leygardagur 23. juli 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 139 - 23. juli 2005
Starvsfólk til
klædnahandil
Søkt verður eftir dugnaligari, álítandi kvinnu.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 1.august.
Seytjan
Boks 127
110 Tórshavn
Starvsfólk
Til almenna Dagtilhaldið í Nes
Kommunu og sambýlið Vesturskin
Søkt verður eftir starvsfólki til aktivering, venjing
o.a. umsorgararbeiði.
Starvið er fyribils norminerað til uml. 35 tíma viku í
tíðarskeiðinum 15. august - 31. desember 2005.
Játtanin til starvið er fyri inniverandi ár, men er
ætlanin at virksemi skal halda fram.
Ynskiligt er at fáa starvsfólk við ergoterapeutiskari,
námsfrøðiligari e.l. útbúgving.
Lønar- og setanartreytir sambært avvarandi sátt-
málar.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
Annu Jacobsen,sjúkrarøktarfrøðing,á Vesturskin tlf.
448575.
Umsóknir saman við avritum av prógvum, viðmæl-
um o.ø.viðkomandi upplýsingum kunnu sendast til
Nes kommuna
Toftavegur
FO-650 Toftir
Og skulu verða kommunuskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 1. august 2005.
Nes kommuna
Landssjúkrahúsið
Avloysari fyri
deildarleiðara til B8
Avloysari fyri deildarleiðara á B8,
á 1,0 brøk,
verður við hesum lýst leyst til setan frá 1. sept.
ella eftir avtalu og til og við 30 apríl 2006.
Á deildini eru pláss til 12 kardiologiskar sjúklingar.
Deildarleiðarin hevur undir ábyrgd og við til-
vísing til leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á medis-
inska deplinum, ta sjúkrarøktarfakligu leiðsluna.
Vit kunnu bjóðað:
• Innleiðslu
• Fakliga kompetentar starvsfelagar
• Fjølbroyttar avbjóðingar
• Ávirkan á fakligu menningina
Krøv til umsøkjarar:
• Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Prógv innan leiðslu ella líknandi útbúgving
• Hollar royndir og fakligan áhuga innan økið
• Áhuga og royndir við fakligari starvsfólka-
menning á deildini
• Góð samstarvsevni, eisini tvørfakligt
• Royndir og hug til leiðslu
Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava leiðslu-
royndir/útbúgving og við cardiologiskari
eftirútbúgving.
Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Starvslýsing og nærri fæst at vita um starvið
við at venda sær til Heidi B. Rasmussen
varaleiðara telefon 304500 lokal 6068 ella 6008,
ella til Ásu Poulsen,leiðandi sjúkrarøktarfrøðing,
telefon 304500, lokal 6102 , e-post: asap@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 10. august 2005 kl. 12.00.
Skivligar umsóknir við CV, autorisation, avriti av
prógvum og viðmælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
att. Una Fagraberg
Lønar- og starvsfólkadeildin
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo
sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
»starvsfólk«
Summarfrí
Vegna summarfrí verður kommunuskrivstovan
stongd frá mánadegi 25. juli.
Opið verður aftur 8. august.
Sjóvar kommuna
Summarfrí
Skrivstovan er opin mánadagin 25. til og við
mikudagin 27. juli frá kl. 9.00-12.00.
Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er stongt.
Skrivstovan er stongd vegna summarfrí frá mána-
degnum 1.august til og við fríggjadagin 19.august
(viku 31., 32 og 33).
Havnar Handverkarafelag
S i l
i
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið