hósdagur 11. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 11. august 2005
9
Flogferðir fyri
ein bíligan
penga
Uppboð: Í gjár og aft-
ur í dag er møguleiki
at fáa ein bíligan
ferðaseðil við Atlants-
flogi á leiðini millum
Føroyar og Edinburgh.
Byrjunarprísurin var
bert 1 kr.
Felagið hevur nevni-
liga skipað fyri einari
uppboðssølu á netin-
um, har ein og hvør
kann bjóða uppá hesar
28 ferðaseðlarnar – 14
hvønn dagin.
Uppboðssølan byrj-
aði í gjáramorgunin kl.
9, tá tann fyrsti ferða-
seðilin varð seldur fyri
635 kr. Hálvan tíma
seinni byrjaði uppboð-
ið uppá tann næsta
seðilin og fór hann fyri
475. Hetta vóru sam-
stundis
hægsti
og
minsti prísur á hesar
ferðaseðlarnar til frá-
ferðina komandi leyg-
ardag.
Beint áðrenn evsta-
mark okkara í gjár kl.
12:30 fór tann eini
ferðaseðilin fyri 575
kr.
Og soleiðis varð
hildið á allan gjár fram
til kl. 16, og soleiðis
verður eisini gjørt í
dag, frá kl. 9 til 16.
sb.
Flest óhapp
millum
kl. 14 og 17
Ferðsla: Eitt yvirlit frá
Landsverki vísir, at
flestu ferðsluóhappini
í fjør á føroysku veg-
unum hendu seinna-
part á degi.
Eftir hesum at døma,
so henda omanfyri 90
ferðsluóhapp millum
kl. 14 og 15, meðan
talið hækkar munandi í
tímanum millum kl. 16
og 17, tá nærum 100
ferðsluóhapp eru íalt,
bæði tá talan er um
landsvegir og kommu-
nalar vegir.
Yvirlitið vísir eisini,
at eitt rættiliga stórt tal
av
ferðsluóhappum
henda millum kl. 11 og
12, meðan eitt lutvíst
lítið tal av ferðslu-
óhappum henda um
morgunin, tá fólk fer
til arbeiðis og børn í
skúla.
Sambært
hesum
hendu
einans
15
ferðsluóhapp í hesum
tímanum,
tá
bæði
vaksin og børn flest
fara frá húsum.
sb.
Limirnir í fríkirkjuni
Oasan í Hoyvík síggja
við spenningi fram til
leygardagin 27.
august, tá kirkju-
bygningur teirra
verður vígdur. Mill-
um luttakararnar er
Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharri
og gestir úr Noregi og
Íslandi
SAMKOMUR
Snorri Brend
Hoyvík:
Eftir at hava
húsast á ymiskum støðum
seinastu árini, kann frí-
kirkjan Oasan nú síggja
fram til dagin, tá tey kunnu
taka sín egna kirkjubygning
alment í nýtslu.
Fyri limirnar í samkom-
uni verður tískil leygar-
dagurin 27. august ein heilt
serstakur dagur.
Henda
dagin
verður
nýggi
bygningur
teirra
nevniliga vígdur. Og nú
kunnu tey álvara fara til
brots við missiónsarbeiði
sínum innanveggja og aðra-
staðir við.
Í samband við hesa vígsl-
una fara fyristøðumaðurin,
Jóni Johannesen og menta-
málaráðharrin, Jógvan á
Lakjuni at tala, eins og
nógvur sangur er á skránni.
- Vit eru sera fegin um
henda nýggja og góða
bygningin, vit hava fingið.
Vónandi verður hann til
signing fyri mong menn-
iskju, sigur Jóni Johanne-
sen.
Kirkjan sjálv er longu í
brúki til gudstænastur, møt-
ir og til barna- og ung-
dómsarbeiðið. Fyrsta møtið
varð hildið her sunnudagin
5. juni, men ikki fyrrenn nú
verður kirkjan altso vígd.
Umfatandi skrá
Skráin fyri vígsluna av
bygninginum er løgd og
sær sera spennandi út. Um-
framt luttøku úr Føroyum
koma eisini kend fólk úr
Noreg og Íslandi at taka lut.
Vígsluhátíðin byrjar hós-
kvøldið 25. august, tá ung-
dómsmøti verður. Fríggja-
kvøldið verður stór gospel-
konsert fyriskipað, har ein
vendur sær bæði til tey
eldru og til tey yngru.
Við hesa konsertina fer
Finnur Hansen at syngja,
umframt bólkin Proclaim
og
gospelkórið
United
Voices.
Sjálv
vígslan
verður
leygardagin kl. 15, tá ein
vígslugudstænasta verður á
skránni har fyristøðumað-
urin og mentamálaráð-harr-
in fara at tala.
Við hetta høvið fara
eisini Torbjørn, Annika,
Sigrið og onnur at syngja,
eins og dansibólkurin Salt-
ið hevur eina framførslu.
Eftir vígsluna verður
kirkjan víst fram, og um
kvøldið verður so møtið við
tí eina útlendska gestinum.
Tá fer nevniliga kendi Før-
oya-vinurin, Eivind Frøen
úr Noregi at tala og ein
manstrio úr Soli Deo Gloria
í Klaksvík at syngja.
Sunnudagin 28. august
verður so fyrst gudstænasta
kl. 11, har Fridrik Schramm
úr Íslendsku Kristskirkjuni
talar og Ester, Jannet og
onnur syngja.
Seinnapartin er sunnu-
dagsskúli á skránni, har
m.a. Absalon Áargarð og
familja hansara luttaka.
Um kvøldið verður so
aftur evangeliskt møti við
Eivind Frøen, har Torbjørn,
Annika, Sigrið og onnur
syngja. Aftaná hetta møtið
verður nátturði.
Omanfyri 500 fólk
Nú samkoman hevur fingið
góð og rúmlig høli til virk-
semið sítt, er ein faldari í
gerð, har virksemið í og út
frá samkomuni skal lýsast.
Hesin faldarin verður
ætlandi prentaður í eini
4.000 eintøkum, og skal
m.a. berast út í øll húsar-
haldini í Hoyvík og helst
aðrastaðni við.
Í tí stóra møtisalinum
verður mett at eini 400 fólk
kunnu sita. Í einum lítlum
sali, sum skal avskildrast
við faldiveggi, kunnu væl
omanfyri 100 fólk sita.
Her er eisini ein nútíðar
køkur, og tí ber til hjá
samkomuni sjálvari at hava
møtir og temadagar í tí eina
salinum, meðan ein etur
máltíðirnar í hinum.
Ein ljós og rúmlig oasa
í høvuðsstaðnum
Vítt er til loft og veggja í Fríkirkjuni Oasan í Hoyvík. Eftir at virksemið so smátt er byrjað, verður nú av álvara lagt til brots eftir vígsluna 27. august
Mynd: Álvur Haraldsen
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo