Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 148 - 9. august 2005 almannastovan@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo Rók søkir starvsfólk. Í tí dagliga arbeiðnum leggur Rók dent á . At hava fyrilit til menningina, aldrinum og tørvinum hjá tí einstaka barninum. . At tað er gott samband og tilknýti ímillum tað einstaka barnið og starvsfólkið. . At barnið kennir seg sum ein týdningarmiklan lið í einum sosialum felagsskapi. . At menna samskifti, sjálvhjálp og sjálvsvirði. . Tryggleika, umsorgan og nærveru. . Virksemi, sum hóskar til aldurin og menningina hjá tí einstaka barninum. Søkt verður eftir Søkt verður eftir starvsfólki til dagstovnin Rók í Saltnesi Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum pedagogur, fysioterapeutur, ergoterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur ella royndir á økinum. Á stovninum eru 9 børn. Ætlanin er at taka stovnin í nýtslu 1. september 2005. Størvini verða sett við einum vikuligum tímatali millum 20 og 40 tímar. Vit ynskja Okkara ynski er at tú ert virkin og nýhugsandi, hevur góð sam- starvsevni og arbeiðir sjálvstøðugt við at loysa uppgávunar í tráð við endamálið hjá stovninum og teir málsetningar stovnurin hevur. Vit kunnu bjóða Eitt áhugavert starv, har tú saman við øðrum fakfólki og hjálparfólkum fært møguleika fyri at byggja upp eitt spenn- andi pedagogiskt umhvørvi á einum nýggjum stovni. Meir fæst at vita Nærri upplýsingar um starvið í Rók fáast við at venda sær til: Hanna Juul, leiðari, á telefon 447003. Umsóknir Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 15. august 2005 kl. 9.00. Send umsóknina til: Almannastovan, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Rók er ein dagstovnur fyri børn undir 18 ár við fjølbreki, har møguleiki eisini er fyri umlætting. Endamálið við Rók er at skapa eitt trygt grundar- lag fyri børnini, har tey kenna seg væl, verða vird, eru við í sosialari samveru og fáa eitt mennandi tilboð saman við neyðugu venjingunum. Endamálið við hesum dagstovni er at royna eina nýggja skipan við einum tilboði, har fjølbrekað børn verða stimbrað og ment, og har ansing, viðgerð og umlætting av fjølbrekaðum børnum verður samantvinnað á einum staði. Rók er dagstovnur undir Almannastovuni. Nýggjur stovnur til fjølbrekað børn almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Deildarleiðari til serdeildina fyri børn og vaksin og vaksin, ið bera brek, umframt samstarv við aðrar fakbólkar. Deildarleiðarin á Serdeildini fyri børn og vaksin verður partur av ein- um stovni, ið alla tíðina má tillaga seg broytingar í samfelagnum og taka við avbjóðingunum, sum liggja í tíðini og í framtíðini. Deildar- leiðarin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran. Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Vit sóknast eftir einum fólki, ið hevur viðkomandi útbúgving, til dømis frá hægri lærustovni, sosialráðgevi ella annað líknandi, hevur kunnleika til almenna fyristiting, góðan kunnleika til kunningartøkni og evnir at orða seg munnliga og skrivliga. Okkara ynski er, at deildarleiðarin evnar at eggja og menna starvsfólk, hevur góð samstarvsevni og førleika at loysa uppgávurnar á deildini og menna deildina í tráð við endamálið hjá stovninum og teir málsetningar stovnurin hevur. Starvið umfatar í høvuðsheitinum ábyrgdina av leiðslu og samskipan av arbeiðnum á deildini og ráðgeving og vegleiðing av familjum, ið hava børn Joensen, stjóra, á telefon 35 35 10. Skrivlig umsókn skal vera Almannastovuni í hendi í sendasta lagi 22. august 2005 kl. 12. Send umsóknina til: Almannastovuna Smyrilsvegur 20 postboks 3096 110 Tórshavn Serdeildin fyri børn og vaksin er deild á Almanna- stovuni, sum veitir ráðgeving um alt landið og arbeiðir í tøttum samstarvi við økisdeildirnar. Starvsøkið hjá deildini fevnir um ráðgeving til børn og vaksin við skerdum førleika og familjum teirra, viðgerð av umsóknum um stuðul og hjálpartiltøk og samstarv við aðrar stovnar, sum veita tænastur til fólk við breki og annað. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum.