hósdagur 4. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 145 - 4. august 2005
- Vit eru langt aftan
fyri okkara granna-
lond á granskingar-
økinum, og tað fer at
taka langa tíð at upp-
byggja eitt gransking-
arumhvørvi í Føroy-
um, sigur Gestur
Hovgaard, granskari
GRANSKING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
- Vit mugu byrja at disku-
tera innihaldið. Hvat skulu
vit granska? Hvussu skulu
vit skipa granskingina? Tað
mugu vit spyrja okkum
sjálvi, heldur Gestur Hov-
gaard.
Hann er leiðari fyri
Granskingarverkætlanina
fyri økismenning og ein av
teimum føroyingunum, ið
hevur fingist mest við
gransking. Nú landsins
myndugleikar hava sett út í
kortið, at ein triðingur av
inntøkunum frá einskiljing
skal nýtast til gransking, er
líkt til, at gransking fer at
møta politiskari vælvild.
Bæði andsstøða og sam-
gonga eru í øllum førum í
orðum samd um at nýta
munandi meira pening til
gransking.
Sambært Gesti Hovgaard
skulu vit ikki vænta okkum
eina granskingarkollvelting
í morgin. Tað tekur nógva
tíð at uppbyggja tað rætta
umhvørvið, heldur hann.
- Tað er sjálvandi gleði-
ligt, at landsstýrið er farið
at
raðfesta
gransking
hægri. Men vit mugu spyrja
okkum sjálvi, hvussu skapa
vit tað rætta umhvørvið, og
hvat skal granskingin inni-
halda, spyr Gestur Hov-
gaard.
Fyri økismenningar leið-
aran hevur tað alstóran
týdning, at tað í Føroyum
verða
skaptar
nakrar
mekanismur,
ið
skapa
innihald fyri granskingina.
- Vit mugu seta okkum
niður og finna eina strateg-
iska
ætlan
fyri
allan
granskingina. Vit eru langt
aftan fyri okkara granna-
lond á granskingarøkinum,
og tað fer at taka langa tíð
at uppbyggja eitt gransk-
ingarumhvørvi í Føroyum,
sigur Gestur Hovgaard.
Altjóða kapping
Eins og við vinnulívinum
er kappingin á gransking-
arøkinum
hørð
millum
lond. Bestu granskararnir
eru eftirspurdir í nógvum
londum.
- Hava vit fólkini til at
fremja granskingina, og
klára vit at skapa teimum
tað rætta umhvørvið, so-
leiðis at áhugavert er hjá
teimum at vera í Føroyum.
Hesar spurningar eiga vit at
seta okkum sjálvum. Tað
tekur rættiliga langa tíð at
uppbyggja tað rætta um-
hvørvið.
Tað er ikki so týdningar-
mikið fyri Gest, um tað
verða føroyingar ella út-
lendingar,
ið
manna
granskingarsessirnar.
- Tað er í prinsippinum
líka mikið, um tað er ein
føroyingur ella ein kinverji,
sum granskar í Føroyum,
sigur Gestur Hovgaard.
Eitt nú í Danmark er
skipað soleiðis fyri, at út-
lendskir granskarar, sum
bert steðga eitt avmarkað
tíðarskeið, fáa nakrar mun-
andi skattafyrimunir. Og
tað kann eisini hugsast, at
tað verður neyðugt at skapa
líknandi fyrimunir í Føroy-
um. Eisini í øðrum londum
verða fyrimunir skaptir fyri
útlendskar granskarar.
-
Kappingin
innan
gransking
er
gróthørð.
Eisini í Danmark fara um-
støðurnar at broyta seg, tí
altjóða fyritøkur kunnu ikki
bíða í nógvar mánaðir eftir
einari málsviðgerð, sigur
Gestur Hovgaard.
Raðfesta
Fremstu
ídnaðarlondini
nýta millum fýra og seks
prosent av teirra BTÙ til
gransking. Í Føroyum er
hetta talið nógvar ferðir
lægri. Í ólavsøkurøðuna
sigur løgmaður, at Føroyar í
2015 skulu nýta 3% av
BTÚ til gransking. Hetta
merkir leysliga einar 350-
400 milliónir. Gestur Hov-
gaard sigur seg ikki duga at
meta um tað er nóg mikið,
at landsstýrið nú ætlar at
nýta ein triðing av ein-
skiljingarinntøkuna
til
gransking.
- Sæð frá mínum sjónar-
miði haldi eg tað vera
tørvur
á
nógv
meira
gransking innan samfelags-
frøði. Vit hava alt ov lítið av
gransking á hesum økinum
sum er, og kanningar hava
víst, at hetta eru sera góðar
íløgur fyri samfelagið, sig-
ur Gestur Hovgaard.
Spurdur, hvat Føroyar
eiga
at
raðfesta
sína
gransking, sigur Gestur
Hovgaard, at hann ikki
heldur, vit í Føroyum skulu
sikta bert eftir einum øki,
men eftir fleiri økjum.
- Vit megna ikki at vera
við á øllum økjum, men eg
haldi, at vit eiga at raðfesta
útvald øki innan grund-
økini, t.e. humanistiska-,
náttúruvísindaliga- og sam-
felagsvísindaliga
økini,
sigur Gestur Hovgaard.
Hann nevnir sum dømi,
at tað verður tosað nógv um
umsiting, og tá verður ofta
hugsað um løgfrøði.
- Har eru nógv onnur øki,
eitt nú organisatión, sum
kundu verið áhugaverd
innan tað samfelagsliga,
sigur Gestur Hovgaard.
Yvirbygving á øllum
útbúgvingum
Rektarin á Fróðskaparsetr-
inum, Jóan Pauli Joensen,
bar í útvarpinum hjá Kring-
varpi Føroya fram, at hann
ímyndar sær, at innan løg-
frøði verður skipað soleiðis
fyri, at eftir lokna bachelor
útbúgving
uttanlands
kunnu lesandi taka ein
yvirbygning ella master á
Fróðskaparsetrinum.
Gestur Hovgaard heldur,
at tað sama skuldi verið
galdandi fyri flest allar
útbúgvingar.
- Tað vísir seg, at tað er á
yvirbygninginum, at fólk
skapa sær ein serkunnleika.
Tað hava vit brúk fyri her í
Føroyum. Tað er eisini eitt
nógv tættari samband mill-
um útbúgving og gransking
á yvirbygningum, sigur
Gestur Hovgaard.
Hann sigur seg ásanna, at
tað verður torført at skipa
grundútbúgvingar innan øll
øki í Føroyum, og tað eru
onnur lond munandi betri
før fyri enn Føroyar, heldur
hann. Men tað týdningar-
mesta er, at vit finna útav,
hvørji øki, vit vilja raðfesta.
Kjarnin í øllum hesum er,
hvussu fáa vit tey røttu
fólkini, heldur Gestur Hov-
gaard.
Mugu skapa innihald
í granskingini
Tað er sjálvandi gleðiligt, at landsstýrið er farið at
raðfesta gransking hægri. Men vit mugu spyrja
okkum sjálvi, hvussu skapa vit tað rætta
umhvørvið, og hvat skal granskingin innihalda,
spyr Gestur Hovgaard.
Ókeypis festi-
valdansur
Bæði fríggjakvøldið og
leygarkvøldið
verður
dansur á Summar Festi-
valinum. Konsertirnar á
festivalinum enda um
eitt-tíðina fríggjakvøld-
ið og um tvey-tíðina
leygarkvøldið, men frá
kl. 02.00 og til 04.00
verður dansur í tí stóra
tjaldinum, sum verður
reist við fótbóltsskýlið.
Hetta er tjaldið, sum
verður kallað Flags-
pallurin.
Fríggjakvøldið fer All
That Rain at spæla til
dans, og leygarkvøldið
eru tað Showmenn, sum
standa fyri undirhald-
inum á pallinum.
Dansurin
verður
ókeypis fyri øll, ið hava
atgongumerki til festi-
valin, og fólk, sum hava
hug at fara í dans, fáa tí
ein framúr góðan møgu-
leika til tað við tveimum
av bestu bólkunum í
landinum til júst slík
tiltøk.
Eyðun Nolsøe
í Rex
TÓNLEIKUR
Tey, ið ikki fara á
Summarfestival,
men
eru stødd í Havn, kunnu
fríggjakvøldið
njóta
góðan tónleik í Rex.
Eyðun Nolsøe fer at
spæla unplugged á Rex
nú fríggjakvøldið, og er
hetta eitt gott høvi hjá
teimum, ið ikki fara á
festival um vikuskiftið,
at hoyra hendan framúr-
skarandi tónleikara í
Havn.
Rex letur upp kl.23.00
og fer Eyðun á pallin 3
ferð til kl.02.00. Ímeðan
og aftaná fer Tummas
Gudmundsen úr "15
teimun bestu" í ÚF at
verða Dj. Hann fer at
spæla góðan gamlan 80
ára tónleika, blandaðan
við nýggjum tón-leiki.
-do-
Listastevna í
Gallarí Oynni
LISTASTEVNA
dagfinn@sosialurin.fo
Listastevna verður í
komandi døgum í Havn
og eisini kring landið. Á
Tvøroyri byrjar Lista-
stevnan klokkan 17, har
Kristin
Michelsen,
borgarstjóri, setir stevn-
una.
Tað eru Hans Jørgen
Remmer, Hov, og Karen
Salicath úr Danmark,
sum sýna fram í Gallarí
Oynni listastevnudag-
arnar.