir eftir søluleiðara Nýggjar tíðir krevja nýtt fólk. Tí leita vit eftir einum fólki, ið saman við stjórnini skal mynda fyritøkuna, úteftir sum fremsti veitari av tænastum og eykalut- um til sjó- og siglingarøki. Søludeildin er skipað sum deild við beinleiðis tilvís- ing til stjórnina. Undir søludeildini eru virkisøkini: Goymslur, útleigan og marknaðarføring. Starvið Sum søluleiðari á Skipasmiðjuni fert tú at hava ábyrgd av at menna søludeildina, herundir at sam- skipa alla sølu av vørum og tænastum, so at vit støðugt kunnu veita viðskiftafólki okkara, bæði á sjógvi og landi, tað bestu og skjótastu tænastuna. Tú hevur handilsútbúgvin. Tú hevur royndir frá líknandi starvi og hevur gott innlit í marknaðar- og samfelagsviðurskifti annars. Aðrir eginleikar eru:  Opin og fyrikomandi, hevur tænastuhugburð  Hevur lætt við at samskifta bæði munnliga og skrivliga  Dugur mál,føroyskt, norðurlendsku málini og enskt  Hevur góðan telduførleika  Ert framfýsin og ágrýtin Vit bjóða Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv í einum spennandi og virknum umhvørvi við góðum møguleikum fyri yrkisligari og persónligari menning. Løn og eftirløn verða ásett eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal send- ast til: P/F Tórshavnar Skipasmiðja Postsmoga 65 110 Tórshavn Att.: Magnus Magnussen Merk brævbjálvan: Søluleiðari í seinasta lagi tann 22. august 2005. Hevur tú okkurt at spyrja um hesum viðvíkjandi, kanst tú venda tær til Magnus Magnussen á tlf. 30 11 00 ella við teldu- posti til: magnus.magnussen@faroeyard.fo. Á p/f Tórshavnar Skipasmiðju starvast um 260 fólk við at veita tænastur og sølu av eykalutum til skipaflotan og vinnuna á landi. Hesar tænastur fata um stál, rust- frítt stál, aluminium, timbur, máling, beding, mekaniskar tænastur, tekniska ráðgeving og beinleiðis sølu. Skipasmiðjan hevur deildir í Havn, á Skála, í Vestmanna og í Runavík. P/F Tórshavnar Skipasmiðja Tlf. +298 30 11 00 Fax +298 30 11 01 www: faroeyard.fo e-mail: info@faroeyard.fo S K I P A S M I Ð J A N Stephanssons Hús Grava út fyri nýggja listasavninum Teir eru farnir at grava út fyri listasavninum á Sandi. Tað skal eftir ætlan verða liðug á jólum Við nýggja listasavninum verða møguleikar skaptir hjá ungum listafólkum at útfolda seg við evnum sínum. Og kanska kann hetta eisini skapa nýtt lív í kjakið um ætlaða listaskúlan á Sandoynni