Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 4. august 2005 7 Summarprix í Klaksvík TÓNLEIKUR Komandi vikuskiftið verður summarfesti- valur í Klaksvík, og nóg tónleikatiltøk eru á skránni. Fleiri barna- tiltøk fara at seta dám á vikuskiftið, og eitt av teimum verður í KÍ- høllini fríggjakvøldið frá klokkan 19 til 20. Tá skipar Angela, sum øll børn í Føroy- um kenna, fyri »summarprix« sang- kapping fyri børn í aldrinum 6-13 ár. Ingibjørg Hansen úr Mikladali, sum vann Nósabarnaprix, kemur á vitjan og fer at syngja nøkur góð og kend løg. Tilmelding fer fram á tlf. 26 16 07. Luttak- arar kunnu eisini melda seg til kapp- ingina fríggjakvøldið í høllini, men talið av luttakarum er avmark- að. Vinnarin fær eina peningagávu á 300 kr. og atgongumerki til øll undanumførini og finaluna í Nósabarna- prix 2006. Eyð í finaluni SANGKAPPING 23 ára gamla Eyð Berghamar, sum er føroyskur útiseti búsit- andi í Keypmanna- havn, er sloppin í mán- aðarfinaluna í kapp- ingini Nordic Bands Unsigned, sum MTV og Samsung skipa fyri. Mánaðarfinalan er hesa vikuna. Makrel hava longu vunnið sær veg í finaluna í hesi kapping. Í kappingini verður kappast um ein út- gávusáttmála, sum er galdandi fyri øll Norð- anlond. Bólkurin hjá Eyð eitur Eyd og lagið eitur They did you wrong. Tað ber til at at- kvøða til og við fríggjadag á miðdegi, á hvørjari teldu kann man atkvøða eina ferð um døgnið. Um tit vilja verða við til at av- gera, hvør sleppur víð- ari hesa vikuna, kunnu tit hoyra øll løgini og atkvøða fyri tí lagnum tykkum dámar best á www.nordicunsigned.com Annika Hoydal er millum teirra, sum tekur lut á Listastevn- uni í ár. Hon og Jógvan Dahl fara saman við tónleikarum at føra fram í Suðuroynni, á Sandi, á Glyvrum og í Havn. Talan verður um blandað tilfar, sigur Annika, sum í løtuni arbeiðir við eini nýggjari barnafløgu, nú 30 ár eru síðani hon gav eina barna- plátu út, sum í dag stendur sum ein klassikari TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Listastevnan fer av bakka- stokki fyrsta dagin og tiltøk eru í Havn og kring landið. Annika Hoydal kom til Føroya týsdagin. Annika Hoydal og Jógvan Dahl fara á pallin listastevnu- dagarnar. Tey eru bæði kend úr Harkaliðnum og hvør sær. Til Listastevnuna fyri tveimum árum síðani skuldu tey spæla og tá settu tey seg í samband við tón- leikararnar Eyðun Hansen og Kaj Johannesen. - Hetta vísti seg at vera ein samanseting, sum veru- liga riggaði, siga Jógvan og Annika, og síðani hava tey roynt at hildið fast við hesa manning, tá okkurt hevur verið á skránni. Fólkatónleikur og satira Fólk kenna Jògvan Dahl og Anniku Hoydal frá Harka- liðnum, ið legði dent á fólkatónleik og ikki minst satiru. Bólkurin spratt eis- ini úr kabarettunum í Sjón- leikarhúsinum og spældi eisini nógv í Danmark og gav fleiri útgávur út. Seinni hava tey eisini verið við í ymsum høpum og Annika hevur fleiri soloútgávur á baki. Mong minnast fyrstu út- gávu hennara, ið nevndist Til børn og vaksin Frá Anniku, ið hon gav út við hjálp frá Ian McCalman. Í november kemur ein nýggj barnafløga. - Og tað er nokkso stutt- ligt, tí nú eru so mong ár síðani hin kom út, so henda nýggja fløgan kemur at eita Til børnini hjá børnun- um Frá Anniku, sigur Annika og hugleiðir um, at Ian McCalman hevur gjørt ein sera hóskandi húsa við eini gamlari mynd, har Annika sum smágenta sitir í fanginum hjá pápa sínum. Nýggja fløgan kemur út um somu tíð, sum Annika fer um tey sektsi árini. Annika og Jógvan gleða seg at sleppa at ferðast eitt sindur kring landið, tí tey hava ikki spælt so nógv á bygd. Tey spældu í Havn og nógv í Danmark, men hava í Føroyum ikki verið so nógv uttan fyri høvuðs- staðin í tónleikahøpi. Vit gleða okkum at koma út at bygd at spæla og eisini at leita aftur á gamlar gøtur, sigur Annika og sipar til byrjanina við Harkaliðnum í Sjónleikarhúsinum. Fyri eini 15 árum síðani hevði Harkaliðið nakrar vælvitjaðar konsertir í Norðurlandahúsinum. - Onkur tók tá til, at vit høvdu kenst síðani Annika var rund og bøllut og hinir sera klænir, men at tað nú er beint hinvegin, sigur Annika og hon og Jógvan eru beinanvegin aftur í góða skemtingarlagnum, sum eyðkennir limirnar í Harkaliðnum. Nýggja samansetingin við Anniku og Jógvani á odda er boðin til Dan- markar í Føroyahúsið at spæla í oktober og tað gleða tey seg til. Suðuroy, Sandoy, Glyvrar og Havn Men fyrst stendur Lista- stevnan fyri framman og fyrsta framførslan verður í Stóra Pakkhúsi í Vági leygarkvøldið 6. august klokkan 21. Á Sandi spæla Annika og Jógvan og tón- leikararnir í Virkinum tann 8. august klokkan 20., og á Glyvrum 10. august. klokk- an 20. Framførslur vera í Sjónleikarhúsinum í Havn 12. og 13. august klokkan 21. Science Fiction hevur givið út nýggja fløgu, ið nevnist Cross- roads. Tað eru 20 ár síðani band kom út við bólkinum. Góða gamla tilfarið er við í talgildum hami og so er ein fløga við nýggjum løgum FLØGUUMRØðA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Science Fiction úr Klaksvík gjørdist í 1985 ársins live- bólkur í eini slíkari kapping í Føroyum. Í kjalarvørr- inum kom ein útgáva, ið gjørdist væl umtókt, m.o. minnast vit løgini Í Skúri og The Runaways. Seinni gjørdist sangarin Jákup Marnar Antoniussen eisini kendur frá samstarvinum við Óla Poulsen í m.a. bólkinum Blátt. Men nú, 20 ár seinni, eru Science Fiction aftur tøkir við útgávu. Umframt, at hetta er ein nýggj útgáva, er gamla bandútgávan frá 1985 eisini tøk í hesi dup- ultfløguni. Teir góðu gomlu sangir- nar frá 1985 kenna vit beinanvegin aftur og kunnu fegnast um at hava møgu- leikan at ognast teir í tal- gildum hami. Nýggi tónleikurin á fløg- uni, ið eitur Crossroads, er serstakliga trúgvur mót- vegis stílinum, sum vit kendu bólkin fyri frá fyrru útgávuni. Jákup Marnar hevur góða og eyðkenda rødd, ið setir dám á tón- lekin og røddin er ikki fánað. Í stíli er í stóran mun tal- an um sama stíl, hvørt vit so velja at nevna tað country merktan popp/rock ella okkurt annað. Ofta vakurt borið fram. Í støðum er kanska meira talan um rock ella rockballadur. Tekstsíðan er trúgv mót- vegis upprunanum frá 1985. Sangirnir eru á ensk- um, men tó tykist ein menning vera farin fram og eisini merkist ein farri av afturlítandi sorgblídni. Ungdómurin, vinir, ið komu og fóru. Men eisini tyngri og álvarsligari mál eru til umrøðu í tekstunum í dag: Vakri og sigandi sangurin Don’t turn the blind Eye snýr seg til dømis um eitt so álvarsligt mál , men tíverri vanligt í gerndisdeg- num, sum blóðskemd og siðamisbrot. Stuttligt ella áhugavert er, at onkur av tekstunum er tikin av einum tekrússi úr Nýfundlandi og so er bryggjað víðari. Hugvekj- andi; ein sær viðkvomu sálina fyri sær, yrkjaran, sum í fjarskotnum einsemi á fiskileið finnur pennin fram við íblástri frá áskrift- ini á einum tekrússi. Men um tað var júst so tað hendi, skal her ikki skrivast undir uppá, tí tað veit ummælarin ikki, men stuttligt er altíð at fáa eitt sindur at vita um upprunan til ein sang og so hevur ein hug og loyvi til at ímynda sær restina sjálvur. Men kanska kom yrkjarin bara fram á hetta tekrúss á eini køkshill í Klaksvík - hvør veit? Men hetta ger ikki tekstin verri. Tónleikararnir eru ikki verri í dag, enn fyri 20 árum síðani, fyri at siga tað so. Og tøkniliga er sjálv- sagt eisini framgongd. At teir eru trúgvir mót- vegis stílinum, sum teir høvdu á fyrru útgávuni, kann eisini vera teimum til rós. Tað eru nevniliga als ikki allir føroyskir tónleik- arar, serliga í útgávuhøpi, ið megna at staðfesta ein stíl og slett ikki at halda hann, um talan er um fleiri útgávur. Og tónleikurin er av slík- um slag, sum rakar ein breiða fjøld av føroyingum, eins og fyri 20 árum síðani, so vóninar fyri góðari mót- tøku skuldu verið góðar, nú Science Fiction - (framtíðar- lýsingin) - kemur fram aftur úr tokuni frá áttatiárunum. Absalon Østerø spælir trummur, slagverk, Jóan P. Hansen guitarar, mandolin, Heri Ziska Dahl, tangentar og Jákup Marnar Antonius- sen syngur og hann hevur eisini gjørt orð og løg, eins og hann í stóran mun gjørdi á fyrru útgávuni. Erik Biskupstø stóð fyri upptøkunum í Studio Pega- sus. Gestasangarar eru Tóra við Keldu, Torkil Mørkøre og Arnfríð Lutzen. Ingi Isaksen og Torkil Mørkøre tóku eisini upp, Hans Poul- sen ljóðblandaði og Lhen- ert Kjeldsen mastraði. Gunnar Nolsøe hevur skrivað stutta, men áhuga- verda lýsing av bólkinum, tíðini og útgávunum báð- um. Tutl gevur út. Annika og tey á ferð kring landið Annika Hoydal og Jógvan Dahl fara á ferð kring landið í samband við Listastevnuna. Saman við teimum eru tónleikararnir Eyðun Hansen og Kaj Johannesen Nýtt og tað góða gamla