hósdagur 11. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 150 - 11. august 2005
Skulu steðga
Statoil
Norskur umhvørvisvern-
darfelagsskapir fýlast á,
at Statoil fyrireikar seg
til at vinna olju og gass í
Barentshavinum, sjálvt
um felagið ikki hevur
fingið tey neyðugu loyv-
ini enn.
Leiðslan í Statoil hevur
ikki dult fyri, at felagið
væntar sær nógv burtur
úr tilfeinginum undir Ba-
rentshavinum. Kunning-
arstjórin, Sverre Kojedal,
sigur við Aftenposten, at
felagið ætlar sær at lata
tað fyrsta gassið haðani
longu næsta ár.
Men umhvørvisvernd-
arfelagsskapir sum Bel-
lona og Natur og Ung-
dom halda lítið um fram-
ferðina hjá tí almenna
oljufelagnum.
Guro
Hauge í Bellona sigur
við Aftenposten, at fram-
ferðin hjá Statoil vísir,
hvussu lítið teir norsku
politikararnir hava at
siga, tá saman um kemur.
Formaðurin í Natur og
Ungdom, Ane Kismul,
sigur við blaðið, at Stat-
oil hevur sett fulla ferð á
verkætlanina í Barents-
havinum, tí so fáa polit-
ikararnir ikki gjørt annað
enn at góðtaka hana. Ane
Kismul heldur, at polit-
ikararnir eiga at taka seg
um reiggj og seta olju-
feløgini upp á pláss.
Miseydnað
átak
Tey seinastu fimm árini
hevur USA latið stjórnini
í Kolombia herútgerð og
aðra hjálp fyri einar 30
milliardir krónur. Hjálpin
er liður í einari semju,
sum stjórnin hjá Bill
Clinton gjørdi við táver-
andi kolombiska forset-
an, Andreas Pastrana, og
sum hevði til endamáls at
hjálpa
kolombiska
stjórnarherinum í bar-
døgunum ímóti teimum
ymsu uppreistrarrørslun-
um og at avmarka tann
stóra rúsevnisflutningin
úr Kolombia til USA.
Nú vísir ein kanning
hjá amerikonsku Kon-
gressini, at hjálpin hevur
ikki gjørt stórvegis mun.
Rætt er tað, at tað eru
færri morð og burturflyt-
ingar í Kolombia nú er
fyrr, men uppreistrar-
rørslurnar eru líka sterk-
ar enn, og rúsevnisflutn-
ingurin til USA er at líka
stórur enn.
Kortini hevur stjórnin
hjá George W. Bush bið-
ið Kongressina um fimm
milliardir krónur afturat
til Kolombia næsta ár, og
tað mesta er ætlað sum
hernaðarhjálp. Men sam-
bært amerikanska sendi-
harranum í Kolombia er
stjórnarherurin ikki førur
fyri at basa uppreistrar-
rørslunum, sjálvt um
hann fær størri stuðul úr
USA.
Krevja fría
fosturtøku
Írskar kvinnur, sum hava
verið í Bretlandi og fing-
ið fosturtøku, fara nú
undir enn eitt átak, sum
skal geva írskum kvinn-
um rætt til fosturtøku í
heimlandinum.
Síðani
1969
hava
kvinnurnar stríðst fyri at
fáa myndugleikarnar at
loyva fosturtøku, og nú
hava tær lagt eina nýggja
ætlan, sum skal fáa polit-
ikararnar at taka undir
við kravinum. Ivona Ba-
cik, sum er professari í
løgfrøði og talskvinna
fyri fríari fosturtøku, sig-
ur við AP, at hesaferð
fara kvinnurnar at skipa
so fyri, at spurningurin
um fría fosturtøku verður
ímillum
høvuðsevnini
upp undir næsta tjóðar-
tingsvalið.
Av tí at tær írsku
kvinnurnar ikki kunnu
fáa fosturtøku í Írlandi,
velja tær at fara til Bret-
lands ístaðin fyri, og hag-
tølini vísa, at árliga fáa
umleið
6.000
írskar
kvinnur fosturtøku har.
Hann vil verða
forsætisráðharri
Verður Framburðsflokk-
urin størsti borgarligi
flokkurin á norska stór-
tingsvalinum í heyst, eig-
ur floksformaðurin, Carl
I. Hagen, at taka við sum
forsætisráðharri.
Tað er í hvussu er ætl-
anin hjá formanninum
sjálvum.
Framburðs-
flokkurin er stuðuls-
flokkur hjá stjórnini hjá
Kjell Magne Bondevik,
men í seinastuni hevur
Hagen fleiri ferðir sagt,
at tíðin hjá Bondevik í
norskum politikki er
farin. Flokkarnir, sum
mynda stjórnina, halda
kortini uppá, at Bondevik
er teirra forsætisráð-
harraevni á valinum í
heyst.
Vónin hjá Carl I. Hag-
en er, at Framburðs-
flokkurin verður størstur
á tí borgarliga vonginum
aftan á valið, ella at
flokkurin í minsta lagi
fær sítt besta val higartil.
Tað merkir, at flokkurin
skal hava meiri enn 15,3
prosent av atkvøðunum.
UTTAN ÚR HEIMI
Heilt óvæntað eru nú
útlit til, at Gerhard
Schröder kann verða
afturvaldur til týskan
kanslara tann 18.
september
TýSKLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Eygleiðarar vóru á einum
máli um, at tað var politiskt
sjálvmorð,
tá
Gerhard
Schröder í summar gjørdi
av at skriva út nýval í úrtíð,
og tær fyrstu meininga-
kanningarnar vístu eisini
týðiliga, at veljararnir fóru
at geva honum og sosial-
demokratiska
flokkinum
ein dyggan frammaná.
Nakrir fáir eygleiðarar
ávaraðu um, at kanslarin
hevur serlig evni til at
menna seg, tá á stendur, og
okkurt bendir á, at hetta er
so. Nú vísa kanningar, at
munurin ímillum sosial-
demokratarnar
og
teir
kristiligu demokratarnar er
minkaður, og stendur hend-
an gongdin við tann næsta
mánaðin, kann tað væl
hugsast, at Schrøder hóast
alt verður sitandi í kansl-
araembætinum.
Sosialdemokratarnir
hava víst á, at kanslara-
evnið hjá teimum kristiligu
demokratunum,
Angela
Mærkel, hevur ikki tær
neyðugu royndirnar ella tað
neyðuga dirvið til at leiða
Týskland. Hesum munnu
teir flestu veljararnir taka
undir við, tí kanningar vísa
greitt, at bleiv kanslarin
valdur beinleiðis, hevði
Schröder vunnið stórt.
Báðir partar hava innan-
hýsis trupulleikar at dragast
við. Schröder er í øðini inn
á tríggjar ráðharrar, sum
hava skotið upp, at sosial-
demokratarnir
og
teir
kristiligu
demokratarnir
eiga at skipa samgongu-
stjórn aftan á valið. Ikki
talan um, sigur kanslarin.
Hansara mótvalevni hevur
eisini sítt at stríðast við.
Eitt nú hevur eitt uppsskot
hjá hennara egnu um at
hækka
meirvirðisgjaldið
fingið veljararnar at venda
flokkinum bakið, og nógvir
eysturtýskarar eru í øðini
um, at valevni hjá kristiligu
demokratunum
geva
kommunismuni í DDR
skyldina av harðskapinum
og kriminalitetinum har
eysturi í landinum.
Sjálv
hevur
Angela
Mærkel ein stóran trupul-
leika. Á sjónvarpsskíggj-
anum hevur hon ongan
møguleika at kappast við
Schröder, og tað hevur
týdning í einum valstríði,
skrivar DPA.
Longu eitt ár undan
atsóknini 11. sep-
tember í 2001 kendu
amerikonsku mynd-
ugleikarnir odda-
mannin hjá flogræn-
arunum
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Um morgunin tann 11.
september í 2001 tóku
eftirlitstólini í floghavnini í
Portland myndir av Mo-
hammed Atta, meðan hann
var á veg í flogfarið, sum
hann seinni stoytti inn í
World Trade Center í New
York.
Nú vísir tað seg, at
amerikonsku myndugleik-
arnir vistu væl, at Mo-
hammed Atta var limur í
yvirgangsfelagsskapinum
al-Qaeda. Í samrøðu við
New York Times avdúka
ein fyrrverandi embætis-
maður hjá CIA og kon-
gresslimurin Curt Weldon,
at CIA var vitandi um, at
Atta og tveir av hinum
flogrænarunum vóru limir í
al-Qaeda.
Sambært teimum báðum
visti CIA longu í 2000, at
Mohammed Atta, Khalid
al-Mindhar og Nawaf al-
Hazmi vóru limir í fe-
lagsskapinum hjá bin Lad-
en, og at teir kundu vera ein
hóttan.
Kortini fekk samveldis-
løgreglan FBI ikki upplýs-
ingarnar um teir tríggjar
fyrr enn á vári í 2001, og
sambært Curt Weldon er
hetta enn eitt tekin um, at at
tær amerikonsku trygdar-
tænasturnar hava ilt við at
samstarva og at lata hvør
aðrari týðandi upplýsingar.
New York Times vísir í
hesum sambandi á, at tann
almenna frágreiðingin um
tað, sum hendi upp undir
tann 11. september í 2001,
sigur ikki eitt orð um, at
nakar amerikanskur mynd-
ugleiki var vitandi um, at
Mohammed Atta og hinir
báðir vóru limir í al-Qaeda.
Schröder kann vinna
Amerikanararnir kendu
Mohammed Atta
Politiskt sjálvmorð, søgdu eygleiðararnir,
tá Gerhard Schröder skrivaði út nýval. Nú
vísir tað seg, at hann kann vinna kortini
Mynd: Reuters
Mohammed Atta. Longu í
2000 vistu amerikanararnir,
at hann var limur í al-Qaeda
Mynd: Reuters