hósdagur 11. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 11. august 2005
11
VIÐMERKINGAR
Bárður Persson
Aftur og aftur undrar tað
meg, at Tjóveldisflokkurin,
við Høgna á odda, so siði-
liga og sakliga megnar at
standa ímóti dagligu álop-
unum frá einari hatursspilt-
ari samgongu, ið einans
hevur ein vilja nevnliga at
knúska siðiliga og sakliga
fullveldisarbeiðið. Einari
samgongu av trimum alt-
køvandi flokkum, ið einans
megna at byggja sín poli-
tikk á afturvendandi breyð-
politik og panikkenda í-
egnan-lumma-spekulatión.
Og undir viðgerðini av
ólavsøkurøðuni vísti hend-
an samgongan enn einaferð
sítt sanna andlit. Ferð aftan
á ferð varð politiska kjakið
á mest primitivan hátt knúl-
vað niður á lægsta punkt,
hvørja ferð ein veruligur
glotti var at hóma.
Teir veruligu visiónirnar,
ið bóru síni hjartamál fram
á seriøsan hátt, vórðu ferð
aftan á ferð fullkomiliga
niðurgjørdar og úttalilsi
teirra feiaði burtur við hjálp
av innantómum og lygna-
snikkaðum álopum - og
hetta so sjónligt, at tann, ið
bert hevur eitt lítið vet av
ánilsi av, hvar føroyskur
politikkur »flýtur« í løtuni,
alt fyri eitt hevur gjøgnum-
skáðað tað, hendan sam-
gongan veruliga vil, - nevn-
liga at avvisiónera allar før-
oyingar, og gera Føroya-
land til eitt nissuland, sum
til eina og hvørja tíð kann
neyðtakast úti á handils-,
vinnu- og uttanríkispolit-
iska víðvøllinum.
Og hvussu síggja so
byggisteinarnir út, sum
hendan fyri-ein-og-hvønn-
prís-samda samgongan er
bygd á.
Eitt sindur um
teir tríggjar
Sambandsflokkurin:
Ein
útdoyggjandi og hjalpar-
leysur
dinosaurus,
ið
kennir tað sum eina marru
at fara nýggjar leiðir og
eina ódygd at seta seg inn í
politisk mál, og útfrá
hesum grundstøði taka
veruliga ábyrgd.
Fólkaflokkurin: Ein libe-
ral-kommunistiskur
svansiflokkur við skítfull-
ari last av svansi, ið ger, at
teir í eini og hvørjari
SVANSIstøðu kenna seg
noyddir at halda hondina
hvør yvir øðrum, hvussu
svansut politiska talvið so
enn er.
Og at enda einum neyð-
tiknum hvørkikyni av ein-
um hugsjónarfalleraðum
javnaðarflokki, ið alt meir
og meir letur seg selja til
tann »sterkasta«, og alt
meir og meir missir sam-
bandið við tann veika í
samfelagnum - ikki minst
»óupplýsta« verkamannin.
Men góðu »sokallaðu«
javnaðarpolitikkarar minn-
ist til, at tað eru hansara
hartvunnu skattakrónur, ið
gjalda tykkara feitu og til
tíðir
onki
afturgevandi
elitulønir.
Og her at enda til
Høgna og hini
Enn eru vit í øllum førum
nøkur, sum dagliga fylgja
við og væl duga at skilja
perlurnar
frá
svínun-
um.Verið stinn og haldið
áfram.
Undirtøkan
til
flokkin er alsamt vaksandi
millum tey ungu, og tað er
her framtíðin liggur.
Við vón um framtíð
bygda á rugbreyðspolitikk
og egið tilfeingið - og hetta
í seinasta lagið í ár 2015.
Vit eru nøkur, sum enn fylgja við
Høgni Hoydal
Fyrst av øllum vil eg takka
Edmundi Joensen, løg-
tingsformanni, fyri, at hann
váttar tær staðfestingar, ið
eg gjørdi í einum lesara-
brævi herfyri. Edmund
Joensen váttar, at hann
sjálvur var við til at leggja
uppskotið um tingmanna-
lønir fram í 1999, og at
hann síðani av populistisk-
um orsøkum valdi at at-
kvøða nei, tá hann var vísur
í, at uppskotið fekk meiri-
luta. Somuleiðis váttar
hann, at fullveldislands-
stýrið hevði ongan lut í hes-
um uppskoti, soleiðis sum
eg vísti á, at hann hevði
sagt ósatt um.
Eisini fari eg at takka
Edmundi Joensen fyri, at
hann prógvar, hvussu lágt
vit ríða í føroyskum poli-
tikki við sjálvum løgtings-
formanninum á odda. Tað
var hetta, sum grein mín
snúði seg um.
Løgtingsformaðurin hev-
ur av ókendum orsøkum
valt at leypa á vanligar
borgarar í hesum landi, sum
tora at siga sína hugsan al-
ment. Hann hevur sett
spjaldur á teir sum "full-
veldisýlarar" og lagt teir
undir at hava svárar sjúkur.
Hann hevur givið hesum
fólkum skyldina fyri, at
tingmannalønirnar hækk-
aðu. Hartil hevur hann gjørt
gjøldur burturúr eini av
ringastu náttúruvanlukkum
í heiminum - tsunamiflóð-
alduni - í sínum royndum at
háða fólk, ið taka lut í al-
menna orðaskiftinum.
Løgtingsformaðurin
undir gáttina
Í míni grein helt eg, at løg-
tingsformaðurin við hesum
lækkaði tingsins tign mill-
um fólk. Eg síggi nú, at eg
tók ov varliga til. Ikki bara
lækkar gáttin. Løgtingsfor-
maðurin fer undir gáttina í
sínum aftursvari til mín.
Edmund Joensen vil nú
vera við, at tað er hann sum
er álopin - hóast tað var
hann, ið legði eftir hampa-
fólki, ið høvdu sagt sína
hugsan um politiskar rað-
festingar. Hann vil nú vera
við, at tey skilafólkini, ið
hava skrivað um politiskar
raðfestingar "eru úti eftir
honum" og at onkur hevur
sent tey eftir honum.
Og so megnar løgtings-
formaðurin enn einaferð at
brúka tann standard, sum
vit kenna úr skúlagarði-
num: Tá ið onkur hevur tapt
eitt orðaskifti, so leggur
hann bara eftir onkrum øðr-
um óviðkomandi máli og
sigur: Beiggi tín er býttur!"
Ella: "Mamma tín er ljót!"
ella okkurt tílíkt, sum onki
hevur við málið at gera.
Edmund Joensen brúkar
nú tað, at eg havi gjørt mítt
arbeiði á fólkatingi. At eg
havi sett fyrispurningar til
ríkisumboðsmannin. Og at
eg havi mótmælt teimum
ómegdarlógum, ið Løgting-
ið skrumblaði ígjøgnum.
Hetta brúkar hann í einum
orðaskifti, sum snúði seg
um, at løgtingsformaðurin
hevur lopið á nakarar sak-
leysar borgarar og hevur
lagt teir undir sínar egnu
gerðir.
Aðrar hugsanir skulu
burturbeinast
Ja, hvat skal mann siga?
Løgtingsformaðurin
er
valdur at umboða alt tingið
og hann varð enntá valdur
við atkvøðum frá andstøð-
uni.
Nú er hann fremsti tals-
maður at siga alment, at eg
havi ikki rætt at gera mítt
arbeiði sum tjóðveldisting-
maður og fólkatingsmaður
við at seta fyrispurningar,
leggja uppskotfram og føra
tjóðveldispolitikk. Og hann
spyr: Hvat verður tað
næsta?
So vita vit tað, at ting-
fólk, ið hava aðra hugsan,
enn
Edmund
Joensen,
skulu ikki gera sítt arbeiði,
men binda frið og tiga.
Og øll sum tora at finnast
at sambandssamgonguni og
hennara politikki, verða
skírd "fullveldisýlarar" og
fáa skyldina fyri alt, sum
Edmund Joensen roynir at
kasta Tjóðveldisflokkinum
fyri.
Sanniliga er støðið høgt i
føroyskum politikki, og
løgtingsformaðurin stendur
sum ein lýsandi fyrimynd
fyri, hvussu vit skulu ganga
undan at fáa fólk at hava
áhuga fyri politikki. Men
man endamálið ikki vera
tað øvugta?
Ein stór tøkk til Edmund Joensen
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, og
danski skattamála-
ráðharrin hava í dag
undirskrivað eina
protokoll til norð-
urlendsku dupult-
skattaavtaluna. Í
stuttum merkir tað,
at hýrur goldnar eftir
FAS- og DIS-skipan-
unum verða skattliga
javnsettar. Landsstýr-
ismaðurin hevur eis-
ini boðað frá, at Før-
oyar eru til reiðar at
gerast partur av dup-
ultskattaavtalum
Danmarkar við Hol-
land og Italia
SKATTAMÁL
Tíðindaskriv frá
Fíggjarmálaráðnum
Tey sum arbeiða á skipum
skrásett í føroysku Altjóða
Skipaskrásetingini (FAS)
og Dansk Internationalt
Skribsregister (DIS), verða
frameftir sett javnt skatt-
liga. Tað er greitt, eftir at
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum, Bárður Nielsen,
og danski skattamálaráð-
harrin, Kristian Jensen,
hava
undirskrivað
eina
protokoll til norðurlendsku
dupultskattaavtaluna.
Undirskrivingin fór fram á
einum fundi í Fíggjarmála-
ráðnum á Argjum í dag.
Ein dupultskattasáttmáli
frá 1986, ið sleppir borgar-
um undan dupultskatti, er
galdandi millum Norður-
lond. Føroyar eru fevndar
av sáttmálanum. Protokoll-
in, ið varð undirskrivað í
dag, er eitt ískoyti til norð-
urlendska sáttmálan, og
skal bert galda millum Før-
oyar og Danmark.
Higartil hava inntøkur
hjá føroyingum í starvi um-
borð á skipum, ið eru skrá-
sett í DIS, verið undantikn-
ar skatti í Føroyum, meðan
inntøkur hjá dønum um-
borð á skipum, sum eru
skrásett í FAS, hava verið
skattaðar í Danmark
Á fundinum í dag vórðu
eisini spurningar viðgjørdir
í samband við at útvega
Føroyum dupultskattaav-
talur við onnur lond. Bárð-
ur Nielsen boðaði Kristian
Jensen frá, at Føroyar nú
eru til reiðar at gerast part-
ur av dupultskattaavtalum
Danmarkar við Holland og
Italia. Kristian Jensen lov-
aði at gera sítt til at hesar
avtalur kundu verða av-
greiddar skjótt.
Arbeitt verður í løtuni við
at fáa Føroyum lut í avtal-
unum, Danmark hevur við
Týskland og Frakland.
Eisini lovaði Kristian
Jensen at virka fyri, at Før-
oyar kunnu verða fevndar
av OECD-hjálparavtaluni,
sum ger tað møguligt hjá
føroyska skattavaldinum at
kanna ivamál og spurningar
í øðrum londum.
"Dupultskattavtalur við
onnur lond eru týðandi tátt-
ur í arbeiði okkara at standa
okkum í altjóðargerðini og
soleiðis eisini at røkka
teimum málum, landsstýrið
setir sær við "Visión 2015",
sigur
Bárður
Nielsen,
landsstýrismaður.
Dupultskattaavtalur hava
tvey
høvuðsendamál.
Í
fyrsta
lagi
skulu
tær
tryggja, at borgarar og fyri-
tøkur ikki gjalda dupultan
skatt, tá arbeitt verður í
tveimum
londum.
Hitt
endamálið er, at borgarar
og fyritøkur hava fulla
greiðu á skattligu avleið-
ingunum, tá tey taka avgerð
um at fara undir virksemi í
øðrum landi.
Ráðharrar undirskrivað skjal um dupultskattaavtalu