Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 148 - 9. august 2005 Lívsins Orð, Saltangará Mánakvøldið kl. 20.00 Ung- dómsmøti. Mikukvøldið kl. 19.30 Bønar- møti, kl. 20.30 Útimøti um viðrar. Sunnudagin kl. 10.30 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera við drekkamunni verður í Siloa mikukvøldið kl. 19.30, Oddur á Lakjuni talar. Evnið: Rættvísi og fyrigeving. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vitnið, Hvalba Á møtinum onskvøldið kl. 20 talar Don Hinchliff. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Frá 8. august-26. august er Tilhaldið opið kl. 15.00-17.00 Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Felagið Tórshavn – gongutúrur Felagið Tórshavn skipar fyri gongutúri mikudagin 10. august kl. 18.00. Gingið verður til Brynjumannaborð- Stórareyn og Skælings bygd, farið verður av Kunningar- stovuni í Havn. Tilmelding neyðug. Dagtilhaldið Fløvi Í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Tlf. 448279. Allir pensionistar eru hjartaliga vælkomnir. Opið er mánadag til fríggjadag kl. 15 – 18. Hvønn dag er ein góður drekkamuður at fáa. Bløðini eru altíð til taks. Somuleiðis kort og spøl. Tú ert vælkomin at hava títt egna hondarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugs- að tær at vita meira um felag- ið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, formannin: Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Spælistovan í meinigheitshúsinum er í summarfrí frá 1. juli til 5. september 2005. Tá verður spælistovan í Margarinfabr- ikkini. AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri bókafundur Mikudag: kl. 20.00–21.00 Stiga- og siðafundur Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: Opin fundur kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og kl. 22.30-23.30 Kvinnufundur kl. 20–21.00. Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt hós- kvøld kl. 20 og sunnudag kl. 17. Síðsta sunnudag í mán- aðinum er opin speakarafun- dur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). Søkt verður eftir starvsfólki til avgreiðsluna hjá Atlantic Airways á flogvøllinum Arbeiði fevnir m.a. um: • help-desk tænastur • upplýsing um ferðslu • leiðbeining í sambandi við netbókingar • bílegging av ferðaseðlum og pakkatúrum Krøv Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin • hevur kunnleika til bókingarskipanir og ferðaseðlasølu. • dugir at arbeiða við teldu • hevur evni at samarbeiða og er ágrýtin • kann arbeiða sjálvstøðugt • kann arbeiða undir trýsti Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. august 2005. Nærri upplýsingar kunnu fáast um starvið hjá Heidi Askham á tlf. 34 10 10 ella e-mail: heidia@atlantic.fo. Umsókn skal sendast til Atlantic Airways, Vága floghavn, 380 Sørvágur. Starvsfólk til avgreiðsluna Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. Umleið 140 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, og árligi umsetningurin var 234 milliónir krónur í 2004. Atlantic Airways hevur fýra flogfør og tvær tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Íslandi og Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið ein triðingur av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrlurnar røkja ferðasamband til útoyggjarnar, og bjargingar- tyrlan stendur á varðhaldi alt samdøgrið. www.flyfaroe.com TILTØK