Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 11. august 2005 7 – Skulu vit yvitaka øll tólv málsøkini í hesum valskeiðinum, so yvirtaka vit meira, enn undanfarna samgonga kláraði upp á seks ár, og tað er ivasamt, um vit megna tað, sigur Jørgen Niclasen POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Fólkaflokkurin er sum ikki einaferð í einari lyklastøðu í føroyskum politikki. Eftir seks ár í fullveldissam- gongu, so stevnir flokkurin nú moti einari heldur øðr- vísi loysn í sjálvstýris- spurninginum sum partur av ABC samgonguni. Sambært løgmanni og danska forsætisráðharran- um eru tólv yvirtøkur av- gerandi fyri, um EFTA før- oyskur EFTA-limaskapur umvegis Danmark kann gerast veruleiki. – Fólkaflokkurin er sinn- aður at yvitaka øll hesi málsøkini, ger Jørgen Nicl- asen, formaður fyri ting- bólkin hjá Fólkaflokkinum greitt. Men tað er kanska ikki realistiskt – Skulu vit yvitaka øll tólv málsøkini í hesum val- skeiðinum, so yvirtaka vit meira, enn undanfarna samgonga kláraði upp á seks ár, og tað er ivasamt, um vit megna tað, sigur Jørgen Niclasen Sostatt skal ABC sam- gongan yvirhála fullveldis- landsstýrið í yvirtøkum, sambært fyrrverandi lands- stýrismanninum. Verandi samgonga kann í mesta lagi virka til januar 2008. Jørgen Niclasen heldur, at tað ber til at yvirtaka skjótari, enn undanfarna samgonga megnaði. – Tá glið kom á yvir- tøkurnar í undanfarnu sam- gongu, so var tað kanska meira klandur enn nakað annað, sum merkti sam- gonguna, sigur Jørgen Niclasen. Halda samgonguskjal Skal EFTA limaskapur ger- ast veruleiki eftir tí leisti, sum danski forsætisráð- harrin og løgmaður tosaðu um á ríkisfundi, so skal víkjast frá samgonguskjal- inum í sambandi við ætlaðu yvirtøkurnar. – Vit halda okkum sjálv- andi til samgonguskjalið. Og tí má samgongan seta seg niður fyri at vita, hvat vit kunnu gerast samd um. Í øllum førum ger tann nýggja yvirtøkulógin tað lættari, sigur Jørgen Nicla- sen. Jørgen Niclasen heldur ikki, at tað ber til at siga, at málið við løgfrøðiligum fyrilitum verður súltað. – Tá vit tosa um EFTA limaskap, so tosa vit um at fyrisita málsøki, sum ikki eru yvirtikin. Tí er tað ov bíligt í hesum førinum at tosa um, at vit bert við politiskum amboðum kunnu fáa limaskap, sigur Jørgen Niclasen. Cost-benefit Formaðurin fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum ávarar staðiliga ímóti, at hugt bert verður hugt eftir útreiðslun- um í sambandi við yvirtøk- urnar. – Tað fer sjálvandi at kosta eitt sindur, men vit mugu eisini hyggja eftir, hvørjar fyrimunir og inn- tøkur ein EFTA limaskapur gevur Føroyum, sigur Jør- gen Niclasen. Enn er eingin ítøkilig kanning gjørd av, hvørjar møguligar inntøkur, ið ein EFTA limaskapur gevur føroyska samfelagum, men politisk semja tykist at vera um, at ein tílíkur limaskap- ur merkir umfatandi fyri- munir. Sambært Jørgen Niclasen eru tað í fleiri førum ikki teir nógvu pengarnir, ið eru avgerandi fyri, um eitt málsøki kann yvirtakast. – Taka vit eitt nú loftrúm- ið, so rinda flogførini sjálvi kostnaðin av hesum. Tað vil sostatt bert geva nøkur nýggj arbeiðspláss, sigur Jørgen Niclasen. Av teimum tólv málsøkj- unum vera níggju teirra mett sum fyrisitingarligar flytingar uttan stórvegis kostnað. Ikki ES Fleiri atfinningar móti ætlaða EFTA limaskapin- um og visión 2015 ætlanini hava snúð seg um, at Før- oyar heldur skulu stremba eftir limaskapi í ES. Men tað verður ikki við Fólka- floksins vælsignilsi, at fast samband verður úr Tinga- nesi til Brússel. – So leingi fiskivinnu- politikkurin hjá ES verður stýrdur úr Brússel, so er Fólkaflokkurin ímóti før- oyskum ES-limaskapi, ger Jørgen Niclasen greitt. Fólkaflokkurin sær ætlaða leistin hjá forsætisráðharranum í sambandi við Norðurlandaráðið sum næstbestu loysnina, ið kortini kann koma upp á tal POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Um tú ikki fært tann, tú elskar, so mást tú elska tann, tú fært. Hetta er ikki almenna áskoðanin hjá Fólkaflokk- inum til ABC samgonguna, men heldur ein passandi útlegging av støðuni hjá flokkinum til støðuna hjá Føroyum í Norðurlanda- ráðnum. – Vit ynskja fullan lima- skap. Àðrenn vit gera nakað meira í málinum, eiga vit at royna hendan møguleikan. Ber hetta ikki til, so má leisturin hjá forsætisráð- harranum metast sum tað næstbesti møguleikin, sum tað ljóðar, sigur Jørgen Niclasen, formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkin- um. Fólkaflokkurin stendur tískil í einum slag av bíði- støðu. Men Jørgen Niclasen avvísir ikki, at flokkurin fer at taka undir við leistinum hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra. – Tað er serliga avgerandi, hvat Norra, Svøríki og Finnlandi siga í Norður- landaráðnum. Tey skulu eis- ini taka fyrilit fyri støðuni hjá sámunum, sigur Jørgen Niclasen. Einki nýtt Sum nevnt í blaðnum í gjár avgjørdi eitt samt løgting í 18. mars 2003, at Føroyar skulu royna at fáa fullan limaskap í Norðurlanda- ráðnum. Málið varð eisini reist á fólkatingi í fyrispurn- ingi til Anders Fogh Rasmussen av Høgna Hoy- dal, fólkatingsmanni. Fyri- spurningurin varð svaraður fyrst í juni mánaði, og tá gjørdi danski forsætisráð- harrin greitt, at danska stjórnin vildi ganga við til, at Føroyar fingu eina støðu í Norðurlandaráðnum, ið líktist fullum limaskapi, men fullur limaskapur kom ikki upp á tal við verandi ríkisrættarligu støðu. Og hesa støðu hava danir fram- vegis. Aftur á slóðina Spurnigurin um EFTA-limaskap kann føra Fólkaflokkin aftur at elta slóðina frá gamla fullveldislandsstýrinum. Fólkaflokkurin er aftur avgerandi í føroyskum politikki Mynd: Bárður Tað næstbesta