mikudagur 10. august 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 149 - 10. august 2005
– Hetta er ikki ein
framførsla, men ein
løta at vera saman
um, segði Seamus
Heaney, tá The poet
and the Piper komu á
pall í Norðurlanda-
húsinum mána-
kvøldið. Og skjótt
ráddi eitt huglag, sum
áhoyrarnir á ein
serligan hátt kendu
seg heima í
LISTASTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Tey vóru mong, sum fegn-
aðust, tá tað frættist, at tað
var eydnast fáa írsku Sea-
mus Heaney og Liam O’
Flynn, »The Poet and the
Piper«, at framføra á Lista-
stevnuni. Teir báðir eru ikki
bara úrmælingar á hvør
sínum øki; framførslan
mánakvøldið var eisini tann
einasta teir hava í ár, og
løtan í Norðurlandahúsin-
um livdi í allar mátar upp
til væntaninar.
Tilfarið hjá teimum báð-
um tók støði í írskari og
gæliskari mentan og søgu.
Og í samspælinum millum
pípuleikin hjá O’ Flynn og
yrkingunum hjá Heaney
uppstóð eitt heilt serligt
huglag, sum áhoyrarnir
tóktust kenna seg aftur í.
Ella sum Heaney legði út
við at siga »This is not a
show but a sharing« – ein
løta at vera saman um.
Kveikt samspæl
Løtan byrjaði við, at Liam
O’ Flynn spældi eitt lag,
eina tónleikaliga útgávu av
eini yrking hjá gæliska
høvundanum
Anthony
Raftery, sum Heaney eisini
hevur týtt til enskt. Seinni
skrivaði Heaney sjálvur
yrkingina
»The
Given
Note« við íblástri frá tón-
leikinum og orðunum hjá
Raftery. Og soleiðis varð
øll framførslan merkt av at
vera eitt kveikt samspæl
millum tónleik og orð, mill-
um mentanir og fólk tvørt-
urum øldir.
Listarliga vísti løtan eis-
ini, at O’ Flynn og Heaney í
roynd og veru umboða
sama mentanarliga um-
hvørvi bara við hvør sínum
»ljóðføri« – O’ Flynn við
síni uilleann sekkjapípu og
Heaney við sínum yrking-
um. Eitt nú høvdu báðir
hvør sína og kortini somu
uppliving av smiðjuni og av
bóndanum við hvíslini og
bóru hana fram í eini tón-
leikaligari og eini skalds-
ligari útgávu.
Seamus Heaney hevur
fleiri ferðir sagt, at í hans-
ara eygum er O’Flynn ein
sannur meistari á sínum
ljóðføri. Og aftaná løtuna í
Norðurlandahúsinum vistu
vit hví. Uttan at fara í tekn-
iskar smálutir er nokk at
siga, at írska ulliean sekkja-
pípan er eitt óvanliga sam-
ansett ljóðføri, ið er alt
annað enn lætt at spæla
uppá. Sermerktu tónarnir
treinga inn á ein sera sterk-
an intensan hátt, sum
kveistrar alt annað til viks.
Sum Heaney tók til herfyri:
»Tá tónleikurin frá pípun-
um heldur uppat, eru oyrað
og sinnið friðsæl og opin.
Tøgnin er sum moldin, ið
er velt og saksað, klár at
verða sádd við orðum.«
Heaney og Amnesty
Aftaná
framførsluna
í
Norðurlandahúsinum skip-
aði Amnesty International
saman við Rithøvundafel-
agnum og Fróðskaparsetur
Føroya fyri móttøku á
gamla Meiarínum. Her
greiddi Seamus Heaney frá
sínum áralanga listarliga
samstarvi við felagsskapin,
sum byrjaði í 1985, tá írska
deildin hjá Amnesty heitti á
hann um at skriva eina
yrking til alheims manna-
rættindaárið. Úrslitið var
yrkingin »The Republic of
Conscience«, (Samvitsk-
unnar lýðveldi), og Heaney
kendi tað sum ein stóran
heiður, tá Art for Amnesty
seinni valdi at at brúka heit-
ið
á
yrkingini
til
»Ambassador of Consci-
ence« heiðurslønina, sum
Amnesty International letur
á hvørjum ári.
Tað var ikki sørt kenslu-
borið at hoyra Heaney
greiða frá, hvussu tað kend-
ist at handa fyrstu heiðurs-
lønina til Vaclav Havel,
sjónleikaran og samvitsku-
fangan, sum seinni gjørdist
forsætisráðharri í sínum
egna samvitskulýðveldi.
Forkvinnan í Amnesty
International, Føroya deild,
Annika Sølvará fegnaðist
um hetta serstaka høvið hjá
føroyingum at hitta ein av
stóru kveikjarnum í manna-
rættindastríðnum
– Umframt at vera ein
ótrúliga spennandi persón-
ur og høvundur, hevur Sea-
mus Heaney havt ómetaliga
stóran týdning fyri arbeiðið
hjá felagsskapinum. Ikki
bara í sambandi við »The
Ambassador of Consci-
ence« heiðurslønina og
rættindini, hann hevur latið
felagsskapinum til savnið
»Anything can happen«,
men eisini í mátanum øll
hansara listarliga hugsjón
hevur varpað ljós á manna-
rættindastríðið,
sigur
Annika.
Aftaná
móttøkuna
á
Meiarínum varð farið uppá
á gólv, har yrkjarin og pípu-
leikarin vóru fúsir at royna
seg í dansiringinum.
The Poet and the Piper –
intenst og bergtakandi
Seamus Heaney kendi seg sum heima millum allar føroyingarnar mánakvøldið
Seamus Heaney og Liam O’ Flynn vóru fegnir við boðið, tá teir
fingu høvi at trína dansin á Gamla Meiarínum
Mynd: Jan Müller
Á móttøkuni á Meiarínum las Seamus Heaney yrkingina "The
Republic of Conscience", sum stendir sum ein varði í
mannarættindastríðnum hjá Amnesty International
Framførslan hjá The Poet and the Piper var eitt kveikt samspæl
millum tónleik og skaldskap, millum mentanir og fólk tvørtur
um øldir