Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 150 - 11. august 2005 Tað er í tøkum tíma, at oddamenninir í grønlendsk- um og føroyskum politikki hava ásannað, at sam- starvið millum Grønland og Føroyar eigur at verða útbygt og ment. Sum støðan er í løtuni, er sam- starvið á lágum blussi. Hetta er bæði løgið og harmi- ligt. Hvat er meira upplagt og sjálvsagt enn, at grøn- lendingar og føroyingar samstarva. Bæði lond hava nógv til felags. Vit hava eina drúgva felags søgu og verið undir donskum yvirvaldi í øldir. Vit liva, sum grønlendski landstýrisformaðurin vísti á í Leynum, av havinum og tí sum kemur úr havinum. Vit tilskila okkum rætt til burðardygga nýtslu av havsins livandi ríkidømi, og vit fara eftir øllum at døma skjótt undir framleiðslu av kolvetni úr havbotninum. Báðar tjóðir eru undir sera stórum trýsti frá alheims- gerð og globalisering. Sterkar altjóða megir fara at royna at trýsta okkum inn í leiklutin sum útvegarar av ráevnum, t. d. fiski, meðan sjálv virðisøkingin skal fara fram í fjarskotnum londum. Okkara mál og mentan eru somuleiðis undir stórum trýsti frá al- heimsgerð og globalisering. Her eru bert tveir val- kostir: annar er at lata til standa - hin er at hava mál og strategiir fyri framtíðarinnar avbjóðingar. Her kunnu vit læra nógv av frændum okkara íslending- um. Teir sóu sum teir fyrstu norðbúgvarnir tey tekin í sól og mána, sum boðaðu frá, at alheimsgerðin var á veg. Tí vórðu teir ikki tiknir á bóli, men vóru teir tvørturímóti vælbrynjaðir til hesa ómetaliga stóru avbjóðingina. Grønland og Føroyar eru nústani raknað við og eru so smátt farin at ressast. Tað er sjálvsagt, at hvørt land sær má loysa sínar egnu trupulleikar og finna sínar egnu strategiir fyri framtíðina. Men eitt er vist, at ein partur av hesum strategium er meira og tættari samstarv millum Grønland og Føroyar. Vit eiga sjálvsagt eisini at menna samstarvið í Útnorði. Ein fortreyt fyri hesum er eisini, at samstarvið millum báðar útnorðurstjóðirnar verður økt og støðugt ment. Grønlenski landstýrisformaðurin, Hans Enok- sen, boðaði á Leynafundinum frá, at Grønland er sinnað at økja og menna samstarvið. Hetta er eitt sera positivt og gott tekin, sum vit mugu taka í størsta álvara. Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt. Samstarvið millum Føroyar og Grønland kann koma at ríka báðar tjóðir á øllum økjum og kann koma at gerast ein styrki fyri tjóðirnar í meldrinum frá alheimsgerðini. DAGSINS MEINING Sosialurin Samstarv í tøkum tíma VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jákup Páll M. Mortensen & Heri Simonsen Orsaka at vit órógva teg meðan tú ert í summarferiu í Fámjin, Kaj Leo! Men tað er ein spurningur, sum brennur okkum í barmi, sum vit bara mugu spyrja teg um? Noreg og Sveis eru rík- astu lond í Evropa, tey eru millum tey 5 ríkastu londini í heiminum. Hvørja høvuð- rokning brúkar tú, tá tú kallar EFTA-londini: Nor- eg og Sveis, umframt bú- skaparliga frambrótandi landið, Ísland, og ríka pinkulandið: Liktinstein fyri: »4. Divisjón«?? Eru Noreg og Sveis »4. Divisjón«, Kaj Leo?? Kristian Joensen Frá tí eg havi verið barn og kanska langt áðrenn tað eisini, hevur tað altíð verið ein kampur um Havnina og Klaksvíkina, sjálvandi hev- ur stórsti dysturin staðið millum feløgini bæði KÍ og HB. Havnin hevur alla mína tíð kunna reypað av at verða tann størra, tann ið hevur nakað at bjóða fólki, meðan vit hava ligið undir á tí økinum, hava vit altíð kunna reypað av, at vit hava verið lokalir sum eingin annar, vit hava eitt lokal- blað sum eingin annar í landinum hevur, og kær- leikan til okkara by, til tey feløg sum í hesum byi eru. Men sjálvt um vit hava verið lokalir, so hava vit al- tíð fylgt væl við hvat tað er ið rørir seg aðrastaðnis í landinum. Persónliga trúgvi eg, at fyri uttan tey bløð, ið Dimma selir í Norðoyggjum, hevði hon ikki yvirlivað øll tey ár hon hevur. Vit Klaksvíksingar hava verið trúðfastir móti Dimmu og skuffaði tað okkum, tá Dimma herfyri gjørdi ALT fyri at finna feilir í okkara elskaða ítróttarfelag KÍ. Men sum teir flestu norðoyingar hugsaði eg, »at okkurt mátti tey hava at skriva um har suðri«. Ein tíð gekk, so kom steypafinalan hja ungling- unum millum KÍ og NSÍ, og aftur har bleiv galið, Dimma byrjaði at spilla okkara unglingar út fyri bæði eitt og annað, greinin var so negativ, at eg øtaðist við tá eg las hana, men hugsaði mítt, at um hattar var í einum havnafelag, so hevði Dimma ikki skriva soleiðis. Men nokk um hattar, grundin til at eg skrivi hett- ar lesarabræv er alt tað, ið Dimma skrivaði um Summarfestivalin í ár. Tit har suðri hava ólavsøku- konsertina og hana skulu tit verða stoltir av, men fyri tað um tit eru stoltir av tykkara tiltaki, so skulu tit ikki leypa á okkara tiltak bara tí tað er tað størsta í landinum og so kanska eis- ini tað besta. 8000 fólk bæði ung og gomul vóru á Vágsbøi og hugnaðu sær, nøkur gleddu seg til at hoyra heimsstjørn- urnar, ið her vóru, meðan onnur gleddu seg til Trølla Pætur, Hanus, Science Fict- ion, Popcorn, Dynamit og annað. Tað sum øll høvdu til felags var spenningurin at hoyra tann fantastiska tónleikin, tey allarflestu vóru í góðum hýri, deiligt at síggja so nógv glað fólk samlað á einum staði. Festivalurin byrjaði fríggjadagin og var nógv rættiliga forkunnugt á skránni, og felags fyri allar bólkarnir og einstaklingar- nir var, at teir gleddu nøkur fólk, sjálvandi kunnu vit siga, at »mær dámar ikki tann og tann bólkin«, men onkur annar ger. Hevði fríggjadagurin nógv at bjóða, so hevði leygardag- urin ikki minni at bjóða. Har vóru nógv tiltøk bæði til børn og vaksin, heims- stjørnur, lokalarstjørnur, góður matur var til keyps, alt var perfekt, sjálvt konu- fólkini sum í mong ár hava grenjað um, at tær ikki sleppa at pissa úti, tað sluppu tær. Dagurin var reint sagt næstan perfekt, tað einasta, ið kanska ikki riggaði so væl, var at nakrir fáir regndropar komu niður á blaðskrivaran hja Dimmu, men halló tú!! vit búgva í Føroyum, og her er veðrið ikki altíð sum man vil hava tað. Festivalurin endaði við at Dynamit hevði sína lívs framførslu, øll tey kanska 5000 fólkini ið vóru eftir á vágsbøi tá frøddust um at hoyra okkara svar upp á Shu-bi-dua fyri seinastu ferð, og 4999 av teimum 5000 fóru nøgd víðari eftir framførsluna, tað var líka blaðmaðurin á Dimmu, ið hevði fingið ilt í reyvina av onkrum, kanska var tað sama fyribrigdi sum mill- um HB og KÍ, kanska vildi hann hava havt ein havna- bólk at gera tað líka gott sum Klaksvíksingarnir í Dynamit, eg veit ikki hvat og hvussu, men so skuldi hann endiliga skriva eina so ljóta og negativa grein um tað kanska mest positiva tiltaki í árinum. Eg haldi, at Dimma skuldi tikið seg saman og verið eitt landsblað og ikki eitt lokalblað í Havn, latið okkum sum ikki sita við penninum í hondini skraða okkum, um Havnin er betur enn Klaksvíkin. Tað at eitt landsdekkani blað skal fara at blanda seg upp í hattar óskildiga lokalklandrið millum Havnina og Klaks- víkina er totalt langt úti. Festivalurin hevði meir JA síður enn NEI síður, út frá Dimmu'sa síðu, so vóru NEI síðurnar ov nógvar. Fyrireikara og onnur, ið stóðu festivalinum nær. Takk fyri eitt framúr tiltak, eitt tiltak, ið Havnin ongan- tíð kann matcha, eitt tiltak, ið bert Klaksvíksingar og ja eisini Gøtufólk kunnu klára. Við vón um góðan summarfestival 2006. Dimma eitt lokalblað í Tórshavn?