hósdagur 4. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2005
11
Hósdagin 4. august kl.
16.00 letur Olav Schneider
upp eina framsýning í
Leikalund í Klaksvík við
fotomyndum.
Sýningin
ber heitið: "Heystsuita" -
ein søga um slakt - ein
søga um børnini.
Heystsuita er ein søga
um slakt; men hon er fyrst
og fremst ein søga um
børnini. Hvat síggja barna-
eygu? Hvat uppliva børn-
ini? Hvussu luttaka tey í
hesum serliga universi,
sum eitur slakt? Hvussu
hava tey tað saman við
teimum vaksnu?
Í Kaldbak verða børnini
tíðliga tikin upp í arbeiðið
við slaktinum, og "Heyst-
suitan" er eisini ein søga
um teirra samleika. Hvussu
er samleikin hjá hesum
børnum samanborið við
tann hjá børnum í býarum-
hvørvi?
Myndirnar eru tiknar í
Kaldbak, Kaldbaksbotni og
á Sundi í tíðarskeiðinum
2001 - 2004.
Á sýningini eru einar 40
svart/hvítar fotomyndir, ið
allar eru til sølu.
Sýningin hongur uppi
allan august mánaða og er
at síggja í Leikalund mána-
dag til mikudag kl. 10.00 -
17.30. Hósdag - leygardag
kl. 10.00 - 23.00 og sunnu-
dag kl. 15.00 - 23.00. Í
sambandi við Summarfesti-
valin 5. - 7. august er bert
opið fríggjadagin til kl.
17.30 og leygardagin til kl.
13.00.
Sunnudagin
er
stongt.
Fjálga fotoframsýningin hjá
Heystsuita í Leikalund
Munurin millum út-
gávurnar skuldi helst
verið rættiliga týði-
ligur. Vit eru vorðnir
20 ár eldri og hava
vónandi eisini lært
okkurt av tí, siga lim-
irnir í Science Fiction,
nú teirra nýggja fløga
"Crossroads" er út-
komin saman við eini
endurútgávu av
"Runaways" frá 1985
NýGGJ FLØGA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Leingi er tað, ið væl skal
vera. 20 ár skuldu ganga,
áðrenn tiltikni 80ara popp
/rockbólkurin Science Fic-
tion fór í upptøkuhølið fyri
aðru ferð. Men nú er hon so
her, nýggja fløgan "Cross-
roads". Og forsangarin Ják-
up Marnar Antoniussen
dylur ikki yvir, at teir hava
verið minst líka spentir
hesuferð, sum tá teir, sum
tannáringar, góvu fyrru
fløguna "Runaways" út í
1985
- Tað kennist akkurát líka
lekkurt, sum fyrru ferð.
Men tað er also eitt sindur
‘spooky’, at tað veruliga
eru gingin 20 ár. Krøvini
hjá fólki til tónleikin verða
sjálvsagt hareftir, og tað
hava vit avgjørt eisini roynt
at liva upp til, sigur Jákup
Marnar.
Góvust ongantíð
Hóast Science Fiction ikki
hava spælt saman sum
bólkur seinastu 14 árini, var
tað kanska bara ein spurn-
ingur um tíð, til teir hittuast
aftur í venjingarhølunum.
- Vit hava í øllum førum
ongantíð sagt, at vit vóru
givnir. So uttan iva hevur
tankin um at finna saman
aftur ligið og spøkt onku-
staðni allatíðina, heldur
Jákup
Marnar.
Verulig
gongd kom tó ikki á ætlan-
inar, fyrr enn keyboard-
leikarin Heini Ziska Dahl
flutti aftur til Føroyar fyri
tveimum árum síðani. Eitt
kvøldið avgjørdu teir báðir
so at hittast í einum ar-
beiðsskúri við einum gitt-
ara og einum bandupp-tak-
ara. Tá náttin var av, høvdu
teir tikið upp ikki færri enn
20 løg, sum í veruleikanum
gjørdust
byrjanin
til
"Crossroads". Jákup Marn-
ar eigur aftur hesuferð
meginpartin av tekstunum,
har tey 20 árini helst skuldu
havt sett síni spor, vónar
hann.
- Nógvir av tekstunum
eru sera persónligir og
vónandi djúpri enn á fyrru
útgávuni. Men fyrst av øll-
um eru teir øgiliga erligir. Í
so máta liggja útgávurnar
ikki so langt frá hvørji
aðrari. Tað var til dømis
eisini avgjørt ein av orsøk-
unum til, at vit høvdu
sangin "Í skúri" við á Runa-
ways. Tann teksturin er so
erligur,sum nakar tekstur
kann blíva, sigur Jákup
Marnar.
Søguligt dokument
At munurin millum tær
báðar útgávurnar annars er
týðiligur, royna Science
Fiction ikki at fjala út yvur.
Heldur tvørturímóti, tí sam-
an við nýggju fløguni ligg-
ur nevniliga gamla útgávan,
sum higartil bert hevur
funnist sum kasettuband.
- Upprunaliga høvdu vit
ongar ætlanir um at geva
gamla bandið út aftur. Men
tá fólk so frættu, at vit vóru
farnir í upptøkuhølið afttur,
fingu vit so nógvar áheitan-
ir um at geva "Runaways"
út eisini, at tankin byrjaði at
gerast áhugaverdur.
Science Fiction hava tó
ongar
ætlanir
um,
at
"Crossroads"
skal
taka
kappingina upp við gomlu
landaplágurnar frá Runa-
ways, sum"Í Skúri". Fyrra
fløgan skal heldur síggjast
sum eitt søguligt dokument
av Science Fiction, soleiðis
sum fólk minnast bólkin frá
80’num.
- Tí hava vit heldur ikki
nortið við gomlu útgávuna
yvirhøvur. Vóru vit fyrst
byrjaðir at pilka við hana,
hevði tað verið vónleyst at
vita, hvar tú skuldi enda. So
hevði útgávan jú heldur
ikki verið 20 ára gomul
longur, sigur Heini.
Umframt at vera fløgu-
aktuellir, eru Science Fic-
tion í løtuni við at leggja
seinastu hond á venjingar-
nar til framførsluna á
Summarfestivalinum, har
áhoyrarnir kunnu gleða seg
til bæði nýgg løg og gamlar
slagarar.
Science Fiction – 20 ár seinni
Manningin í Science Fiction
á Summarfestivalinum: fv.
Tóra, Jógvan Fróðin, Beddi,
Hannis, Jákup Marnar,
Heini og Absalon
Fløguaktuelli Science Fiction leggja í løtuni seinastu hond á venjingarnar til framførsluna á
Summarfestivalinum.