Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 150 - 11. august 2005 Tórshavnar Býráð hevur nú tikið stig til at steðga skilaleysu koyringini í mið- býnum í Havn. Mikukvøldið var farið undir at gera vegbungur við Café Nátúr FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Eg havi valt at handla beinanvegin. Tað nyttar einki bara at tosa um ting- ini. Tað vísir seg, hvørja- ferð ein ferðsluvanlukka er hend, so verður nógv skriv- að og tosað. Men tað nyttar einki, um vit ikki eisini handla! Soleiðis sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, eftir eitt ferðslu- óhapp mánanáttina sum stóðst av vitleysari koyring. Tveir bilar kappkoyrdu inn eftir Havnargøtu. Tá teir komu inn móti Café Nátúr, valdi annar bilførarin at koyra niðan eftir Áarvegn- um, har ferðslan er eins- rættað omaneftir – og har rendi hann frontalt saman við ein mótkoyrandi bil. – Hatta var jú púra ørt. Vit kunnu bara ímynda okkum, um tað vóru fólk til gongu, súkklu ella prutli, sum komu omaneftir, sigur Heðin Mortensen, sum vil gera nógv fyri at steðga slíkari koyring. – Eg leggi so einki í, um hetta kanska er ein ópopu- ler avgerð, sum onkur fer at illneitast inná. Fyri meg hevur tað størstan týdning, at trygdin verður sett í hásæti – og at vit steðga hesari vitleysu koyringini. Borgarstjórin leggur kortini afturat, at hann eis- ini kundi ynskt sær størri eftirlit við ferðsluni. Hann hevur tosað við politiið um hetta, og tiltøk verða sett í verk aðrastaðni við seinni, sigur hann. – Vit skulu sjálvandi vera varin, so vit ikki enda sum ein politistatur, men veru- leikin er bara tann, at ov nógvir ferðslusyndarar eru, og teir skulu steðgast. Tað er fornuftin, sum má ráða, sigur borgarstjórin. Mikukvøldið varð so far- ið undir at gera eina vegbungu út fyri handiln hjá Niels L. Arge á Konga- brúnni, har gonguteigurin er. Júst har, sum hesin gonguteigur er, koyra bil- arnir mangan so skjótt, at fólk við barnavognum mangan mugu renna undan bilunum – eisini á alljósum degi. Eisini verður ein bunga gjørd oman fyri Café Nátúr á Áarvegnum. - Sum borgari í Havn og sum koyrilærari eri eg ikki fegin um uppsetingina av slíkum bungum, sigur Hans J. Hermansen. FERÐSLUBATI Snorri Brend Havn: – Eftir míni meting raka hesar bungurnar tey 99 prosentini, sum koyra við skili, og ikki teir fáu sum koyra skilaleyst, sigur hann. Hans J. Hermansen sigur í stuttari viðmerking, at tað eru aðrir mátar enn bungur at forða slíkari koyring. Verður gongdin ov nógv í sama anda, so endar alt bara við forboðum og forð- ingum í ferðsluni. Nú nýggjar bungur vórðu settar upp í Havn í gjár- kvøldi, at kalla í skundi eftir ferðsluóhappið um vikuskiftið. Frálæra og revsing Hans J. Hermansen er kort- ini ikki fegin um hesa loysnina, og mælir ístaðin til at ein í fyrstu atløgu kann seta upp myndatól á ávísum støðum. – Á henda hátt kann ein fáa bæði mynd og fáa fatur á teimum sum koyra so skilaleyst, sigur hann. Eitt annað av uppskotum hansara er at ein ger revs- ingina fyri slík brot á ferðslulógina munandi strangari. Men Hans J. Hermansen vendir eisini peikifingrin- um ímóti sær sjálvum og starvsfelagum sínum sum koyrilærarar. – Vit mugu eisini gera enn meiri fyri, at frálæra okkara til tey sum taka koyrikoyrtið verður betri. – Okkara uppgáva verður tí, í enn størri mun at fáa ein hugburð um skilagóða ferðslu lagdan niður í tey. Tað fer heilt vist at geva úrslit í framtíðini, sigur koyrilærarin Hans J. Hermansen. Býráðið steðgar nú rasarakoyringini - Bungurnar raka tey óseku Fyrsta stigið er nú tikið til at steðga skilaleysu koyringini í Havn. Býráðið er farið at gera vegbungur á Havnargøtu og á Áarvegnum við Café Nátúr Mynd: Álvur Haraldsen