hósdagur 4. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 145 - 4. august 2005
Nú sleppa ikki bert
5000, men heili 7000
fólk á Summar Festi-
valin í Klaksvík. Og
sjálvt festivaløkið
verður nú eisini víðk-
að og røkkur heilt
niðan undir fótbólts-
vøllin. Øll tey 5000
upprunaligu atgongu-
merkini eru seld, men
við víðkingini eru nú
eini 1500 atgongu-
merkir eftir
SUMMARFESTIVALUR
Dagfinn olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Stóri áhugin fyri Summar
Festivalinum hevur fingið
fyrireikarar og myndug-
leikar í Klaksvík at taka
saman tøk, so festivalurin
nú verður víðkaður.
Økið verður víðkað og nú
ber aftur til at fáa atgongu-
merkir til festivalin, sum
annars hevur verið útseldur.
Markið var 5000 fólk.
Komið var uppá eini 5500
fólk við hjálparfólkum og
øðrum, men við víðkingini
sleppa nú 7000 fólk á
Summar Festivalin og tí eru
nú aftur eini 1500 atgongu-
merki tøk. Hesi verða seld í
forsølu til og við fríggja-
degnum og annars við dyr-
nar.
Dupult so stórur
Við víðkingini verður festi-
valurin dupult so stórur,
sum í fjør, tá eini 4000 fólk
leitaðu sær til Klaksvíkar.
Festivaløkið røkkur nú heilt
niðan undir fótbóltskýlið.
Har verður eisini reist eitt
1000 fermetra stórt tjald,
har sonevndi Flags-pallurin
verður. Hesin er ein av
trimum pallum. Hinir eru
Silva pallurin og Stóri Pall-
urin.
Klaksvíkar
Kommuna
hevur tikið sær væl av
Vágsbø og økinum annars,
har festivalurin skal hald-
ast, og hetta fegnast fyri-
reikararnir um.
- Vit hava roynt at funnið
eina loysn, nú áhugin fyri
festivalinum er so stórur, og
nú er so funnið fram til eina
góða loysn, metir Steintór
Rasmussen, fyrireikari.
Og eisini borgarstjórin í
Klaksvík fegnast.
Summarfestivalurin
er
eitt spennandi tiltak fyri
Klaksvíkina og setir Klaks-
víkina á heimskortið. Vit
vilja gera alt fyri, at býurin
er klárur til festivalin og at
festivaløkið er klárt, stórt
og gott, sigur Steinbjørn O.
Jacobsen, borgarstjóri.
Mikudagin hittust fyri-
reikarar, borgarstjóri og
løgreglan
umboðandi
myndugleikarnar, mitt í
Klaksvík og kundu teir
fegnast teir um, at teir í
felag hava funnið eina
loysn, so Summar Festival-
urin nú kann loyva 2000
fólkum afturat á festivalin
og harvið nøkta tann stóra
eftirspurning, ið hevur ver-
ið eftir atgongumerkjum.
Summarfestivalurin víðkar økið
og økir atgongumerkjatalið
Fyrireikarar og myndugleikar hava tikið stig til at víðkað Summar Festivalin, so rúm nú er fyri 7000 fólkum á festivalinum,
mótvegis teimum 5000 frammanundan. Steintór Rasmussen, fyrireikari, Hans Djurhuus, sýðslumaður og borgarstjórin
Steinbjørn O. Jacobsen fegnaðust mikudagin um, at teir í felag hava megnað at loysa trupulleikan