fríggjadagur 5. august 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 146 - 5. august 2005
Eftirlýst yrking
Jákup Andreas Arge á Argjum eftirlýsir hesi yrking,
sum hann minnist frá einum ungmannafelagsfundi í
Húsavík miðskeiðis í fýratiárunum. Hann hevur spurt
fleiri fólk, um tey minnast yrkingina, men eingin
sigur seg minnast.
Hann vil so fegin vita meira um yrkingina, hvør
hevur yrkt o. s. fr. Tey, ið halda seg vita nakað um
hetta eru vælkomin at seta seg í samband við Jákup
Andreas á telefon 316551 ella 216551.
Várt merki er frítt
og so yndisligt skrýtt
tað er hvítt, blátt og reytt
og so livandi sett
at tað rørist hvør sál
og alt føroyska mál
rópið varðveitið flaggið hvítt, blátt og reytt
SUMMARFESTIVALUR
Nýggi ferðamannabáturin
hjá Sjóferðum, Froyur, fer
at sigla beinleiðis millum
Havnina og Klaksvík tá
Summarfestivalurin 2005
er næsta vikuskifti.
Fyrsti túrurin er av
Havnini fríggjadagin kl
17.00 og av Klaksvík aftur
kl
01.00.
Leygardagin
verður farið av Havnini kl
13.00 og av Klaksvík kl
01.30.
Túrarnir eru treytaðir av,
at nóg nógv tekna seg
frammanundan, og á Sjó-
ferðum siga tey, at boðast
skal frá luttøku í seinasta
lagi hósdagin. Tilmeldingin
er hjá Vestmanna Kunning-
arstovu, sum hevur telefon
471500 ella hjá Sjóferðum
sum hava telefon 471600.
Froyur á Summarfestival