hósdagur 4. august 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2005
27
Sendimaður
til sendistovu Føroya
í Keypmannahavn
Starv sum sendimaður til Sendistovu Føroya í
Keypmannahavn er leyst at seta frá 1. oktober
2005 ella so skjótt sum til ber.Starvið verður sett á
Løgmansskrivstovuni og starvsstaðurin er fyrstu 3
árini í Keypmannahavn.
Uppgáva sendimansins er at virka fyri áhugamál-
um landsins, at umboða myndugleikar landsins
mótvegis donskum myndugleikum og myndug-
leikum í hinum Norðurlondunum, at røkja sam-
bandið við Norðurlendska Ráðharraráðið, fremm-
andu sendistovurnar í Keypmannahavn og aðrar
stovnar í Danmark.
Sendistovan í Keypmannahavn hevur breitt upp-
gávuøki m.a.á vinnuøkinum,á mentanarliga økin-
um og viðvíkjandi samfelagsviðurskiftum í síni
heild
Faklig førleikakrøv
Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava viðkom-
andi útbúgving frá lærdum háskúla ella samsvar-
andi førleika.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Tann, ið verður settur skal hava góð samstarvs-
evnir og evnir at leiða, vera áhittin, miðvísur og
duga at arbeiða sjálvstøðugt og skipa fyri. Tað er
fyrimunur at viðkomandi hevur royndir frá mið-
fyrisitingini ella góðan kunnleika um arbeiðið í
miðfyrisitingini. Harumframt skal viðkomandi
vera framsøkin, væl fyri í samráðingarhøpi, duga
at samskifta bæði formliga og óformliga, hava
góðan málførleika, duga at skapa og røkja sam-
bond við viðkomandi fólk, myndugleikar og
felagsskapir.
Løn- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, og
verður flokkað svarandi til ráðgeva I,eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løg-
frøðingafelag Føroya ella samsvarandi útbúgving
og royndum.Veitt verður ein bústaðar- og útivið-
bót, sum er 8.212,50 kr. um mánaðin.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu vera
Løgmansskrivstovuni, Postrúm 64, 110 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi 31. august 2005.
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til
Marjuna Hanusardóttur,løgmansstjóra,ella Herluf
Sigvaldsson,deildarstjóra á tlf:351010 at fáa nærri
at vita um starvið.
Sendistova Føroya í Keypmannahavn er partur av Løgmansskriv-
stovuni - Uttanríkisdeildini, ið er fyrisiting landsins í uttanríkis-
málum.Á sendistovuni starvast sendimaður og tvey starvsfólk.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Kunnandi fundur
fyri lesandi
Meginfelag Føroyska Studenta og Altjóða Skriv-
stovan skipa fyri kunnandi fundi í Miðlahúsinum í
Vágsbotni, Havn
sunnudagin 7. august kl. 17.00.
Fundurin fer at snúgva seg um praktisku,fíggjarligu
og sosialu viðurskiftini sum lesandi. Føroysk lesandi
í Danmark, Norðurlondum, Stóra Bretlandi og øðr-
um londum verða við á fundinum og høvi verður at
seta spurningar.
MFS og ASK
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Avloysari fyri
leiðsluskrivara í
barnsburðarfarloyvi
Vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt
eftir leiðsluskrivara til Vinnumálaráðið at byrja 12.
september 2005 og í uml. 12 mánaðir fram.
Arbeiði fevnir um:
• Landsstýrismannaskrivari
• Dagføringar av heimasíðuni
• Fyrifallandi skrivstovuarbeiði, t.d.
•
rættlestur
•
málsavgreiðsla
•
journal og postavgreiðsla
Vit hugsa okkum, at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi
útbúgving
• hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
• kunnleika til EDV á brúkarastøði
• góð samstarvsevni
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú
sjálv/sjálvur verður við til at skapa, til tíðir strævið,
men samstundis sera áhugavert og mennandi við
góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið
fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí um-
framt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, viðmælum o.ø. verða
sendar til:
Vinnumálaráðið
Postrúm 377
110 Tórshavn
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin
9. august 2005.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Vinnumálaráðið á telefon 35 60 60.
Sjóbjargingarstøðin
MRCC-Tórshavn
Tlf: +298 351300 • Fax: +298 351301
Telex: 81200 TLGR FA
Inmarsat C: 423 116210 • Inmarsat B: 323 116220 (voice)
323 116221 (Fax)
Fráboðan um
seismikkvirksemi
Lýst verður,at seismiskar kanningar verða gjørdar á
hesari havleið.
61º21’N
004º57’W
61º17’N
004°49’W
61°12’N
004°56’W
61º17’N
005º03’W
Gardline Geosurvey kannar havleiðina.
Kanningarnar
verða
gjørdar
vegna
Statoil
Exploration.
Byrjað verður umleið……… 02-08-2005
Arbeiðið tekur væntandi.…… 7-10 Dagar
Skipanavn…………………… Sea Surveyor
Kallibókstavir/Flagg………… C6QL6/Bahamas
Fiskiveiðiumboð…………… Eli Lassen
Samband fæst við skipið á VHF rás 16.
Upplýsingar um kanningararbeiði fáast frá
Tórshavn Radio, á telefon 351300, ella á telefax
351301.
Eisini verður víst til heimasíðuna www.mrcc.fo
Sjóbjargingarstøðin
MRCC-Tórshavn
Tlf: +298 351300 • Fax: +298 351301
Telex: 81200 TLGR FA
Inmarsat C: 423 116210 • Inmarsat B: 323 116220 (voice)
323 116221 (Fax)
Fráboðan um
seismikkvirksemi
Lýst verður,at seismiskar kanningar verða gjørdar á
hesari havleið.
Útnyrðingshornið
60º39’N 005º29’W
Landnyrðingshornið
60º37’N 005º26’W
Landsynningshornið
60º35’N 005º29’W
Útsynningshornið
60º37’N 005º32’W
Felagið Gardline Geosurvey kannar havleiðina.
Kanningarnar verða gjørdar vegna BP Exploration.
Byrjað verður umleið…………… 05-08-2005
Arbeiðið tekur væntandi………
4 Vikur
Skipanavn………………………
Sea Profiler
Kallibókstavir/Flagg…………… HP6791/Panama
Fiskiveiðiumboð………………… Ebbe Michelsen
Samband fæst við skipið á VHF rás 16.
Upplýsingar um kanningararbeiði fáast frá
Tórshavn Radio, á telefon 351300, ella á telefax
351301.
Eisini verður víst til heimasíðuna www.mrcc.fo