hósdagur 4. august 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2005
15
skilur verður arbeitt at fáa
ein pall. Hóast eftirspurn-
ingurin er stórur, so skilst,
at tað helst fer at eydnast at
fáa ein pall til uppgávuna.
Við frá byrjan
Joseph W. Garragher stend-
ur fyri tí tekniska partinum
av kanningunum og hitti
Sosialurin hann á Vestaru-
bryggju, har hann saman
við øðrum fólkum frá Stat-
oil var við at leggja seinastu
hond á fyrireikingarnar til
hesar so týdningarmiklu
kanningar innan boringina
næsta summar.
Joseph hevur arbeitt hjá
Statoil í mong ár og hevur
drúgvar royndir í oljuvinn-
uni, har hann eitt skifti ar-
beiddi í Houston. Í dag ar-
beiðir hann á Londondeild-
ini hjá Statoil, har hann
m.a. tekst við Føroyaøkið
saman við nógvum serfrøð-
ingum frá Stavanger-deild-
ini. Hann hevur verið við í
leitingini við Føroyar síð-
ani ár 2000, og tí er hetta
ein sera spennandi tíð fyri
hann, nú heilt spildurnýggj-
ar royndir verða gjørdar at
finna oljuna undir føroyska
basaltinum.
Hann arbeiddi við at gera
klárt til ta fyrstu boringina
eisini. Nú hann er við at
gera klárt til at bora enn ein
brunn við Føroyar er hann
bjartskygdur. Teir arbeiði
nú eftir eini nýggjari ætlan
og leitimodelli, sum eru
nógv øðrvísi í mun til
fyrsta brunnin.
Hanna leggur aftrat, at
eftir eitt drúgvt kanningar-
arbeiði eru vit nú førir fyri
at síggja gjøgnum basaltið.
Sjálvur var hann við á eini
ráðstevnu um basalt og
seismikk í Madrid herfyri,
har nýggjastu upplýsing-
arnir um Føroyaøkið vórðu
viðgjørdir. –Vit hava nú
data, sum vísa løgini undir
basaltinum, har vit hava
peikað út eitt ávíst øki sum
serstakliga áhugavert. Hetta
er tað vit kalla fyri
Brugduprospektið.
Joseph Garragher vil ikki
vísa aftur, at talan kann
vera um at gera eitt stórt
fund her, og at ein elefantur
tvs. ein risastór oljukelda á
oljumáli, eisini er møgulig,
um heilt væl vil til. Men
tað er sera torført nú at
siga, hvat verður at finna av
olju og gassi. Bert boring
kann siga okkum hetta.
Statoil serfrøðingurin sigur
víðari, at kanningarnar nú
eru eitt sera týðandi stig á
leiðini fram móti at bora.
Talan er um ein rættiliga
serstakan brunn. Oljufeløg
hava áður borað gjøgnum
basalt á Atlantsmótinum,
men tað hevur bara verið
gjøgnum sera tunn løg. Her
verður helst talan um
nógvar hundrað metrar. Tað
er torførari at bora gjøgnum
basalt enn gjøgnum vanlig
løg, men Statoil hevur
royndir at bora gjøgnum
basalt, sum eisini koma væl
við her.
Hess helst við
Tað hevur verið frammi
fyrr, at Amereda Hess og
The Faraoe Partnership-
samtakið fóru at leggja sín
írestandi brunn frá 1. rundu
saman við brunninum, sum
Statoilsamtakið nú fer at
bora á basaltinum. Hóast
vit ikki hava fingið hetta
endaliga váttað er rættiliga
sannlíkt, at ein avtala verð-
ur gjørd millum tey bæði
samtøkini og føroyskar
myndugleikar um, at Stat-
oilbrunnurin og Amerada
Hess brunnurnin, sum fe-
løgini bundu seg til at bora
í 1. útbjóðing, verða lagdir
saman til eina meira kostn-
aðarkrevjandi boring við
tjúkkum basalti.
BP, sum eisini hevur tveir
brunnar eftir at bora frá 1.
útbjóðing hevur í eina tíð
verið í samráðingum við
Anadarko og føroyskar
myndugleikar um at flyta
brunnarnar inn á 9 ára loyvi
sum Anadarko hevur og har
bora ein brunn á basaltin-
um í staðin fyri teir báðar.
Sum skilst er endalig avtala
enn ikki gjørd, og okkurt
bendir á, at hesin brunnurin
neyvan verður boraður fyrr
enn í 2007 m.a. vegna stóra
eftirspurningin eftir bori-
pallum.
Verður hetta úrslitið so
verður bert ein brunnur
boraður á landgrunninum
næsta ár, og tað verður so
tann eftir øllum at døma
samanlagdi brunnurin hjá
Statoil og Amerada Hess
samtøkunum.
Joseph W. Garragher, jarðalisfrøðingur
hjá Statoil her frammanfyri
kanningarskipið Sea Surveyour, sum nú
skal gera klárt til at bora fyrsta brunnin
á basaltinum á landgrunninum
Mynd Bárður Lydersen
Joseph Garragher við
Statoilskrivstovubygninginu
m í baksýninum
Mynd Bárður Lydersen
Statoil Føroyar í ferð við at fylla á aftur hjá Statoil, sum nú ger seinastu kanningarnar, fínpussingina, áðrenn klárt verður at
bora ein brunn á landgrunninum næsta ár