hósdagur 4. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 • hósdagur • 4. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Skuldin hjá KÍ er nú
burtur. Høllin verður
seld nýggjum parta-
felagið, og KÍ sjálvt
kann nú í størri mun
hugsa um ítrótt og í
minni mun um peng-
ar. Lánsfígging frá
Norðoya Sparikassi
og rakstrarfígging frá
Klaksvíkar Kommunu
tykjast vera horna-
steinarnir í loysnini.
Eini loysn, sum letur
upp fyri stóru
KÍ-LOYSNIN
Jákup Mørk
Tað hevur ikki verið nakað
dulsmál seinnu árini, at
ovurhonds stóra skuldar-
byrðan hevur verið nógv
tann størsti kleppurin um
beinini á Klaksvíkar Ítrótt-
arfelag. Ein støða, sum eis-
ini fyrr í ár fekk nevndina
at siga, at nú mátti bera ella
bresta við tí tilfeingi, sum
var. Og um hetta ikki var
nóg gott, so mátti felagið
fara eina deild niður at
spæla fótbólt.
Hetta seinasta kann sjálv-
andi framvegis gerast kaldi
veruleikin, men tað stendur
í øllum førum greitt, at for-
treytirnar fyri at sleppa
undan hesum batnaðu mun-
andi týskvøldið.
Lánsveitarin
Tað varð ikki sagt nágreini-
liga, hvussu nýggja kon-
struktiónin undir KÍ verður,
og tað varð eisini viðging-
ið, at enn eru nakrir lutir,
sum skulu fáast upp á pláss,
áðrenn eykaaðalfundurin
hjá felagnum skal taka
støðu til pakkan. Men tað
er eingin sum helst ivi um,
at talan er um millióna-
upphæddir, sum nú eru
fingnar upp á pláss.
- Skuldin hjá KÍ er í dag
um fimm mió kr. Soleiðis
segði Guttorm Sørensen,
sum er ábyrgdarmaður fyri
fíggjarviðurskiftunum í KÍ.
Og hann kundi eisini bera
boð um, at hendan skuldin
verður burturi við nýggju
loysnini.
Samansetingin av loysn-
ini er soleiðis, at eitt nýtt
partafelag verður stovnað
at taka sær av KÍ-Høllini.
Hetta er nógv tað størsta
aktivið, sum KÍ hevur, og
hetta er eisini orsøkin til, at
felagið hóast alt hevur havt
positivan eginpening.
Nýggja felagið, P/F KÍ-
Høllin, keypir snøgt sagt
høllina frá KÍ, sum soleiðis
fær realiserað hetta aktivið.
Einki varð upplýst um ætl-
aða keypspeningin á tíð-
indafundinum, men høllin
hevur havt eitt bókað virði
um tær seks mió kr., og tí er
væl hugsandi, at keypspen-
ingurin fer at liggja um
hesa upphædd. Tað sam-
svarar so eisini við orðini
frá Guttorm Sørensen um,
at KÍ við loysnini fær gold-
ið alla sína skuld, umframt
at felagið helst kemur at
hava nakað av tøkum pen-
ingi.
Eigarar av P/F KÍ-høllin
verða KÍ og Norðoya Spari-
kassi, og samstundis verður
tað helst soleiðis, at tað
verður Sparikassin, sum
verður lánveitari til keypið
av høllini. Á tann hátt líkist
hetta partvíst eini "sale and
lease-back" avtalu. Hetta
skilt soleiðis, at tað í veru-
leikanum er Sparikassin,
sum stendur aftan fyri
keypið, men at parturin hjá
Sparikassanum í størstan
mun verður sum lánsveit-
ari.
Garanturin
Samstundis skal lánið for-
rentast, og tað er her, at
Klaksvíkar
Kommuna
kemur í myndina. Árliga
leiguupphæddin,
sum
Kommunan
letur
fyri
nýtslu av høllini, skal
hækkast
munandi.
Úr
450.000 kr. upp í 760.000
kr. um árið.
Tað gevur so eisini rúm
fyri, at nýggja partafelagið
kann fáa ein sunnan rakst-
ur, har ráð eru til bæði rent-
ur og avdrøg, og har
Kommunan á tann hátt yvir
eitt longri áramál er fíggj-
arligi
garanturin
undir
loysnini. Samstundis ger
økta leigugjaldið tað fram-
haldandi møguligt hjá KÍ -
sum jú eisini fevnir um
Stjørnuna - at leiga seg inn
í KÍ-høllina fyri sama lága
tímaprís, sum tað áður
hevur verið galdandi.
Samanlagt gevur tað so
eina loysn, sum inniber, at
KÍ sleppur at kalla snikka-
leyst burtur úr tunga fíggj-
arliga brotasjógvinum, sum
felgið hevur verið í seinnu
árini. Og har felagið á ong-
an hátt kemur at merkja
nakrar øktar fíggjarligar
byrður, hóast talan nú verð-
ur um ein triðja part, sum
kemur at standa fyri ogn og
rakstri av KÍ-høllini. Og
har høllin hartil ætlandi
skal fáa eina tiltrongda
høvuðsumvæling.
Sálarlig lyft
Og ikki minst, so kann
hetta geva øllum felagnum
eitt at kalla sálarligt lyft. At
sponsorar og aðrir stuðlar
nú vita, at peningurin ikki
bara fer í eitt botnleyst hol,
men heldur til at styrkja um
felagið og úrslitini á vøllin-
um hjá bæði eldri og yngri,
kann ikki annað enn skapa
ein tiltrúgv um, at KÍ nú
aftur verður ført fyri at
standa seg í oddinum. Og
júst tann tiltrúgvin er
kanska
týdningarmesti
parturin í øllum tí, sum
snýr seg um visión 2009
hjá KÍ.
6 milliónir í KÍ-kassan
Samstundis sum raksturin av
KÍ-høllini hevur verið ein
kleppur um beinini á KÍ,
hevur høllin eisini verið
størsta fíggjar-aktivið hjá
felagnum. Nú verður virðið á
hesum realiserað, og tað
gevur helst eina varandi
loysn á fíggjarligu
trupulleikunum hjá
felagnum