hósdagur 4. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 145 - 4. august 2005
Tá hesar reglur vórðu skrivaðar, vistu vit av góðum grund-
um ikki, hvussu tingmenn fóru at taka ímóti løgmansrøðuni
og tí fáa vit ikki í skrivandi løtu gjørt viðmerkingar til
framsøgurnar. Í blaðnum í gjár var áhugaverd viðmerking
til løgmansrøðuna frá navngivnum persóni, ið er kendur
fyri gløggar samfelagsanalysur og sum mangan hevur
staðið fyri teimum fáu filosofisku íkastunum til samfelags-
orðaskiftið í Føroyum. Víst verður á, at her er røðan, sum
bíða hevur verið eftir. Greinskrivarin fer ikki inn í smálutir,
men vísir á, hvussu neyðgut tað er at hava mál og strategiir
í dagsins samfelagi. Høvundin ger vart við, at tað, sum nú
umræður er, at tað, sum vit seta í verk, er í takt við
umheimin. Enn vita vit ikki, um so verður, og vit fara, sum
sami høvundur vísir á, at gera nógv mistøk. Men við at seta
sær mál nú og at orða eina strategi fyri at røkka hesum
málum, so eru vit á rættari leið. Vit fara annars enn einaferð
at tríva í framløgu løgmans.
Løgmaður og harvið landsstýrið gera vart við, at gransking
og nýmenning eru týðandi fortreytir fyri, at Føroyar kunnu
gerast eitt av heimsins mest framkomnu londum. Vit skulu
tí stimbra hugskotsmenning, so at nýggir vinnumøguleikar
verða skaptir.Mál samgongunnar er, at í 2015 verða 3% av
BTÚ nýtt til gransking og menning, harav eigur helvtin at
koma frá tí almenna og helvtin frá tí privata. Hetta er ikki
bert eitt skilagott mál i sjálvum sær - hetta er ein avgjørd
fortreyt, um vit framyvir skulu kunna vera í takt við
umheimin. Landsstýrið ætlar at seta á stovn ein grunn til at
fíggja gransking og nýmenning. Sum innskot í grunnin skal
fara ein triðingur av inntøkum landskassans frá einskiljing-
unum - upp til 1 mia. kr.
Setast skal eisini á stovn ein granskingarlund ella gransk-
arapark, sum skal leggja dent á lív- og ílegutøkniska
gransking. Hesin stovnur skal hava ein miðsavnandi leiklut
í at brúka granskingarúrslit til vinnulig endamál, og soleiðis
gera sítt til, at føroyskar fyritøkur og vørur standa seg í
aljtóða kapping. Granskingarumhvørvið verður styrkt við
m.a. at fáa í lag samstarv millum granskingarstovnar og
lærda háskúlan. Somuleiðis er neyðugt at styrkja netverk og
samstarv við útlond, millum annað við luttøku í ES-
verkætlanum, har okkara samstarvs-møguleikar vaksa
munandi, um vit sjálvi hava eitt sterkt og virkið
granskingarumhvørvi. Til tess at samskipa játtanirnar til
gransking skal verandi granskingarbygnaður umskipast.
Sett verður á stovn Føroya Vísindaráð, ið skal orða yvir-
skipaða granskingarpolitikkin, raðfesta og veita fíggjar-
trygd. Í ráðnum sita løgmaður, avvarðandi landsstýrismenn
og umboð fyri vinnu og gransking. Hetta er gott, men
ansast má eftir, at ikki einvíst verður satsað uppá
náttúruvísindi, men at javnvágur verður millum øll vísindi.
Tað er einki at ivast í, at her hevur samgongan fatur á eini
tí mest týðandi fortreytini fyri at røkka visiónini. Men her
stendur, sum longu formaður Sjálsvtýrsifloksins hevur víst
á, einki um, hvussu strategiin skal fíggjast. Hetta er ein
veikleiki, tó so, at ein millum reglurnar kann lesa, at fígg-
ingin av íløgunum skal koma frá privatiseringunum. Hetta
er eitt gott hugskot og betri kann ein vinningur av einskilj-
ingum ikki fara. Hinvegin hava vit enn einki svar til spurn-
ingin, hvussu raksturin av hesum og øðrum økjum av týdn-
ingini fyri visiónina framyvir skulu fíggjast. Higartil er jú
bara skorið niður, har onnur lond satsa størri og størri upp-
hæddir - ikki minst til útbúgving og gransking. Í so máta er
henda samgonga lítið mætari enn undanfarna. Her má
annað skinn takaast um bak! Vónandi fer orðaskiftið at
geva okkum eina hóming av svarinum. Tað hevur týdning
fyri trúvirðið og álit almenningsins við atliti at visiónini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Í takt við umheimin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Edmund
Joensen
var
sjálvur við til at gera og
leggja uppskotið fram um
at hækka løgtingslønir-
nar, men sigur ósatt til
tess at niðurgera hampa-
fólk, ið siga sína hugsan
alment
Høgni Hoydal
Løgtingsformaðurin
Ed-
mund Joensen er av ókend-
um orsøkum farin í eitt satt
persónligt víggj mótvegis
borgarum, ið erliga standa
fram og tora at siga sína
hugsan um samfelagsviður-
skiftir og politiskar raðfest-
ingar í Føroyum.
Hesir bæði duga og tora
tíbetur at svara fyri seg, og
eg fari ikki at leggja meg út
í innihaldið í tí kjakinum.
Men tað er lítið virðiligt
fyri ein løgtingsformann at
nýta tey mest ódámligu am-
boðini, ið eyðkenna og
drepa alt skilagott orða-
skifti í Føroyum: At seta
spjaldur á fólk, at leggja tey
undir gerðirnar hjá ávísum
politikarum og politiskum
flokkum, at tala um tey
niðrandi og leggja eftir per-
sónum, heldur enn eftir
innihaldinum.
Hetta
er
beinleiðis
ósømiligt, og tá løgtings-
formaðurin gongur á odda,
so kann hetta bara lækka
um tign tingsins millum
fólk. Heldur átti løgtings-
formaðurin at fegnast um
og eggja til, at fólk tora at
siga sína hugsan uttan at
verða forfylgd og køvd av
politikarum, ið fáa løn fyri
at siga sína meining.
Uppaftur verri er tað, at
løgtingsformaðurin nú í
trimum blaðgreinum á rað
hevur sagt beinleiðis ósatt
fyri at niðurgera persónar-
nar, ið hann leggur eftir.
Við ósannindum roynir
hann at seta spjaldur á per-
sónarnar og síðani at geva
teimum ábyrgdina fyri eini
illa umtóktari avgerð.
Løgtingsformaðurin end-
urtekur upp í saman: "at
fullveldislandsstýrið byrj-
aði við at hækka sínar
lønir"!
Tað er beinleiðis ósatt, og
útsagnir Edmund Joensens
eru ódámligt hykl.
Fullveldislandsstýrið
hækkaði ikki sínar egnu
lønir - ongin broyting varð í
løn landsstýrismanna og
landsstýrið hevði onki við
uppskotið at gera.
Hinvegin hækkaði Løg-
tingið sínar egnu lønir, og
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum mælti beinleiðis
frá, at samtykkja lønar-
hækkingina.
Tað var allur formans-
skapurin við tingmonnum
úr øllum teimum stóru
flokkunum, ið stóðu aftan
fyri uppskotið um lønar-
hækking til tingfólk, hóast
táverandi Løgtingsformað-
urin tók og fekk alla
ábyrgdina á seg.
Ein, sum stuðlaði og ar-
beiddi við uppskotinum,
men kortini valdi at at-
kvøða ímóti, tá hann var
vísur í at meiriluti fekst, var
sjálvur Edmund Joensen,
sum var limur í formans-
skapinum. Formansskapur-
in við Edmundi Joensen
hevði í felag gjørt upp-
skotið - ein serlig nevnd
varð síðani sett við um-
boðum úr øllum flokkum at
viðgera málið víðari - og
síðani varð tað lagt aftur
fyri tingið.
Umboð Tjóðveldisflok-
sins í serligu nevndini,
mælti frá at samtykkja tað,
og í Tjóðveldisflokkinum
vóru fleiri ímóti uppskotin-
um.
Tá atkvøtt varð í tingin-
um, vóru fólk fyri og ímóti
í øllum flokkum, men ein
meiriluti varð fingin í lag
við atkvøðum tvørturum
bæði andstøðu og sam-
gongu. Bara í Miðflokkin-
um, sum tá hevði ein ting-
lim, var atkvøðan greitt
ímóti.
Tey, ið hava áhuga fyri at
fáa sannleikan at vita um
hetta mál, kunnu fara á
heimasíðu Løgtingsins ella
venda sær til Løgtingið at
hyggja at løgtingsmáli nr.
73/1998 - og biða um eitt
avrit av atkvøðugreiðsluni.
Men nógv fyri, at tað ikki
er eftirfarandi, tá sjálvur
løgtingsformaðurin úttalar
seg um tingsins virki.
Løgtingsformaðurin sigur ósatt
og lækkar tign tingsins
Páll Poulsen
Um ein skipan skal bera
samfelagið á eitt hægri stig,
er neyðugt at struktururin í
skipanini ber vitanina fram,
tí annars riggar skipanin
ikki. Hetta krevur at per-
sónarnir í skipanini læra at
teir ikki seta seg sjálvar og
persónlig áhugamál fram-
um sjálvt endamálið, tað er
at menna skipanina.
Orsøkin til at heilsuverk-
ið í Fraklandi er á hægsta
stigi, er tí fraklendingar
hava loyst teir strukturellu
trupulleikarnar. Har ber
ikki til at siga:"Vit lata
handan doyggja", ella "has-
in fær einki, tí tað er hann."
Øll kenna søguna um "løg-
frøðingin" hjá landsstýr-
inum, sum helt at hann ikki
skuldi svara í rættinum, tá
ið dómarin bað hann svara.
Einaferð með alla vísti
hann danska dómaranum at
fyrisitingin í áttatiárunum
var fyriskipað av fullkomi-
liga hugblástum fólki.
Ídag hava teir "gloymt"
tað og sirkussið frá áttatiár-
unum fær frið at koma fyri
seg, tað kallast bara okkurt
annað.
Tað er farið inn í blóðið,
sær tú um patienturin doyr,
so fær hann tað ongantíð at
vita. Men eingin fær meg at
trúgva at tað er rætt.
Fólk duga ikki at skilja
ímillum objektið, tað tey
gera, og subjektið, tað tey
skulu viðgera. Tí tað eru
"VIT", hendir einki, tí sub-
jektið er minst líka vitstolið
sum "VIT."
Subjektið verður sent í
deyðan, tí skipanin er ob-
jektivt defekt. Sigur tú tað
við tey, riggar 112 ikki.
Jamen sær tú, um tann ið
ringir 112 doyr, so ger tað
einki. Vit eru í Føroyum!
Eitt danskt høvd helt at
danir áttu at fingið aðra
karakterskipan. Heldur enn
13 skalain, eina 10 tals
skipan, sum gongur niður á
minus 3. Kanska áttu føroy-
ingar at fingið sær Fahren-
heit, heldur enn Celsius
stig, 18 hitastig verða til 64.
Tað er gott fyri ferðavinn-
una og tá tað er lýtt, fara
eggini helst eisini at speila
seg sjálvi.
Og um veturin fáa vit
fleiri kuldastig enn Grøn-
land.
Hví svarar 112 ikki.
Objektið og subjektið