Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2005 21 VINNUMÁLARÁÐIÐ Avloysari fyri leiðsluskrivara í barnsburðarfarloyvi Vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir leiðsluskrivara til Vinnumálaráðið at byrja 12. september 2005 og í uml. 12 mánaðir fram. Arbeiði fevnir um: • Landsstýrismannaskrivari • Dagføringar av heimasíðuni • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði, t.d. • rættlestur • málsavgreiðsla • journal og postavgreiðsla Vit hugsa okkum, at tú hevur: • skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving • hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt • kunnleika til EDV á brúkarastøði • góð samstarvsevni Vit bjóða: Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí um- framt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsóknir Umsóknir við prógvum, viðmælum o.ø. verða sendar til: Vinnumálaráðið Postrúm 377 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. august 2005. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið á telefon 35 60 60. Sjóbjargingarstøðin MRCC-Tórshavn Tlf: +298 351300 • Fax: +298 351301 Telex: 81200 TLGR FA Inmarsat C: 423 116210 • Inmarsat B: 323 116220 (voice) 323 116221 (Fax) Fráboðan um seismikkvirksemi Lýst verður,at seismiskar kanningar verða gjørdar á hesari havleið. 61º21’N 004º57’W 61º17’N 004°49’W 61°12’N 004°56’W 61º17’N 005º03’W Gardline Geosurvey kannar havleiðina. Kanningarnar verða gjørdar vegna Statoil Exploration. Byrjað verður umleið……… 02-08-2005 Arbeiðið tekur væntandi.…… 7-10 Dagar Skipanavn…………………… Sea Surveyor Kallibókstavir/Flagg………… C6QL6/Bahamas Fiskiveiðiumboð…………… Eli Lassen Samband fæst við skipið á VHF rás 16. Upplýsingar um kanningararbeiði fáast frá Tórshavn Radio, á telefon 351300, ella á telefax 351301. Eisini verður víst til heimasíðuna www.mrcc.fo Sjóbjargingarstøðin MRCC-Tórshavn Tlf: +298 351300 • Fax: +298 351301 Telex: 81200 TLGR FA Inmarsat C: 423 116210 • Inmarsat B: 323 116220 (voice) 323 116221 (Fax) Fráboðan um seismikkvirksemi Lýst verður, at jarðfrøðisligar kanningar verða gjørdar á 2 havleiðum. Havleið 1 Útnyrðingshornið 62º14’N 005º14’W Landnyrðingshornið 62º40’N 004º19’W Landsynningshornið 61º58’N 003º03’W Útsynningshornið 61º34’N 003º56’W Havleið 2 Útnyrðingshornið 61º28’N 005º30’W Landnyrðingshornið 61º20’N 005º10’W Landsynningshornið 60º50’N 006º00’W Útsynningshornið 61º09’N 006º21’W Kanningarnar fara fram á tann hátt, at skipið siglir við 8 míla ferð á nevndu havleiðum. Bell Geospace kannar havleiðirnar. Kanningarnar verða gjørdar vegna Statoil Exploration. Byrjað verður umleið………… 05-08-2005 Arbeiðið tekur væntandi……… 4 Vikur Skipanavn……………………… Aurelia Kallibókstavir/Flagg…………… LXAI/Luxembourg Samband fæst við skipið á VHF rás 16. Upplýsingar um kanningararbeiði fáast frá Tórshavn Radio, á telefon 351300, ella á telefax 351301. Eisini verður víst til heimasíðuna www.mrcc.fo Bókavørður Á Fróðskaparsetri Føroya er starv leyst at søkja sum bókavørður.Á Fróðskaparsetrinum eru 3 bókasøvn, eitt á hvørji deild. Arbeiðið fevnir serliga um at skráseta bókasøvnini á Fróðskaparsetrinum og annars vanligt bókavarða- arbeiði. Arbeiðið fer fram eftir serligari avtalu og í neyvum samstarvi við Landsbókasavnið. Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett fyribils í eitt ár við møguleika fyri at tað verður longt í eitt ár afturat. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Sølvará, setursskrivara á 352500 ella annikas@setur.fo ella til Marjun Paturson, lands- bókavørð á tlf. 311626 ella marpat@flb.fo. Starvið verður sett 1.september ella skjótast til ber. Umsóknirnar skulu stílast til Fróðskaparsetrið, men starvið verður sett í samráð við Landsbókasavnið Umsóknarfreistin er 15. august 2005. Fróðskaparsetur Føroya Postrúm 272 110 Tórshavn