Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 11. august 2005 5 Um vikuskiftið fer Annika Hoydal á pall í Sjónleikarahúsinum saman við trimum av okkara fremstu tón- leikarum. Hóast Annika í mong ár hevði sína dagligu gongd í Sjónleikara- húsinum, hevur hon ongantíð áður havt eina konsert í húsin- um LISTASTEVNAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum tey flestu vita, er árliga Listastevnan í hesum døgum. Millum teirra, sum hava framførslur á stevn- uni, er útisetin Annika Hoy- dal, ið saman við nøkrum spælimonnum vitjar kring landið. Frá seymikonu til songfugl Longu sum stór smágenta var Annika fastur gestur í Sjónleikarahúsinum í Havn. Fyrstu tíðina royndi hon seg sum seymigenta, ið veitti eina hjálpandi hond í sambandi við eitt nú árligu kabarettirnar. Ein dagin, meðan Annika sat og seymaði nakrar knappar í onkrar búnar aftan fyri pallin í Sjónleik- arahúsinum, bleiv hon spurd, um hon dugdi at syngja. Annika Hoydal segði nei, men hóast nokt- andi svarið, endaði tað við, at hon stutt eftir stóð á pall- inum og sang fyri fullum sali. Annika Hoydal gjørdist ikki av álvara kend her á landi, fyrr enn hon kom fram við Harkaliðnum, og júst Harkaliðið er eisini sprotið úr júst Sjónleik-ara- húsinum, greiðir Annika Hoydal frá, hendan morg- unin vit hitta hana í húsin- um. - Eg og Jógvan(Dahl, blðm.) hittust fyrstu ferð her í Sjónleikarahúsinum í sambandi við eina kabarett, sum vit bæði tvey tóku lut í, og tað gjørdist sprotin til Harkaliðið, sigur hon. Annika Hoydal dylur ikki fyri, at tað verður ein ser- liga løta fyri seg, tá ið hon skal á pallin í Sjónleikahús- inum. - Eg havi nógv minnir úr hesum húsi, men sum tón- leikari havi eg ongantíð havt nakra framførslu í hús- inum. Tí er tað ikki sørt, at eg gleði meg til at fara á pallin, sigur Annika Hoy- dal. Ein blanding av goml- um slagarum og nýggjum tilfari Mikukvøldið hevði Annika Hoydal eina konsert í fim- leikahøllini í Glyvra Skúla, og fríggjadagin og leygar- dagin eru konsertirnar á Sjónleikarahúsinum á skránni. Sambært Anniku Hoydal verður borðreitt við einari blanding av gomlum slag- arum og nýggjum tilfari á konsertunum. - Tað verður sjálvsagt nokk so fitt av tí gamla, sum fólk kenna, men vit fara eisini at framføra okk- urt nýtt, sum ikki er komið út á fløgu enn, sigur Annika Hoydal. Í løtuni arbeiðir Annika Hoydal við einari fløgu, sum kemur á marknaðin tann 19. novembur. At út- gávan er júst tann 19. no- vembur, er ikki av tilvild, tí júst tann dagin fyllir Ann- ika Hoydal 60 ár. - Talan er í princippinum um eina barnafløgu, sum fær heitið "til børnini hjá børnunum", sigur Annika Hoydal. Fegnast um mót- tøkuna á bygd Annika Hoydal og bólkurin hjá henni hava farnu dag- arnar eisini havt konsertir í Vági og á Sandi, og tey lata ógvuliga væl at hesum báð- um konsertunum. - Í Vági var fult hús, og tað var ómetaliga hugnaligt at spæla fyri vágbingum, tí fólk sungu við, og tað var øgiliga góður stemningur, siga tey. Á Sandi var spælt í Virk- inum á Sandi, og her gjørd- ist bólkurin ógvuliga bilsin av, hvussu ómetaliga góður akkustikkur er í hølunum í ungmannafelagshúsinum. - Tað var nakað heilt ser- ligt at spæla á Sandi, tí ljóðumstøðurnar vóru so ómetaliga góðar, at alt gekk upp í eina hægri eind og gjørdist eitt tað besta, ið vit nakrantíð hava upplivað, siga limirnir í bólkinum. Umframt Anniku Hoydal eru tað Jógvan Dahl, Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen, ið manna bólkin hjá føroyska song- fuglinum í Danmark. Við sær á konsertferðini hava tey eisini tøkningin Kartni Fornagarð, ið er teimum ein hollur stuðul í sambandi við konsertirnar. Enn er ikki greitt, hvussu verður við virkseminum hjá Damor, sum var í bygninginum á Argjum, ið brann í grund farna viku- skifti ELDSBRUNI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Stjórin hjá Damor, Per Mortensen, sigur, at í løtuni umhugsar leiðslan í Damor støðuna, og tað er nógv at hugsa um, áðrenn komið verður til nakra niðurstøðu. Eiga grundøki á Hjalla - Tað eru nógvir leysir endar, ið greiða skal fáast á, áðrenn vit komu kunnu gera av, hvussu verður við virkseminum hjá Damor í framtíðini, sigur Per Mort- ensen. Ein møguleiki er, at Damor fer at byggja ein nýggjan handilsbygning, men Per Mortensen sigur, at einki er greitt hesum við- víkjandi. - Vit hava eitt grundøki á Hjalla, men um so er, at vit skulu byggja ein handils- bygning har, so er tað nak- að, ið tekur eitt sindur av tíð, og tað ganga nógvir mánaðar, áðrenn ein slíkur bygningur stendur klárur, sigur hann. Viðvíkjandi bygningin- um, sum brann í grund á Argjum sunnunáttina, sigur Per Mortensen, at hvat ið skal henda við tí økinum er ikki greitt enn. - Vit samráðast í løtuni við tryggingina um málið, men hesin spurningur er ikki avgreiddur enn, sigur Per Mortensen. Framtíðin hjá Damor óviss Annika aftur á gamlar gøtur Eftir at bygningurin hjá Damor á Argjum brann í grund sunnunáttina, er ógreitt, hvussu verður við virkseminum hjá fyritøkuni í framtíðini. savnsmynd Annika Hoydal saman við tveimum av tónleikarunum, Jógvan Dahl og Kaj Johannesen, ið hon spælir saman við á konsertunum kring landið í hesum døgum. Mynd: Terji Nielsen