hósdagur 11. august 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Seinasti festivalurin hetta summarið gjørdist eisini størsta tónleikatiltak í
Føroyum nakrantíð. Heili 8000 túsund fólk lótu regn verða regn og fóru á
Summarfestival í Klaksvík, har tey flokkaðust saman frammanfyri teimum trimum
stóru pallunum. Og gjørdist onkur løta ov vát, var altíð okkurt telt í nánd, har tú
kundi fáa tær ein heitan bita og onkrum drekkandi afturvið.
Tónleikaliga ber illa til at ímynda sær, at øll ikki funnu okkurt, sum júst teimum
dámdi væl. Tónarnir av pallunum fevndu líka frá tungastu rockrútmum til
vakrasta fólkasang frá ymsum heraðshornum í heiminum. Eisini børnini sluppu
meir enn vanligt hesar dagarnar, tí foreldrini og øll hini bara vóru í góðum lag.
Sjálvt hart kroystu vaktarmennirnir á ferjuleguni dugdu væl at fáa eyga á tað
stuttiliga, tá ferðsluruðuleikin var av tí ringasta.
Ógjørligt er at finna eina mynd, sum lýsir Summarfestivalin 2005 best, so vit lata
myndirnar tosa fyri seg sjálvar ...
Summarfestivalurin í myndum:
Størsta tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð