Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 4. august 2005 5 Urgutónleikur í Havnar kirkju Hóskvøldið 4. august fer organisturin Martin Nipgaard at spæla upp á urguna í Havnar kirkju. Martin, ið er tón- leikalesandi á kon- servatoriinum í Aar- hus, haðani hann tekur kirkjumusikalskt em- bætisprógv komandi ár, hevur seinastu trý summrini verið vikar- ur í Vesturkirkjuni og í Havnar kirkju. Í einar 40 minuttir fáa vit høvi til at lurta eftir tónleiki eftir Buxtehude, Bach, Boéllmann og Chick Corea, ið er jazz- musikari. Kvøldartónleikurin byrjar kl. 19.30. Pisukvøld í Miðlahúsinum í Havn Sunnudagin 7. august kl. 17:00 skipa Megin- felag Føroyskra Stu- denta og Altjóða Skrivstovan fyri kunn- andi fundi í Miðlahús- inum. Fundurin er ætl- aður teimum, ið fara undir hægri lestur utt- anlands. Nógvir eru spurn- ingarnir, ið stinga seg upp, tá ið flytast skal av landinum í lestrar- ørindum, og fundurin fer at snúgva seg um praktisku, fíggjarligu og sosialu viðurskift- ini, ið eru hent at hava greiðu á, áðrenn farið verður undir eitt nýtt lestrarlív. Av hesum kunnu nevnast íbúðar- og skattaviðurskifti, stuðulsskipanir og lestrarbyrjan sum heild. Umframt umboð fyri MFS og ASK, vera føroysk lesandi frá ymsum donskum býum, Norðurlondum, Stóra Bretlandi og øðr- um londum við á fund- inum, og høvi verður at seta teimum spurn- ingar um lestrarlívið í ávísa landinum. Flogvøllurin í Vágun- um hevur havt ein vøkstur í ferðafólka- talinum uppá sløk tíggju prosent higartil í ár FLOGFERÐSLA Stefan í Skorini Samlaða ferðafólkatalið higartil í ár hevur verið 108.868 móti 99.087 sama tíðarskeið í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 9,9% higartil í ár. Tað eru fyrst og fremst farleiðirnar til Danmarkar, ið hava havt størsta vøksturin higartil í ár, nevniliga 8,8%. Í juli mánaða í ár hava tilsamans 27.966 fólk ferð- ast um floghavnina. Hetta er 7,4% fleiri enn juli í fjør, tá talið var 26.046, ella nærum tað sama sum alt árið 1972. Framgongdin hevur verið á øllum farleið- um uttan til Stórabretlands. Rokmiklasti dagurin higar- til í ár var 19. juli, tá 1.552 ferðaðust um floghavnina. Operatiónirnar, tvs. frá- ferðir og komur, í juli í ár hava verið 666 móti 551 í juli í fjør. Hetta svarar til 20,9% fleiri operatiónir enn sama tíðarskeið í fjør. Higartil í ár hava operatión- irnar verið 3.281 móti 2.852 í fjør, ella ein øking svarandi til 15,0%. Fram- gongdin sæst serliga aftur í rutuflúgvingini. Samlaði startmassin, ið er samlaða vektin á flog- førunum, er, fyri fyrstu ferð í ár, farin upp um start- massan fyri sama tíðarskeið í fjør. Úr 86.474 tonsum upp í 86.789 tons svarandi til ein vøkstur uppá 0,4%. Sambært upplýsingum, ið floghavnin hevur fingið frá Atlantsflog er flogpost- urin 11,4% minni enn í fjør. Annar flogfarmur er hig- artil í ár 7,0% minni sam- anborið við í fjør. Støðugur vøkstur í ferðafólkatalinum Flogferðslan um flogvøllin í Vágunum er vaksin við sløkum tíggju prosentum higartil í ár Útlendingapolitikkur landsstýrisins er ikki fallin í góða jørð hjá føroyingum flestum. Tað vísir ein mein- ingakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tarablaðið. Jógvan við Keldu fer ikki at leggja á annan bógv orsakað av hesi kanningini ÚTLENDINGA- POLITIKKUR Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Landsstýrið hevur ikki fólksins stuðul í førda út- lendingapolitikkinum. Tað er niðurstøðan av eini meiningakanning, sum varð kunngjørd í Tarablað- num í síðstu viku. Gott og væl 500 fólk eru spurd í kanningini. Spurningurin, sum verð- ur settur í kanningini, ljóð- ar soleiðis: Hvussu ert tú nøgd/ur við útlendingapoli- tikk landsstýrisins? Nærum ein triðingur, 31 %, sigur seg vera sera ónøgdan við tann førda útlendingapolitikkin. 20 % av teimum spurdu siga seg vera ónøgd, og 17 % eru nærri ónøgd. Sostatt eru 68 % av teim- um spurdu ónøgd við út- lendingapolitikkin, sum Jógvan við Keldu úr Fólka- flokkinum hevur staðið fyri vegna hesa samgonguna. Bert 1 % av teimum gott og væl 500 spurdu siga seg vera sera væl nøgd við útlendingapolitikk lands- stýrisins. 15 prosent eru nøgd, og 9 prosent eru nærri nøgd. Landsstýrið hevur tí ein fjórðing av teimum spurdu aftanfyri seg í útlendinga- politikkinum, meðan heili 68 prosent eru ónøgd við politikkin hjá sitandi lands- stýri á hesum økinum. Sjey prosent vita ikki, hvat tey skulu halda um útlendinga- politikkin hjá landsstýrin- um. Størst ónøgd í Tjóð- veldisflokkinum Kanningin vísir eisini, hvussu býtið millum flokk- arnar er í hesum spurning- inum. 37 prosent av veljar- um Fólkafloksins stuðla sínum manni í landsstýrin- um. Mótstøðan er sjálvsagt harðast í størsta andstøðu- flokkinum, har 80 prosent geva sína ónøgd til kennar, og bert 22 prosent av sam- bandsveljarunum taka undir við útlendingapoli- tikki landsstýrisins. Tølini fara at broytast Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður við innlendis- málum, letur seg ikki taka av fótum av hesi kanning- ini. - Eg eri sannførdur um, at hesi tølini fara at broytast sum frálíður, og vit fara ikki at gera nakra serliga broyting í tí førda politikk- inum, fyrr enn útgreiningin av útlendingapolitikkinum er liðug, sigur Jógvan við Keldu í viðmerking til kanningina, sum ikki gevur landsstýrinum serliga góð skoðsmál. Hann skilir hinvegin væl ónøgdina, sum kemur til sjóndar í kanningini, og hann viðgongur eisini, at hann ikki hevur gjørt alt rætt í handfaringini av mál- inum. Hann trýr hinvegin fult og fast uppá, at fólkið í longdini fer at taka undir við landsstýrinum. - Eg havi kanska ikki gjørt alt rætt, men fólk fara at taka undir við okkara politikki. Tað at vit hava tikið málið upp á hendan hátt hevur havt við sær nakrar rembingar, men úr- slitið verður, at vit fáa ein skipaðan útlendingapoli- tikk, sum vit ikki hava havt áður, sigur Jógvan við Keldu, sum ikki fer at leggja á annan bógv or- sakað av hesi kanningini. Landsstýrið hevur sett í verk eina útgreining av út- lendingapolitikkinum, sum verður liðug í heyst. Út- greiningin verður gjørd av embætismonnum í inn- lendismálaráðnum saman við einum politiskum fylgi- bólki við einum umboði fyri hvønn flokk. Í løtuni umboða íbúgvar- nir í Føroyum umleið sjeyti tjóðir umframt tær norður- lendsku tjóðirnar. Gallup-kanning: Útlendingapolitikkurin kolldømdur Gallup kanningin vísir eina greiða ónøgd við tann førda útlendingapolitikkin hjá landsstýrinum. Stabbamyndin er tikin úr Tarablaðnum