Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 • hósdagur • 4. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir fýra minni væl eydnaðar oljuboring- ar á landgrunninum gera eitt Statoilsam- tak og oljufelagið Anadarko nú enda- ligu fyrireikingarnar til at bora fyrsta brunnin gjøgnum tjúkkar basaltfláir í føroysku undirgrund- ini nakrantíð. Kann- ingarskipið Sea Surveyor er júst farið út á landgrunnin at seta av fyri komandi boringini, sum ætl- andi verður næsta summar OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Eitt sera týðandi og eitt av teimum seinastu stóru stig- unum, áðrenn Statoil setir borin í basaltið næsta summar, verður nú tikið. Í gjár kom rannsóknarskipið Sea Surveyor á Havnia eftir útgerð og fólki. Hetta er tað fjórða skipið, sum kemur á Føroyaleiðina í summar at gera kanningar fyri Statoil- samtak og sum allar hava til endamál at gera klárt til at seta borin í basaltið á landgrunninum, miðskeiðis millum Føroyar og markið. Kanningarnar, sum verða gjørdar komandi vikuna, eru liður í royndunum hjá Statoil og hinum feløgun- um í samtakinum, Shell, Dong og Anadarko, at rudda slóð fyri eini tí fyrstu veruligu royndarboringini gjøgnum basalt á føroyska landgrunninum. Sea Surveyor, sum fór av aftur Havnini í gjár, skal gera eitt sokallað "Site Survey", eina boristaðar- kanning á einum lítlum øki í loyvi nr. 006, har borurin skal setast í næsta ár. Við seismikki og øðrum kann- ingum á havbotninum og nakað undir havbotninum skal skipið tryggja, at alt gongur rætt fyri seg og at trygdin er í hásæti, tá ein stórur boripallur eftir ætl- anini kemur á Føroyaleið- ina næsta summar at seta borin í. Kanningin er tann seinasta veruliga kanning- in, áðrenn farið verður undir at bora. Tá slík kann- ing verður gjørd er rættiliga sannlíkt, at oljufeløgini veruliga ætla sær at seta borin í. Enn er avgerðin um at bora tó ikki endaliga tikin. Men ætlanin er, at Statoilsamtakið skal flyta sín brunn frá 1. rundu í sín- um seks ára loyvi til tess 9 ára loyvi. Hóast endaliga avtalan um at bora enn ikki er komin uppá pláss, so er tað næstan vist, at Statoil og tess partnarar fara at bora næsta ár. Tað treytar tó at boripallur fæst til næsta summar. Sum Sosialurin Statoil fyllur á aftur: Gera av álvara klárt til oljuboring í 2006 Kortið vísir okkum loyvi nr. 006, sum Statoilsamtakið og Anadarko umsita. Kassin í miðjuni í norðara partinum av 9 ára loyvinum er økið, har Sea Surveyor skal gera sínar kanningar, sum miðja móti at finna júst tað mesta hóskandi plássið at seta borin í næsta summar Kelda Statoil Framkomin tøkni verður brúkt til at "pinpointa" best egnaða økið til at seta borin í Mynd Bárður Lydersen