Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 3. august 2005 35 UTTAN ÚR HEIMI Saudiarabiski kongurin doyði í gjár. Hann var ein týðandi umboðsmaður hjá Vesturheiminum í Miðeystri Saudiarabia Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fahd ella Fahd ibn Abd al- Aziz, sum hann æt, røkti ymisk ráðharrastørv, til hann gjørdist krúnprinsur, tá bróður hansara Faysal doyði í 1975, og tá hin bróðurin, Khalid, doyði í 1982, tók Fahd við sum kongur. Samstundis røkti hann starvið sum forsætis- ráðharri. Árið fyri hann gjørdist kongur, kunngjørdi Fahd eina ætlan um, hvussu frið- ur skuldi fáast í lag ímillum Ísrael og tey arabisku lond- ini. Sum saudiarabiskur kongur hevði hann ein týðandi leiklut í tí arabiska heiminum. Hann virkaði alla tíðina fyri góðum viðurskiftum við USA og Vesturheimin, og tað gjørdi, at nógvir av hansara landsmonnum og aðrir arabar hildu lítið um hann. Sum kongur í Saudiarabia hevði hann kortini eina sterka støðu ímillum flestu muslimar. Hóast hann hevur borið kongsheiti, hevur Fahd ikki virkað sum kongur tey seinastu tíggju árini. Hann fekk ein hjartatilburð í 1995, og tað gjørdi, at hann var ikki førur fyri at røkja embætið. Tí hevur hálv- bróðurin Abdullah virkað sum kongur hesi árini. Fyri tveimum mánaðum síðani varð Fahd lagdur inn á eitt sjúkrahús í Riyadh við lungnabruna, og har doyði hann í gjár. Stutt eftir kunngjørdi almenna sjón- varpið, at Abdullah hevði tikið við sum kongur. Eyg- leiðarar vænta, at hann fer at reka sama uttanríkis- politikk sum hálvbróðurin. Saudiarabia er heimsins størsta oljuútflytaraland, og tá deyðsboðini av kongi frættust, hækkaði oljuprís- urin, so hann kom upp um 61 dollarar fyri tunnuna. Fahd kongur var fyri tøttum samstarvi ímillum Saudi- arabia og Vesturheimin, og hann var tí ikki væl lýddur allastaðni í tí arabiska heiminum. Á myndini hálv- bróðurin Abdullah, sum hevur virkað sum kongur seinastu árini Mynd: Reuters Fahd kongur deyður Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Valiant Týsdag 02.08 kl. 16.00 kl. 18.00 Mikudag 03.08 kl. 16.00 kl. 18.00 Hósdag 04.08 kl. 16.00 kl. 18.00 Batman begins Týsdag 02.08 kl. 18.15 kl. 20.15 Mikudag 03.08 kl. 18.15 kl. 20.15 Hósdag 04.08 kl. 20.30 www.batmanbegins.dk TM www.bio.fo • Telefon 31 19 56 www.sf-film.dk Bølle Bob Týsdag 02.08 kl. 16.30 Mikudag 03.08 kl. 16.30 www.boellebob.dk distribueret af uip ARETS DANSKE FAMILIEKOMEDIE FRA PRODUCENTEN AF KRUMMERNE KOMMER A lot like Love Týsdag 02.08 kl. 21.00 kl. 23.30 Mikudag 03.08 kl. 21.00 kl. 23.30 Hósdag 04.08 kl. 18.15 HßOIFDEBAH>K™ABIßDDBPBISABQ?BAPQBSBKPH>? Sin City Týsdag 02.08 kl. 23.00 Mikudag 03.08 kl. 23.00 Hósdag 04.08 kl. 23.00 Komandi filmar Return to sender fríggjadagin 05.08. Adams æbler fríggjadagin 05.08. Gongur væl hjá svium Tað gongur so væl hjá teim- um størstu fyritøkunum í Svøríki, og fyrra hálvár høvdu 25 tær størstu fyri- tøkurnar 150 milliardir krónur í avlopi, og tað er nógv meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, skrivar Dagens Nyheter. Eitt nú gongur tað sera væl hjá heilivágfyritøkuni Astra Zeneca. Hjá henni var avlopið teir fyrstu seks mánaðarnar í ár 25 milli- ardir krónur. Men eisini aðrar stórar fyritøkur so sum lastbilaverksmiðjan Volvo, telefyritøkan Eriocs- son, klædnafyritøkan Henn- es & Mauritz og orkufyri- tøkan Vattenfall hava mun- andi størri avlop í ár enn í fjør. Fíggingarfyritøkurnar so sum bankarnir Nordea og Handelsbanken fara væntandi eisini at al- mannakunngera sera góð úrslit fyri fyrra hálvár, skrivar blaðið. Svenska vinnulívið hevur framt umfatandi nýskipanir tey seinastu árini, og tað er úrslitið av teimum, sum vísir seg nú. Harumframt er sølan hjá fleiri fyritøkum vaksin nógv. Eitt nú er sølan hjá telefyritøkuni Ericsson vaksin næstan 10 milliardir krónur samanborið við fyrra hálvár í fjør. Býta jørðina øðrvísi Hóast tey svørtu hava tikið við politisku leiðsluni í Suðurafrika, eru tað fram- vegis tey hvítu, sum eiga at kalla alla landbúnaðarjørð- ina. Men tað skal eisini broyt- ast. Teir seinastu dagarnar hava fleiri hundrað umboð fyri ymsar bólkar hildið ráðstevnu í Johannesburg, har tey hava tosað um, hvussu jørðin kann býtast javnari ímillum svørt og hvít. Sum er eiga tey hvítu umleið 80 prosent av land- búnaðarjørðini, og í fleiri førum er talan um jørð, sum tey svørtu áttu, men sum bleiv tikin frá teimum, tá tann hvíti minnilutin ráddi í landinum. Stjórnin hevur sagt, at hon ætlar sær ikki at brúka somu harðrendu framferð sum myndugleikarnir í Zimbabwe, ið hava ognar- tikið at kalla alla jørð hjá teimum hvítu bøndrunum. Kortini ásannar stjórnin hjá Thabo Mbeki, forseta, at neyðugt er at taka stig, sum neyvan fara at fella í góða jørð hjá øllum. Forsetar skulu vaskast Fyri 65 árum síðani var listamaðurin Gutzon Borgl- um liðugur við ta kendu myndina av amerikonsku forsetunum George Wash- ington, Thomas Jafferson, Abraham Lincoln og Teddy Roosevelt í Mount Rush- more, men nú verða tær vaskaðar fyri fyrstu ferð. Arbeiðið at vaska tey fýra forsetaandlitini byrjaði fyri fjúrtan døgum síðani og verður ætlandi liðugt seinni í hesari vikuni. Menninir, sum gera arbeiðið, sleppa ikki at brúka nøkuur vaski- ella reinsievni, men bara reint vatn. Hóast andlitini ikki eru vaskaði í 65 ár, fara tey ikki at síggja stórt øðr- vísi út, skrivar AP. Gutzon Borglum fór undir arbeiðið at høggja tey fýra andlitini inn í klettin í 1927, og í 1939 var hann liðugur við tað seinasta. Tað var andlitið á Teddy Roose- velt.