Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 145 - 4. august 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mánadagin 1. august andaðist Johan Christiansen í Pokeri, vanliga nevndur Hanniba hjá Kristiani, 93 ára gamal. Kistan fer úr kapellin- um fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 13:30 úr Porkeris kirkju. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Hanniba, kunnu lata Missiónshúsinum í Porkeri eina peningagávu. Anna Sofía Mouritsen úr Sørvági, fer til gravar úr Kedron í Sørvági hósdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Onnu Sofíu kunnu lata Zarepta eina gávu. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir Í dag, 4. august verður ein kend klaksvíkskona, 65 ár – Edith Petersen. Tey, sum kenna hana vita, hvussu stóran áhuga hon hevur í øðrum menniskjum. Og tey munnu eisini vita, hvussu lætt sinnalag hon hevur. Tú skalt ikki hava verið leingi saman við henni, fyrrenn øll sita í skellilátri. Men Edith er eisini ein kvinna, sum tos- ast kann við um álvarsmál. Tey seinastu 25 árini hevur Edith havt sum ar- beiði at vaska í Drotning Margrethu barnagarðinum í Klaksvík. Henda 25 ára dagin, sum var 1. mars í ár, varð henni tí víst heiður fyri hetta trúfasta arbeiðið. Tað er einki at taka seg aftur í, at tey í barnagarðin- um hava verið sera væl nøgd við tað, sum Edith hevur gjørt har. Tey siga, at hon ofta møtir áðrenn tey seinastu starvsfólkini fara til hús fyri dagin, fyri at fáa eitt lítið prát við tey, áðrenn hon byrjar uppá sítt arbeiði. Hóast hon hevur vasking- ina um hendi, so er tað sum um at Edith hoyrir við til barnagarðin – hon er so líð- andi vorðin ein partur av starvsfólkunum, og er tí eisini við tá tey m.a. hava jólaborðhaldini. Nógv er broytt øll hesi árini, Edith hevur vaskað í barnagarðinum. At byrja við vundu tey tvøgurnar við hond, men í dag er alt meiri tekniskt við serstøk- um vaskivogni og tílíkum. Edith er gift við Thorleif Petersen og búgva tey í Líggjasarbrekku í Klaks- vík. Tey eiga fimm dreing- ir: Torry, Jákup, Niels, Sigfrid og Thorleif Eyðun. Mikudagin 27. juli andaðist Erik Petersen fyrrverandi studentaskúlalærari 94 ára gamalur. Hann varð jarðaður úr Vesturkirkjuni sunnudagin. Øll tey, sum frá tí at farið varð undir fyrsta studenta- skeiðið í Føroyum í 1937, og inntil Erik legði frá sær í 1979, hava tikið studentsprógv í Føroyum, hava havt Erik til lærara, ella í hvussu so er vita tey um hann at siga frá studentaskúlatíðini. Tí er søgan um nógvu tey fyrstu árini hjá skúlanum eisini knýtt at Eriki Petersen. Erik var ættaður úr Fuglafirði og føddur 18. mai í 1911. Foreldrini hjá honum vóru Julia, fødd Hansen og ættað av Eiði, og Samuel Peter Petersen, sum var ættaður úr Kollafirði, og sum var keypmaður og útgerðarmaður í Fuglafirði. Erik tók millumskúlaprógv í 1926 og realprógv í 1927 frá Færøernes mellem- og realskole. Í 1929 leyk hann studentsprógv frá Høngs Gymnasium. Síðani fór hann undir hægri lestur á lærda háskúlanum í Keypmanna- havn, har hann í 1936 var liðugur sum cand. mag í donskum við serligum atliti til føroyskt mál og í tónleiki. Árið eftir tók hann pedagogikum í Danmark. Tað gekk striltið at gera dreymin um møguleiki skuldi verða fyri at taka studentsútbúgving í Føroyum til veruleika. Thomas Nygaard, sum var lærari við realskúlan í Havnini, gjørdi í 1937 saman við øðrum uppskot um eitt 2 ára studentaskeið klárt. 1. september hetta sama árið varð farið í gongd, uttan at tingið, sum ofta hevði viðgjørt spurningin, uttan at nakað ítøkiligt var komið burt-urúr, hevði gjørt nakra samtykt og harvið uttan, at løgtingið hevði játtað pening. Eftir at skeiðið var farið í gongd, samtykti tingið at góðkenna skeiðið og at játta tann neyðuga peningin. Tá ið farast skuldi undir skeiðið, skrivaði Thomas Nygaard, sum hevði lokið embætisprógv í enskum og týskum í 1933, til Erik Petersen og Christian Haraldsen, sum báðir vóru í Danmark, og bað teir koma heim at undirvísa á skúlanum. Haraldsen var liðugur at lesa týskt og franskt í 1937. Erik fylgdi skúlanum tey næstu 42 árini. Tey fyrstu árini varð hildið til í realskúlanum. Í 1946 varð flutt í VBV húsini við Skansan, og har húsaðist skúlin inntil í 1962, tá ið flutt varð niðan á sanatoriið í Hoydølum. Gamla hús varð nýtt til skúla, meðan kostdeild varð sett á stovn í Nýggja húsi. Í 1965 varð skúlabygningurin í Hoydølum, sum tá varð mettur at vera stásiligur, tikin í nýtslu. Í ritinum, sum varð givið út, tá ið Føroya Studentaskúli í 1987 varð 50 ár, og sum Jógvan Jespersen legði til rættis fyri skúlan, greiðir Erik Petersen frá, hvussu út- búgvingin og skúlin komu í lag. Hann sigur, at Thomas Nygaard og hann høvdu nógv brævaskifti, og at hann nýtti síni vinarbond við Højberg Christensen í danska undirvísingarmálaráðnum, sum hann meinti átti stóran lut í, at skúlin kom í lag. Í samrøðuni í nevnda bóklingi helt Erik Petersen fyri, at tað kundi vera, at hann hevði skemtað og argað næmingarnar, men at teir eisini helst høvdu skemtað og argað afturímóti, og at tað høvdu teir so hjartaliga havt loyvi til. – Sum heild má eg siga, at eg havi havt gleði av mínum næmingum, og tað var mangan, at eg gleddi meg at koma inn í tímarnar til undirvísingina, tí næmingarnir vóru so hugagóðir, segði Erik Petersen fyri átjan árum síðani. Erik Petersen var sera tónleika áhugaður. Meðan hann var undir útbúgving í Keypmannahavn, spældi hann í seks ár violin hjá Erlingi Block, sum var konsertmeistari við orkestrið á kongaliga teatrinum. Í 1942 stovnaði Erik saman við Thomas Nygaard og William Heinesen Tórshavnar Musikkskúla. Í skúla- árinum 1966/67 hevði Erik farloyvi, og hetta árið var hann í Detmold í Týsklandi, har hann fekk undirvísing í violinspæli frá Tybor Varga, sum var góður musikkpedagogur og heimsgitin violinspælari. Næstu seks árini var Erik á skeiðum hjá honum, og Tybor Varga vitjaði í Føroyum bæði í 1970 og í 1975. Erik undirvísti í fiólspæli á Føroya Læraraskúla. Hann var stjórnarlimur í Dansk-Færøsk Kulturfond, og hann arbeiddi saman við Grüner Nielsen við føroyskum kvæðum. Prentað varð De færøske kvadmelodiers tonalitet. Erik var giftur við Elsebu, fødd Kamban, og ættað úr Havnini. 30. januar í ár fylti hon 90 ár. 75 ára føðingardagur Í sambandi við at Eiler Jacobsen, Marknagilsvegur 19, Havn, fylti 75 ár 30. juli, verður føðingardags- veitsla hildin á Hotel Føroyum fríggjakvøldið 12. august kl. 19. Av tí at Eiler EINKI VEIT um veitsluna og er burturstaddur í løtuni, verða tey, ið vilja gleða Eiler við at koma, vinarliga biðin um at ringja: 314605, 721612 ella 223765 í seinasta lagi 7. august. Prógv Katrin Andersen, Hildur við Høgadalsá og Ása Róin, sjúkrarøktarfrøðingar, hava á Danmarks Pædagogiske Universitet lokið prógv sum »Master í professións- menning«. Sigrun Wardum, sjúkrarøktarfrøðingur, hevur á Århus Universitet lokið prógv sum »Master í klinisk- ari sjúkrarøkt«. Dagurin 4. august. Dominicus, deyður í 1221. Hann var úr Spaniu, og er fram um alt kendur sum maðurin, ið stovnaði eina munkaskipan, ið fekk navn hansara og skjótt kom víða um lond. Navnið dominicanes kann eisini verða týtt Harrans hundar, sum fólk róptu teir. Edith Petersen 65 ár Erik Petersen farin Mánadagin 1. august læt Ian Luid listamaður upp eina málningaframsýning í Lobby-ini á Hotel Hafnia. Á framsýningini eru 15 akrylmálningar, og mynd- evnini eru ymisk. Ian er 31 ár gamal og fuglfirðingur. Hann hevur altíð havt stóran áhuga í málningalist og hevur sjálvur málað í nógv ár. Framsýningin hongur uppi til 1. september. Ian Luid, listamaður: Málningaframsýning á Hotel Hafnia Ian Luid listamaður hevur í hesum døgum eina málninga- framsýning í Lobby-ini á Hotel Hafnia Mynd: Bárður