hósdagur 4. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2005
13
Í dag, hósdagin 4. august,
eru tað hálvt hundrað ár síð-
ani, at tvíburðarnir Ásmund
og Trond Nolsøe vóru
bornir í heim. Teir vóru í
glæsiliga tíðarskeiðnum hjá
TB í sjeyti og áttati árunum
millum
mest
eyðsýndu
framrættaðu spælararnar,
og tað eru framvegis mong,
sum
minnast
dámligu
tvíburðarnar á TB liðnum.
Teir eru uppvaksnir á
Húsgarði í Trongisvági.
Foreldrini eru Jonna, fødd
Strøm, og Petur Nolsøe.
Petur doyði í 1985. Børnini
hjá teimum eru Heri, sum
doyði í 1986, Sigmund,
Pauli og Trond, sum allir
búgva
í
Trongisvági,
Ásmund, sum býr á Sev-
mýri og Heðin, sum býr
niðri.
Trond lærdi til krambar-
kall hjá Poul Arna Poulsen,
og seinni hevur hann arbeitt
í Húsbúna og sum portørur.
Hann eigur tveir dreingir -
Vagnur
og
Páll
Heri.
Mamma teirra er Adeley
Kjærbech á Tvøroyri.
Ásmund lærdi til bakara
bæði í Havnini og síðani á
Tvøroyri. Hann hevur eitt
nú arbeitt hjá Richard
Thomsen og havt fitness-
miðstøð í ítróttarhøllini í
Trongisvági. Nú er hann í
hálvtíðar starvi sum gartn-
ari á sjúkrahúsinum, og so
vaskar hann á flakavirk-
inum.
Ásmund er giftur við
Annu Djurhuus á Tvøroyri.
Hon átti Heidi, og hini
børnini eru Gudrid og
Rasmus.
Fryntligu
tvíburðarnir
høvdu góð fótbóltsevnir.
Tað vístu teir sum smá-
dreingir í Trongisvági, og tá
ið teir seinni hættaðu sær út
á Sevmýri og komu á yngru
liðini hjá TB, sum vunnu
fleiri FM um hetta mundið.
Í 1968 var TB meistari í
piltadeildini, og í 1970 og í
1971 var TB føroyameistari
í dreingjadeildini og bæði
árini eisini steypavinnari.
Nógvu sigrarnir boðaðu
frá, at góðir árgangir vóru
ávegis í TB, og millum
teirra við fótbóltsinnliti
kom tað ikki óvart á, at TB
frá miðskeiðis í sjeyti árun-
um og næstu nógvu árini
var við til at mynda toppin í
føroyskum fótbólti.
Á góða gullliðnum var
beiggi tvíburðarnar, Sig-
mund, millum teir stinnastu
í verjuni. Tvíburðarnir vóru
fyri tað mesta í álopinum.
Teir dugdu væl við bóltin-
um, teir vóru skjótir, teir
vóru málsóknir, og teir
høvdu serliga góða innan-
hýsis fatan fyri fótbólts-
spælinum.
Fyrstu FM heitini í
fremstu deildini vóru teir
við til at vinna í 1976 og í
1977. Hetta seinna árið
vann TB avgerandi dystin
móti HB 3-0 í Gundadali,
og Trond skoraði øll trý
málini.
So
vóru
teir
meistarar í 1980 og aftur í
1987. Í 1977 vunnu teir Ísa-
fjarðarsúluna. Einar fimm
ferðir endaðu teir báðir og
TB á næstfremsta plássin-
um
í
landskappingini.
Trond, sum nú er ein av
monnunum á TB beinkin-
um, gavst at spæla í fremstu
deildini síðst í áttati árun-
um, og Ásmund gavst fyrst
í níti árunum. Seinni hugn-
aðu teir sær í 5. deild og í
oldboys.
Bæði Ásmund og Trond
vóru á landsliðnum. Hetta
var frammanundan, at før-
oyskur fótbóltur fekk al-
tjóða viðurkenning í 1988.
Trond umboðaði Føroyar
fýra ferðir, og Ásmund um-
boðaði Føroyar sjey ferðir,
og í teimum dystunum
skoraði hann fimm mál.
Fyrsti landsdysturin hjá
teimum báðum var, tá ið
Føroyar 30. juni í 1980
spældu á Akureyri móti
Íslandi, sum vann 2-1. Tveir
dagar
seinni
spældu
Føroyar í Suðarkróki móti
Grønlandi. Úrslitið var 6-0,
og Ásmund skoraði trý mál.
Kendir tvíburðar fylla 50 ár
Tøkk
Øllum tykkum sum á ymsan hátt mintust
meg á 80 ára degi mínum takki eg hjartaliga.
Vinarligast
John Hammer
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Trond og Ásmund Nolsøe
MERCEDES C180 ELEG.
Leður/klima, km 194.000,
árg. Sept 1995
kr. 169.000
Sertilboð uttan bil í býti
kr. 125.000
CITROEN C3 1.4HDI PRESTIGE
km 66.000 Aug. 2002, kr. 120.000
Sertilboð uttan bil í býti
kr. 100.000
CITROEN XANTIA 2,0HDI
Km 103.00 Apr. 1999
kr. 110.000 sýnaður 04
Sertilboð uttan bil í býti
kr. 90.000
CITROEN XSARA 2.0HDI SX
A/C
km. 118.000. Árg. Apríl 2000
kr. 110.000.
Sertilboð uttan bil í býti
kr. 95.000
VW PASSAT 1,6I
Km. 112.000
Árg. Apr 1997
kr. 85.000
Sertilboð uttan bil í býti
kr. 70.000
TOYOTA AVENSIS 2.0D4-D 4H
Km. 72.000
Árg. Mar 2001
Kr. 140.000
Sertilboð uttan bil í býti
kr. 120.000
VOLVO S60 2.4I SEDAN
Km. 60.000 Árg. Sep 2001
Kr. 265.000 sýnaður 04-05
Sertilboð uttan bil í býti
kr. 230.000
BMW 318TDS 5H
Km. 146.000
Árg. aug1997
Kr. 125.000
Sertilboð uttan bil í býti
kr. 105.000,00
FORD MONDEO 1,8 AUTOMATIC
Árg. 1994 - Km. 93.700 - Kr. 35.000
Bilurin er væl hildin og í fínasta standi.
TEL. 320456
FORD GRANADA 2,3L V6
Árg. 1985 - Km. 249.500 - Kr. 5.000
Bilurin er í góðum standi, hevur koyrt nógv í útlandinum.
Bert ein eigari. Væl egnaður sum ellisakfar.
TEL. 320456
OPEL ASTRA 2,0 DTI ELEGTANCE DIESEL
Árg. mars 1999
Klimaanlegg, el-síðurútar, el-síðuspegl, 4-airbag, radio v.CD, servostýring,
infrareytt, ABS-bremsir, træ-look innan, veloursetur, armlen og alufelgur.
Bilurin er í fínasta standi. Tú gert kvetti.
TEL. 315377 ella www.handil.fo
Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag