Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 150 - 11. august 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 90 ára føðingardagur Hósdagin 11. august verður Anna Hansen, Norðra- gøta, 90 ár. Dagurin verður hildin heima hjá ommudótturini Maluni. 75 ára føðingardagur Í morgin, 12. August, verður Martha í Geilini, Hvalba, 75 ár. Høvi verður at vitja Marthu frá kl 15.00 til kl 18.00. Kunngjørt verður, at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Lorry Jacob Mohr Feilberg ættaður úr Fuglafirði andaðist í Keypmannahvn 5. august, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni í Kgs. Lyngby 12. august kl. 14. Bibi og børnini Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Magnus E. Jacobsen á Sýnuni andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Tøkk til røktarfólkini á Eysturoyar Ellis-og Røktarheimi og heimahjálpirnar. Blíðar heilsanir Maria, Páll, Katrin, Lena, Jón og Kári Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gjørdu mær 85 ára dagin í Hamrabyrgi so hugnaligan. Takk fyri góðan mat og sangir, og takk til tykkum, sum ringdu og sendu mær heilsanir á annan hátt. Gud signi tykkum øll. Signhild oman Tún Froðba Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi og verfaðir okkara Tummas Vilhelm Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til øll, sum hjálptu. Vegna familjuna, Margreta, Jens og Odda Dagurin 11. august. Hermann. Einki kent halgimansnavn, men er komið upp í álmannakkan í staðin fyri Tiburtius. Navnið er týkst og merkir hermaður. Tøkk Øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt gleddu meg og gjørdu mær 75 ára dagin 2. juli so hugnaligan, takki eg hjartaliga. Blíðar heilsanir Karl Samuelsen Kollafjørður