hósdagur 4. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 145 - 4. august 2005
– Vit standa nú í eini
humaniterari kreppu,
har børn doyggja
eisini hesa løtuna,
sigur norðmaðurin
Jan Egeland
HUNGUR
Snorri Brend
Niger: – Heimssamfelagið
hevur ikki latið við seg
koma um hungurskreppuna
í fátæka vesturafrikanska
landinum, Niger!
So avgjørdur er norð-
maðurin, Jan Egeland, sum
er varaaðalskrivari í ST-
felagsskapinum fyri huma-
niter mál.
Kemur hjálpin ikki skjótt
fram til Niger, fara í minsta
lagi
150.000
børn
at
doyggja av svongd, metir
Egeland, sum eisini sam-
skipar neyðhjálpina hjá ST.
Neyðhjálparfólk í Niger
siga frá, at børn nú doyggja
sum flugur í neyðhjálpar-
miðstøðunum í sunnara
parti av landinum.
Íalt eru 2,5 mió. fólk,
harav 800.000 børn hótt av
hungursneyðini í landinum.
– Niger er eitt gott dømi
um misrøkta neyðhjálpar-
støðu, har ein ikki lætst
hoyra allar ávaringarnar,
segði Egeland herfyri við
bretska sjónvarpið BBC.
– Vit standa nú í eini
akuttari
humaniterari
kreppu, har børn doyggja
júst í hesi løtuni, segði
hann.
Longu í heyst ávaraðu
serfrøðingar um, at tørv-
andi hjálp úr útheiminum
til Niger fór at føra til eina
hungurskreppu.
Í mai mánaði í ár heitti
ST-stovnurin fyri føðivarur,
saman við stjórnini í Niger,
á alheimssamfelagið um 16
mió. dollarar í neyðhjálp.
Men tey fingu nærum
einki.
– Nú hava vit so biðið um
íalt 30 mió. dollarar, og eg
havi teir seinastu dagarnar
fingið hópin av positivum
tilsøgnum, segði Egeland.
Norðurlendskur
stuðul
Úr Norðurlondum hava
bæði Danmark, Noreg,
Svøríki, eins og Týskland,
Belgia,
ES,
Sameindu
Arabisku
Emiratini
og
USA givið tilsagnir um íalt
10 mió. dollarar í hjálp.
Danmark var millum
londini var millum tey
londini, sum vóru fyrst við
neyðhjálpini.
– Longu 29. juni góvu vit
1,6 mió. kr. til føðivaru-
ætlanina í Niger, sigur
Stefan Islandi frá deildini
fyri humanitera hjálp í
danska uttanríkismálaráðn-
um.
Í mai gav danska uttan-
ríkisráðið haraftrat eina
mió. kr. til privata felags-
skapin CARITAS til sama
endamál.
Reyði Krossur Føroya
hevur longu sent eina
upphædd til neyð-
hjálpina í vesturafrik-
ansku londunum. Og
felagsskapurin ætlar
at senda líka nógv
seinni
NEYÐHJÁLP
Snorri Brend
Havn: Hjá Reyði Krossi
Føroya hava tey eisini fylgt
væl við í kreppuni, sum
hevur rakt vesturafrik-
anska landið Niger.
Og tey hava eisini lagt
ætlanir um, hvussu tey – og
føroyingar annars – kunnu
veita teimum svøltandi eina
hjálpandi hond.
Á fundi í Reyða Krossi
fyri ólavsøku avgjørdi fel-
agsskapurin
at
senda
50.000 kr. til neyðhjálpina í
hesum afrikanska landinum
og londunum har í nánd, ið
eisini eru illa rakt av
hungri.
– Nú fær so almenning-
urin høvið at lata eina gávu
til hetta arbeiðið. Kundu vit
savna inn einar 50.000 kr.
aftrat, so hevði tað verið
óført, sigur Suni Vinther
við Sosialin.
Í desember
Á fundinum í Reyða Krossi
varð tosað um, hvussu tey
best kundu stuðla teimum
neyðstøddu í Niger.
Semja var um, at tey
skuldu lata hesar 50.000 kr.
til hesi vesturafrikansku
londini, ið eru illa rakt av
skerpingi og hungri.
Samstundis við hetta
hevur felagsskapurin sett út
bússur í fleiri enn 150
handlar, matstovur, bensin-
sølur og aðra staðni kring
ein stóran part av oyggj-
unum.
– Vit miða eftir at kunna
senda einar 50.000 kr. ella
meiri til tey hungursraktu
børnini. Hetta kann gerast
longu í desember mánaði,
sigur Suni Vinther.
Hinvegin ber eisini til at
stuðla innsavningini við at
ringja á tlf. 905656 ella
senda pening til konto í
peningastovnunum,
ella
snøgt sagt við at gerast
limur í Reyða Krossi.
Milliónir av menn-
iskjum tørva mat í
Niger, men eisini
grannalondini Mali,
Burkina Faso og
Mauritania eru hart
rakt av skerpingi og
minkandi grøði
HUNGUR
Snorri Brend
Neyðhjálpin er byrjað at
koma til vesturafrikanska
landið Niger.
Her hevur turkur ført við
sær, at ein triðingur av
teimum 11,5 mió. íbúgvun-
um í landinum ikki fáa tann
matin, tey hava tørv á.
Serliga hesa seinastu vik-
una hevur ST merkt, at
íkastið frá heimssam-fel-
agnum er farið at gera mun.
Hetta
megnartak
skal
bjarga fólki í 100.000 tali –
serliga
børnum
–
frá
hungursdeyðanum.
Børn ringast fyri
Ein teirra sum er við í
hjálpararbeiðinum
er
norska Johanne Sekkenes.
– Børnini hava tað sera
vánaligt, tá tey koma til
klinikkir okkara. Tað er
trupult at bjarga teimum, tí
støða teirra er so vánalig.
– Mammurnar hava ofta
gingið í tímar, tá tær koma
fram, og tær eru haraftrat
óttafullar fyri hinum børn-
unum, sum eru heima við
hús, sigur Johanne Sekke-
nes í Læknar Uttan Landa-
mørk við norsku tíðinda-
stovuna NTB.
5% doyggja
Læknar Uttan Landamørk
hava
bjargað
85%
av
12.000 børnum sum hava
verið til lívbjargandi við-
gerð. Men 5% hava verið so
veik, at tað hevur ikki verið
gjørligt at bjarga teimum.
CARE og aðrar altjóða
hjálp-arfelagsskapir
eru
eisini í holt við tað stóra
arbeiðið sum tað er at
bjarga mannalívum.
Niger varð rakt av turki
og grashoppum sum oyði-
løgdu ein stóran part av
grøðini í fjør.
Eisini
grannalondini
Mali, Burkina Faso og
Mauritania vórðu rakt av
somu ólukkum. Í hesum
londum eru í minsta lagi
1,6 mió. menniskju bein-
leiðis tørva rætta føði. Bara
í Mali metir ST at í minsta
lagi 1,1 mió. menniskju
tørva mat í ár.
Niger fær hjálp úr Føroyum
Hungurin í Afrika økist og økist
Niger
Íbúgvaratal: 11,361 mió.
Fólkabólkar: 56 % hausa, 22 % djerma og onnur
uppruna fólkasløg
Stødd: 1.266.700 ferkilometrar
Høvuðsstaður: Niamey
Stýriskipan: Lýðveldi
BTÚ fyri hvønn íbúgva: 800 US-dollarar
Mál: Franskt (alment), hausa, djerma
Religión: 80 % islam, kristin og upprunaligar
religiónir
FAKTA
Skjót hjálp er dupult hjálp
Føroysk
innsavnan
til Niger
Neyðhjálp: – Vit før-
oyingar kunnu saktans
klára okkum við minni.
Og tí átti at borið til hjá
øllum at sent pening til
tey neyðstøddu.
Samstundis við ar-
beiðið sítt sum gull-
smiður, fylgir Leif Erik
Niclasen av Argjum
sera væl við í tí krepp-
uni, sum hevur rakt
Niger.
Hann hevur tí sett í
verk eina innsavning,
hvørs endamál er at
veita pening til hung-
ursrakt
smábørn
í
Niger.
Hann hevur stovnað
konto’ir í øllum pen-
ingastovnunum,
har
fólk kunnu lata eina
upphædd til hetta enda-
málið.
Og sum hann tekur
til: – Peningurin verður
latin víðari, tá trygd er
fingin fyri at hann
kemur á rætta stað!
Leif Erik sigur, at tá
ein sær myndirnar úr
Niger so sigur tað tóma
og úttrykksfulla and-
litsbragdið á børnunum
alt.
– Tú ivast ikki eina
løtu í, at hesi børnini
tey hava tað veruliga so
trupult, sum eingin
okkara dugir at ímynda
sær, sigur hann.
Í mun til okkum, so
er tað hjá teimum ein
spurningur um lív ella
deyða, meðan tað hjá
okkum meiri er talan
um grenj av ymiskum
slagi.
– Í gjár var ein
fremmandur
maður
inni í handlinum hjá
mær. Hann helt nógv av
hesum
vælútbygda
landinum, og segði, at
Føroyar vóru at meta
sum eitt paradís.
– Tað hevur hann so
púrasta rætt í. Men
spurningurin er so, um
vit ikki kunnu lata eitt
sindur av øllum hesum
til tey, ið einki hava,
sigur Leif Erik.
Innsavning hansara
umvegis peningastovn-
arnar varir árið út. Til
ber eisini at biðja um
sjálvbodna fasta flyt-
ing.
sb.
Børnini eru tey, sum eru ringast fyri. Her er ein mamma komin til eina miðstøð fyri neyðhjálp
við hungursrakta barni sínum. Spurningurin er, um hon ikki kom ov seint ....