Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 150 - 11. august 2005 Vakurt minningar- hald fyri manningina á "Jøkulfell" varð hildið norðanfyri Føroyar umborð á sjóverjuskipinum Brimli, har fleiri av teim avvarðandi tóku lut. – Annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til, las m.a. orlogs- presturin, Meinhard Bjartalíð upp úr Bíbliuni MINNINGARLØTA Snorri Brend Tað vóru eini álvarsom boð, sum bórust mána- kvøldið 7. februar, tá Jøkul- fell sendi út neyðarkall norðanfyri Føroyar. Hesa myrku og køldu náttina kom farmaskipið í vandasjógv og sakk einar 55 sjómíl úr landi. Hóast bjargingararbeiðið, so gav Norðuratlantshavið hesa løtuna seks sjómonn- um eina váta grøv, og læt familju og starvsfelagar teirra eftir í djúpari sorg. Fimm av manningini bjargaðust, meðan fýra teirra vórðu funnir drukn- aðir, og tveir teirra komu ikki afturíaftur. Til tess at minnast hesar sjólætnu menn, og fyri at vísa virðing mótvegis fa- miljum teirra, varð skipað fyri serstøkum minningar- haldi umborð á sjóverju- skipinum Brimli týsdagin 5. juli á somu leið, sum Jøkulfell sakk. Umborð á sjóverjuskip- inum vóru, umframt mann- ingina, avvarðandi og or- logsprestin, eisini umboð fyri reiðarí’ið. Á staðnum Brimil var eisini við í bjarg- ingararbeiðinum í februar mánaði, og var tí ein natúr- ligur karmur um minning- arhaldið 5. juli. Minningarhaldið, ella minningarferðin byrjaði henda týsmorgunin kl. 9:30, tá skiparin umborð á Brimli, Jan A. Kristoffersen og manning hansara løgdu frá landi av Fuglafirði og settu kós móti staðnum, har Jøkulfell sakk. Siglt varð í einar tveir tímar. Um 11:30 tíðina, tá komið varð fram til staðið, har Jøkulfell sakk, vórðu maskinurnar steðgaðar og alt fólkið umborð kom fram á dekkið. Eftir hetta varð ringt við skipsklokkuni og minn- ingarhaldið kundi byrja. Harri yvir deyðum og livandi Meinhard Bjartalíð, sókn- arprestur úr Lamba og sum virkar sum orlogsprestur luttók eisini í minningar- haldinum. Hann var somuleiðis við, tá teir fimm, ið yvirlivdu vanlukkuna komu í land, og hann var tí eisini við til minningarhaldið umborð á Brimli. Í sambandi við hetta segði hann nøkur orð, har hann tók støði í einum orði úr Rómverjabrævinum kapittul 14 og ørindini 7 til 9, har skrivað stendur so: "Tí at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at um vit liva, so liva vit Harran- um, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; ann- aðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harran- um til. Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi". Hann las síðani nøvnini upp á teimum seks, sum sjólótust í vanlukkuni. Eftir hetta vórðu blómur og kransar lagdir á sjógvin, sum ein gravstaður fyri teir deyðu, og serliga tveir teirra, sum ikki komu aftur- íaftur. Eftir hetta var ein løta givin til tøgn og bøn, til minnis um hesar sjómenn – pápar, synir og menn – sum havið soleiðis tók. Mintust teir farnu á opnum havi Hesir sjólótust við Jøkulfell Tá farmaskipið Jøkulfell sakk 7. februar 2005 sjólótust íalt seks av manningini. Tveir av manningini, Andres Truu og Vladimir Pamshev vórðu ongatíð funnir aftur . Hinir fýra vórðu funnir og síðani jarðaðir í lokalu kirkjum sínum. Teir vóru: Toomas Variksoo, Nikolay Volkov, Aleksandr Beljakov og Urmas Koningsberg. Orlogspresturin, Meinhard Bjartalíð var við tá teir bjargaðu sjómenninir komu í land á sinni. Og hann var sjálvandi eisini við til minningarhaldið umborð á Brimli Avvarðandi og onnur vóru eisini boðin við til minningarhaldið Skilnaðarløta á opnum havi Blómur og kransar vórðu lagdir á sjógvin sum eitt minni um teir báðar sjómenninar, sum fingu eina váta grøv í Norður- atlantshavi