hósdagur 4. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2005
9
Fyrrverandi lands-
stýrismaðurin, Jørgen
Niclasen, heldur, at
fiskivinnan á landi og
sjógvi átti at verið
álagt við lóg at fara í
sonevnda ídnaðar-
frítíð á hásumri.
Fólkaflokkurin ynskir
eisini at fáa ein
sjómannadag í lag
LØGMANSRØÐU-
VIÐGERÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Fríggjadagin fer løgtingið
undir at viðgera uppskot
um at broyta lógina um
vinnuligan fiskiskap. Tað
er landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum,
Bjørn
Kalsø, ið legði uppskotið
fram á ólavsøku.
Ein av broytingunum í
uppskotunum hjá lands-
stýrismanninum er at inn-
føra sonevnda ídnaðarfrítíð
fyri fiskivinnuna á landi og
sjógvi. Hesum tók fyrrver-
andi landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum, Jørgen
Niclasen, fult undir við
undir viðgerðini av løg-
mansrøðuni mikudagin.
– Sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap hevur
landsstýrismaðurin heimild
til at áseta veiðubann eftir
botnfiski á føroysku land-
leiðunum í eitt tíðarskeið á
hásumri. Henda heimild
kundi hóskandi verið nýtt
til at áseta vinnuni at halda
summarfrítíð á hásumri,
heldur Jørgen Niclasen.
Hann vísir á, at tað van-
liga er torført hjá bæði
virkjum og skipum at fáa
raksturin at hanga saman á
hásumri, og tað tískil kundi
verið skilagott við lóg at
ásett vinnuni at hildið frí
seinnu hálvu av juli mán-
aði.
Jørgen Niclasen mælir
til, at tvær vikur verða sett-
ar av til sonevnda ídnaðar-
frítíð hjá fiskivinnuni á
landi og á sjógv á hvørjum
ári.
Sjómannadag
Mammudagur.
Kvinnu-
dagur. Arbeiðaradagur.
Hetta eru bert nakrir av
døgunum, vit føroyingar
hátíðarhalda á hvørjum ári.
Nú skjýtir Fólkaflokkurin
upp, at ein serligur sjó-
mannadagur verður ásettur
á hvørjum ári. Hugskotið til
ein føroyskan sjómannadag
stavar úr Íslandi.
– Sjálvssagt eigur ein
fiskivinnutjóð at hava eina
serliga dag, har sjómenn
vera heiðraðir. Sjálvssagt
hava fiskimenn uppiborið
at fokus verður sett á teirra
viðurskifti, og tískil fara vit
at virka fyri, at ein slíkur
dagur fast í lag, heldur
Jørgen Niclasen.
Hann skjýtur upp, at
landsstýrið
saman
við
manningarfeløgnum kemur
ásamt nær sjómannadagur-
in skal ásetast.
– Í Íslandi er sjómanna-
dagurin altíð hátíðarhildin
fyrsta vikuskiftið í juli. Tað
kundi verið skilagott hjá
okkum at hátíðarhildið sjó-
mannadagin í samband við
ídnaðarfritíðina, sum vit
skjóta upp verður í seinna
parti av juli hvørt ár, sigur
Jørgen Niclasen.
Fiskivinnan skal í summarfrí
Javnaðarflokkurin
ætlar sær at fara
varliga fram í
einskiljingartilgongdi
ni, hóast Landsstýrið
hevur sett eina
ítøkiliga tíðarætlan
fyri einskiljingum av
almennum fyritøkum
út í kortið
LØGMANSRØÐU-
VIÐGERÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Undir viðgerðini av løg-
mansrøðuni, ið fór av
bakkastokki
fyrrapartin
mikudagin, kom undan
kavi, at samgonguflokkur-
in, Javnaðarflokkurin, ætlar
sær ikki glaðbeintur at ein-
skilja almennar fyritøkur.
– Tað er neyðugt, at vit
meta í einstøkum førum,
um tað er ein fyrimunur
fyri samfelagið at einskilja.
Vit skulu í hvørjum dømi
meta um einskiljingin tænir
okkum sum samfelag og
hugsa okkum væl um, áðr-
enn einskiljingarnar verða
framdar, segði framsøgu-
maður
Javnaðarfloksins,
Kristian Magnussen undir
viðgerðini av løgmansrøð-
uni.
Hann vísti á, at tað var
neyðugt at taka støðu frá
máli til mál.
– Vit skulu seta okkum
spurningar í samband við,
hvørja møguliga sølu av
almennum ognum. Millum
hesar spurningar eru um
tað er meira gagnligt fyri
samfelagið, at fyritøkan fer
á privatar hendur heldur
enn at verða varðveitt undir
tí almenna. Ein annar
spurningur, vit verða noydd
at seta okkum, er um vit
framhaldandi ynskja virk-
semi varðveitt í Føroyum
og um einskiljingin fer at
hava størri dynamikk við
sær, vísti formaður í ting-
bólki Javnaðarfloksins á.
Løgmansrøðan
Í røðuni hjá løgmanni á
ólavsøku kom fram, at
landsstýrið hevur sett eina
ítøkiliga tíðarætlan fyri ein-
skiljingar av almennum
fyritøkum komandi árini.
Ætlanin fevnir um at ein-
skilja Føroya Banka, At-
lantsflog,
Føroya
Tele,
Farmaleiðir
og
Føroya
Lívstrygging.
Somuleiðis er ætlanin at
selja útlánsrøðirnar hjá
Húsalánsgrunninum í 2006
í samband við at grunnurin
verður umskipaður við
nýggjum bústaðarpolitisk-
um endamálið. Framtaks-
grunnurin hevur eisini boð-
að frá, at Fiskavirking verð-
ur boðin til sølu í heyst.
Landsstýrið hevur
gyltar ætlanir um, at
15% av føroysku
húsahaldunum skulu
hava breiðband við
árslok 2006. Hetta er
mál er fyri langari tíð
rokkið
LØGMANSRØÐU-
VIÐGERÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
»15% av føroysku húsar-
haldunum
skulu
hava
breiðband við árslok í
2006«
Hetta er eitt av ítøkiligu
málunum, sum løgmaður
og ABC-samgongan hevur
sett sær fyri komandi ár.
Ikki kann sigast, at málið er
serliga framsøkið.
Í Føroyum búgva sløk
48.000 fólk, og siga vit at
trý fólk ganga upp í hvørt
húsarhaldið, so eru um
16.000 húsarhald í Føroy-
um. 15% av 16.000 húsar-
haldum eru góð 2.400 hús-
arhald. Landsstýrið hevur
tískil ætlanir um, at sløk
2.400 húsahald við árslok
2006 skulu hava breiðband.
Tvíheldur landsstýrið um
sítt mál við breiðbandinum
skal helmingurin av húsar-
haldunum í Føroyum, sum
longu í dag hevur breið-
band, lata breiðbandið frá
sær.
Hetta margháttiliga støða
kom fram undir viðgerðini
av løgmansrøðuni fyrra-
partin mikudagin. Fram-
søgumaður Miðfloksinis,
Jenis av Rana, hevur verið í
samband við Fjarskiftis-
eftirlitið, og sambært hag-
tølunum hava 4.800 húsar-
hald í dag breiðband - also
dupult so mong, sum lands-
stýrið ætlar skal við árslok í
2006.
Fjarskiftiseftirlitið sigur,
at fleiri og fleiri húsarhald
velja at fáa sær breiðband,
og við árslok í ár hava
væntandi millum 5000-
6000 húsarhald breiðband.
Javnaðarflokkurin fer ikki
glaðbeintur at einskilja
Roknisjusk í
løgmansrøðuni
Fyrrapartin var farið undir viðgerðina av røðuni hjá løgmanni á ólavsøku. Andstøðulimirnir, Høgni Hoydal og Jenis av Rana, høvdu ikki óvæntað nógv at finnast
at
Mynd: Bárður Lydersen