hósdagur 4. august 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 145 - 4. august 2005
Teir høgrasinnaðu
jødarnir, sum royna
at forða afturtøkuni
úr Gaza-geiranum,
eru ein vandi fyri alt
Miðeystur, sigur ein
fyrrverandi ovasti í
ísraelsku fregnar-
tænastuni
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Carmi Gillon hevur verið
leiðari í ísraelsku fregnar-
tænastuni, og hann stúrir
fyri, hvat kann henda, nú
tey jødisku niðursetufólkini
skulu flytast úr Gaza-geir-
anum. Carmi Gillon sigur,
at tað eru ikki tey nógvu
túsund
mótmælisfólkini,
sum eru tann stóri vandsn,
men heldur tey fáu, men
sera víðgongdu á tí átrún-
aðarliga høgravonginum,
sum eru ein hóttan - ikki
bara fyri Ísrael, men alt
Miðeystur.
- Vit vita, hvørji tey eru.
Vit hava nøvn teirra, og eg
haldi, at vit áttu at sett tey í
varðhald, júst sum vit gera
við yvirgangsmenn ella
fólk, sum kunnu finna upp
á at fremja yvirgang. Í mín-
um eygum er eingin munur
á teimum og islamskum
yvirgangsmonnum, og vit
kunnu við góðari sam-
vitsku seta tey í varðhald
fyri at verja demopkratiið,
sigur Carmi Gillon við
Politiken.
Teir víðgongdu jødarnir
stava frá felagsskapinum
Jewish Defence League,
hvørs leiðari, rabbinarin
Meir Kahane, flutti úr USA
til Ísraels. Har eydnaðist
tað honum at verða valdur í
Knesset, men seinni tók
tingið órinið frá honum og
bannaði flokki hansara.
Hann er eisini dødmur fyri
rasismu.
Carmi Gillon vísir á, at í
apríl í 1982 tóku umleið 40
víðgongdir jødar eitt hotell
í einari jødiskari niðursetu-
bygd í Sinai, sum tá var
undir ísraelskum eftirliti.
Teir hóttu við at fremja
sjálvmorð fyri at mótmæla,
at Ísrael hevði játtaðat lata
egyptar fáa Sinai aftur.
- Tá máttu vvit í fregnar-
tænastuni gjalda ferðaseðil-
in hjá leiðara teirra, sum
hann kundi koma úr USA
at tosa teir til sættis. Ein av
teimum, sum hersettu ho-
tellið, var Baruch Gold-
stein, sum tólv ár seinni
myrdi ein hóp av palestin-
um í Hebron.
Carmi Gillon sigur, at tað
eru tær somu kreftirnar,
sum gera vart við seg, nú
niðursetufólkini skulu flyt-
ast úr Gazageiranum, og
hann stúrir fyri, hvat kann
henda.
- Hjá teimum er tað ikki
nóg mikið at ganga mót-
mælisgongu. Vit vita, at teir
hava fyrr havt ætlanir um at
spreingja al-Aqsa moskuna
í Jerusalem í luftina. Gera
teir tað, er vandi fyri einari
veruligari kreppu í Mið-
eystri, sigur fyrrverandi
ovastin í ísraelsku fregnar-
tænastuni, sum fyri nøkrum
árum síðani var ísraelskur
sendiharri í Danmark.
Øll tey 309 fólkini
sluppu við lívinum, tá
eldur kom í eitt flog-
far, sum fór út av
lendingarbreytini
FLOGÓHAPP
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tað var einki minni enn eitt
undur, at eingin lat lív, tá
eldur kom í tað franska
Airbus A340-flogfarið, júst
sum tað var í ferð við at
seta seg á Pearson Inter-
national Airport í kanad-
iska býnum Toronto fyrra-
kvøldið.
297 ferðafólk vóru við
flogfarinum, og manningin
taldi 12. Aftaná máttu 22
fólk undir læknahond, men
tey flestu høvdu bara fingið
smávegis snuddir.
Í gjár var ikki greitt, hví
flogfarið fór út av lending-
arbreytini, og hví eldur
kom í tað. Tað var illveður á
Toronto-leiðini fyrrakvøld-
ið og torusláttur, og summi
av ferðafólkunum vildu
vera við, at eitt snarljós
rakti flogfarið, júst sum tað
skuldi seta seg. Tey greiddu
eisini frá, at ljósið inni í
flogfarinum fór.
Onnur eygnavitni vildu
vera við, at motorarnir í
flogfarinum slóknaðu, tá
flogfarið hevði fingið hjól-
ini niður á lendingarbreyt-
ina.
Av tí at veðrið var so
vánaligt, var øll tilbúgving-
in á flogvøllinum til reiðar,
og tað tók bara 20 sekund
hjá teimum fyrstu bjarging-
armonnunum at koma til
flogfarið.
UTTAN ÚR HEIMI
Einki minni enn eitt undur
Teir víðgongdu jødarnir
kunnu seta eld á Miðeystur
Franska flogfarið fór einar 200 metrar út av lendingarbreytini og steðgaði tætt við ein motorveg
Mynd: Reuters
Sparingar í flogferðsluni
hava gjørt, at nógvir dansk-
ir flogskiparar hava ilt við
at finna nakað arbeiði í
Danmark ella í Evropa, og
teir hava tí einki annað í at
velja enn at leita sær ar-
beiði aðrastaðni í heimin-
um, skrivar Politiken.
Sambært blaðnum hava
fleiri fingið arbeiði hjá
flogfeløgum í India. Síðani
indisku myndugleikarnir
loyvdu fríari kapping á
flogmarknaðinum,
eru
fleiri nýggj flogfeløg stovn-
að, og tey vilja fegin hava
evropeiskar flogskiparar. Í
dag starvast umleið 2.500
flogskiparar hjá teimum
indisku feløgunum, men
framvegis er tørvur á
umleið 450 afturat, og tað
kemur teimum arbeiðs-
leysu donsku flogskiparun-
um væl við.
Indiska flogferðslan er
ikki merkt av sparingum,
heldur tvørturímóti. Sum er
hava flogfeløgini har bílagt
heili 450 nýggj flogfør frá
verksmiðjunum Airbus og
Boeing, og tí verður upp-
aftur størri tørvur á flog-
skiparum í komandi árum,
skrivar Politiken.
Arbeiðsleysir flogskiparar
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in