fríggjadagur 5. august 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 5. august 2005
19
Todi Jónsson sann-
førdi mikukvøldið við
landsliðsvenjaranum
sum eygnavitni, at
hann eigur at vera
hvassasta vápnið, tá
ið Kypros skal fellast
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Í nýggja gula og svarta
búnanum sannførdi Todi
Jónsson mikukvøldið allar
fótbóltsáhugaðar føroying-
ar um, at hann framvegis er
besti álopsspælarin, sum
Føroyar hava átt og ikki
minst
framvegis
eiga.
Hóast hann leygarmorgun-
in var úti fyri stórum skelki
og endaði á sjúkrahúsinum,
so var Todi ógvuliga væl
fyri, tá ið Start á heimavølli
royndi at verja oddasessin í
Tippuliguni móti Lyn úr
Oslo, sum eigur bestu verj-
una í norskum fótbólti.
Annar av miðverjunum var
Steven Lüstu, sum var á
Herfølge liðnum, tá ið teir
við Jákupi Mikkelsen sum
málverja vunnu DM í 2000.
Undan vitjanini hjá Lyn í
Kristiansand vóru trettan
mál farin ígjøgnum í fim-
tan dystum, og inntil vísar-
in var farin tríggjar minuttir
út um vanligu leiktíðina,
tóktist tað sum um, at tað
skuldi eydnast høvuðsstað-
arfelagnum at fara avstað
við ongum máli ímóti sær
og øllum stigunum, eftir at
teir í 1. hálvleiki høvdu
fingið eitt mál eftir horna.
Men so var tað, at Todi
Jónsson var nógv hægstur
og við rimmar stútara
staðfesti, at tað framvegis
býr nógv krút í honum.
- Tað var fantastiska gott,
at eg skoraði. Fyri lið-
moralin hevði tað verið
ógvuliga tyngjandi, um vit
einki høvdu havt fingið
burturúr. Vit høvdu stóra
leikliga yvirvág, og vit
høvdu einar fjúrtan góðar
royndir
móti
málinum.
Eisini fyri meg persónliga
kom málið væl við. Eg veit
væl, at eg eri keyptur fyri at
skjóta mál, og tað er á tí
vágskálini, at eg verði
vigaður, so hetta var fan-
tastiskt, sigur Todi Jónsson,
sum iðrar seg um, at hann
ikki fekk eitt mál afturat.
- Í 1. hálvleiki hevði eg
ein góðan møguleika eftir
innlegg. Tá fór bólturin
dygst skeivu megin stólpan.
Tá átti eg at havt sent hann
í málið við høvdinum. Tá ið
tað restaði ein løta, og vit
framvegis vóru aftanfyri,
fekk eg bóltin í málið.
Tíverri var eg akkurát
rangstaddur.
Henrik Larsen, landsliðs-
venjarin, var á áskoðara-
plássunum í Kristiansand
mikukvøldið,
og
hann
heilsaði eftir dystarlok upp
á Toda:
- Tað er upp til hansara at
gera av, um eg skal spæla á
landsliðnum ella ikki. Hann
helt, at eg hevði spælt væl,
so eg vóni, at tað verður
pláss
fyri
mær
móti
Kypros, sigur Todi Jónsson,
og vit kunnu heilsa og siga
honum, at hann er úttikin.
Tú hevði nóg nógva orku
at vera við alla tíðina og at
skjóta mál í yvirtíðini?
- Tað er langt síðani, at eg
havi spælt alla tíðina. Eg
havi vant nógv síðstu vikur-
nar, og eg kenni meg vera
væl fyri. Síðstu tjúgu
minuttirnar var eg ógvuliga
troyttur, men venjarin setti
nýggjan álopsspælara inn
og síðstu løtuna vóru vit
ofta fýra og fimm Start
spælarar í brotseiginum hjá
teimum. So tað var gott, at
tað eydnaðist at løna venj-
aranum fyri álitið, sum
hann vísti mær.
Í norskum fjølmiðlum
fekk Todi í gjár gott skoðs-
mál fyri avrikið miku-
kvøldið. VG, sum er størsta
blaðið í Noregi, lutar
honum eitt 6 tal. Bara ein
spælari, Start miðvallarin
Alex Valencia, fekk sjey.
Todi var væl upplagdur,
hann flutti seg nógv, bólt-
førleikin var sum í gomlum
døgum, og hann var skjótur
í fatanini fyri spælinum. So
skjótur, at mótstøðumenni-
nir beinanvegin noyddust at
gera fleiri fríspørk ímóti
honum, og annar miðverjin
fekk gult kort, sum ber við
sær, at hann verður leik-
bannaður næstu ferð.
- Her verður spælt øðr-
vísi, enn vit gjørdu í FCK.
Tá vóru vit altíð tveir á
toppinum. Útgangsstøðan
hjá teimum er 4-3-3, men
álopsspælararnir
hava
verjuuppgávur, so talan
verður ofta um 4-5-1, og tá
ið tú ert einsamallur á
toppinum,
verður
tað
sjálvandi eyka nógv renn-
ing.
Mánakvøldið skal Start
spæla á útivølli móti Viking
í Stavanger.
- Eg eri væl fyri, og eg
vóni sjálvandi at fáa pláss
millum teir fyrstu ellivu.
Roy Hodgson, ið er ein
tann besti venjarin, sum eg
nakrantíð havi havt, er
venjari hjá teimum, so tað
verður spennandi, staðfestir
Todi Jónsson.
Um alt veit væl við, og
Todi framvegis verður væl
fyri, so kann eingin ivi vera
um, at hann verður á
vøllinum, tá ið Føroyar
annan mikudag fara at
spæla móti Kypros. Møgu-
leikin fyri sigri í tí dysti-
num øktist heilt nógv miku-
kvøldið, tá ið Todi Jónsson
vísti, at hann aftur er væl
fyri.
- Dystarvenjingin er ikki
optimal. Tað sigur seg
sjálvt, tá ið eg bara havi
spælt tvær ferðir í lítlar
løtur frammanundan hesum
dystinum. Men tað eigur at
ganga skjótt rætta vegin,
um eg fái høvi at spæla
fleiri ferðirnar soleiðis,
sum eg gjørdi hesa ferð.
Føroyar eiga álopsspælara á altjóða støði
Tað var klassamunur,
tá ið Ongland setti
føroysku U 17 ung-
lingarnar upp á pláss
við 7-0 stórsigri, men
møguleikin er
framvegis at sleppa
undan aftastu
plássunum
U 17 NM
Jóannes Hansen
Seinnapartin í dag fer
føroyska U 17 landsliðið í
fótbólti at spæla móti
Finnlandi. Stríðið verður
um at sleppa undan aftasta
plássinum í bólkinum. Um
tað eydnast Føroyum at
megna í minsta lagið
javnleik, so skulu Føroyar
sunnudagin spæla um fimta
plássið.
- Men tað verður torført.
Eingin ivi er um, at finnar-
nir fara at vera ógvuliga
uppsettir, eftir at teir bæði
hava tapt móti Onglandi og
Svøríki,
heldur
Finn
Johannesen,
sum
er
føroyski hjálparvenjarin í
Reykjavík.
Eftir
góða
úrslitið
týsdagin - 1-1 móti Svøríki
-
kom
føroyska
liðið
orduliga niður á jørðina
mikudagin. Tá var Ongland
mótstøðuliðið, og tá var
einki at rafla um. Ongland
vann 7-0, eftir at teir eftir
fyrstu fjøruti minuttirnar
vóru
frammanfyri
við
tveimum málum.
Ongland setti beinanveg-
in Føroyar undir stórt trýst.
Í 14. minutti eydnaðist ikki
at fáa bóltin burtur eftir
innlegg og so var 1-0. Fýra
minuttir seinni varð 2-0.
Málverjin koppaði einum
av teirra, og teir fingu mál
burturúr brotssparkinum.
-
Hóast
teir
vóru
frammanfyri við tveimum
málum, so var leikliga
avrikið hjá okkum kanska
betri, enn tað var móti
Svøríki. Men í 2. hálvleiki
var klassamunur. Ter fingu
mál eftir 48, í 53. og í 55.
minutti, so vóru vit heilt
moyrir, og teir skoraðu tvey
mál afturat, greiðir Finn
Johannesen frá.
Mikukvøldið sóu føroy-
ingarnir
hálvfinaluna
í
steypakappingini millum
Fram og FH, sum Fram
vann 9-8 eftir longda leik-
tíð og brotssparkskapping.
- Í morgun fara vit at
venja og at royna at fáa
liðið upp á pláss aftur eftir
henda umgangin, og so fáa
vit at síggja, hvussu tað
verður
móti
Finnlandi.
Eisini fara vit at vitja Bláa
Lónið, sigur Finn Johanne-
sen úr Reykjavík.
Svøríki vann mikudagin
3-0 á Finnlandi. Í hinum
bólkinum vann Danmark 3-
0 á Noregi og Írland vann
2-0 á Íslandi.
Føroyska
liðið:
Jóan
Pauli Jakobsen, B36 - John
Hammer, KÍ (Rógvi Holm,
AB, 80.), Ari Samson, KÍ,
Torkil Kollsker, HB, Heri
Nesá, ÍF (Rúnar í Lon
Jacobsen, B36, 41.) - Álvur
Christiansen, KÍ (Martin
Tausen, VB, 56.), Filip
Jacobsen, NSÍ, Henning
Joensen, liðformaður, VB,
Rógvi Poulsen, AB (Eli
Simonsen, KÍ, 60.),- Johan
Ellingsgaard,
B36.)
-
Klæmint A. Olsen, NSÍ
(Vincent Jacobsen, ÍF, 22.)
Á beinkinum uttan at
verða skiftir inn vóru Hans
Jørgensen, KÍ, og Rasmus
Nielsen,
B71.
Pætur
Clementsen er venjari, og
Finn Johannesen er hjálpar-
venjari.
Andrass
K.
Thomassen er liðleiðari,
Fanny Kruse fysioterapeut-
ur og Rúni Heinesen er
ferðaleiðari.
Føroyar fingu ein frammaná
Tað vóru ofta nógvir onglendingar
rundanum føroysku spælararnar
Summir serfrøðingar
siga seg ivast í, um
felagið hjá Toda Jóns-
son fer at megna at
halda tørn um odda-
sessin, sum teir hava
sitið á størsta partin
av kappingarárinum
NOREG
Jóannes Hansen
Start er framvegis oddalið í
norskum fótbólti. Men
mikukvøldið versnaðu fyri-
treytirnar hjá teimum. Vik-
ing, sum Start mánakvøld-
ið skal spæla móti í Sta-
vanger, tapti 2-0 á útivølli
móti Lillestrøm, so sam-
mett við Viking styrknaði
støðan hjá Start.
Størsta hóttanin fer iva-
leyst
at
koma
frá
Vålerenga. Teir í Oslo
felagnum vóru mikukvøld-
ið upptiknir av europeisku
meistarakappingini, har teir
á útivølli móti Haka í Finn-
landi, sum áður hevur spælt
móti HB, tryggjaðu sær
sess í triðja innleiðandi
umfarinum.
Tí var heimadysturin hjá
Vålerenga móti Molde
útsettur. Oslo felagið er
fýra stig aftanfyri Start,
men teir hava spælt ein dyst
minni.
Í Noregi verður nógv
tosað um, um tað man fara
at eydnast Start at halda
tørn um oddasessin. Fleiri
serfrøðingar siga seg rokna
við, at tað fer Start ikki.
Teir
rokna
við,
at
Vålerenga fer at vinna
meistaraheitið.
Eftir dystarlok í Kristian-
sand helt Lyn venjarin,
Henning Berg, sum er
gamal Manchester United
verjuspælari, at hansara lið
hevði verið ógvuliga heppið
at fáa eitt stig. Sjálvandi
iðraði hann seg um, at tað í
evstu løtu var eydnast Toda
Jónsson at fáa mál, og at
liðið hjá honum harvið
hevði mist tvey stig, men
hann helt, at Start stóran
partar av tíðini hevði rund-
barberað teir, sum hann tók
til.
Karismatiski Odd Nord-
lie, sum er venjari hjá Start,
segði seg vera væl nøgdan
við leikliga avrikið, og
hann segði seg ikki ivast í,
at teir fóru at megna at
halda tørn um oddasessin,
um teir framvegis fóru at
megna hetta leikliga støðið.
Trettan tey seinastu árini
hevur Rosenborg verið
meistari. Tað verða teir ikki
í ár. Tað er rættulig kreppa í
Tróndheimi. Mikukvøldið
var Rosenborg á útivølli
móti Fredrikstad, sum var
fyrsta felagið í Noregi, sum
ætlaði
at
keypa Toda
Jónsson. Meistaraliðið varð
fullkomuliga
eyðmýkt.
Fredrikstad vann 5-1!
Start mist í
toppinum