hósdagur 11. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tann 5. august 2005 vóru
40 ár liðin síðan Símun
Waag Høgnesen í Klaksvík
tók prógv sum koyrilærari í
1965.
Símun hevði framman-
undan, sum so mangir aðr-
ir, virkað sum koyrilærari
uttan prógv, men nú settu
myndugleikarnir krav um
prógv, til teir sum ynsktu at
halda fram.
Hann var tann fyrsti, sum
fekk prógv til bæði persón-
bil og motorsúkklu, og
virkar hann framvegis sum
koyrilærari, tó serliga til
motorsúkklu. Til koyri-
lærararoyndina hjá Símuni
sat Jógvan Sundstein við
rattið sum næmingur.
Tveir synir hjá Símuni
eru í dag koyrilærarar,
Manni og Ólavur.
Nr. 150 - 11. august 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í 1944 byrjaði Óli Arge
(Buss Óli) við eini bussleið
í Havn. Fýra tey fyrstu árini
koyrdi hann við einum
lastbili, sum teir báðir
Victor Carlsen og George
Eklund bygdu um til buss. Í
1948 fær Óli ein annan
Bedford buss úr Onglandi
við sitiplássum til 32 ferð-
andi.
Nevnast kann, at Óli
Arge var tann fyrsti, sum
byrjaði rutukoyring við
bussi í Havn.
Á myndini eru gamla
telefonstøðin og løgtings-
húsið, ið nú eru saman-
bygd.
Oyggin á vegnum, ið her
ikki er heilt liðug, varð
gjørd, eftir at lok varð lagt á
Havnará í 1957, og bleivn
hon tikin burtur aftur í
1969. Eitt tíðarskeið stóð
jólatræið, sum annars hevur
staðið á Tingúsvøllinum
síðan 1934, á hesi oynni.
Um onkur av lesarum
okkara hevur okkurt at
viðmerkja í samband við
hesar myndirnar, eru hann
ella hon vælkomin at seta
seg í samband við Birgar
Johannessen
á
telefon
314647 ella 214647.
Havnar leksikon:
Óli Arge fyrstur við rutukoyring við bussi
Símun Waag Høgnesen, Klaksvík:
Koyrilærari í 40 ár
5. august 2005 vóru 40 ár liðin síðan Símun Waag Høgnesen í Klaksvík tók prógv sum koyrilærari
Skúlavognur hjá Símuni Waag Høgnesen, Ford Taunus 12 m
frá 1966
Óli Arge (1897-1965)
Myndaeigari:
Føroya Forn-
minnissavn