hósdagur 11. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 150 - 11. august 2005
Ansni hevði tað heldur ótakksomu uppgávu at
halda skil á longu røðunum av bilum og stóru
fólkamongdunum, sum skuldu flytast yvir um
Leirvíksfjørð á Summarfestivalinum. John
Vilhelmsen á Ansni sigur, at teir vóru greiðir
yvir, at nógv ferðsla fór at verða, men tað kom
óvart á, at trýtstið gjørdist so ógvusligt. Tí
noyddust teir eisini skjótt at taka onkrar minni
væl umtóktar avgerðir.
Onkur undraði seg til dømis yvir, hví fólk
við barnavognum sluppu umborð, áðrenn hini
ferðafólkini.
- Tað gjørdu vit heilt einfalt av trygdarávum,
tí á fyrstu túrunum av Leirvík vóru fleiri
kvinnur við barnavognum kroystar í stóru
mannamúgvunum, sigur John.
Ikki so fáir bilførarar í Klaksvík fingu sær
ein hvøkk, tá teir funnu út av, at bilurin var
farin aftast í røðina, hóast hann varð settur á
ferjuleguna kvøldið fyri.
Tá fólk seta bilarnar kvøldið fyri, verður tað
ógjørligt at halda skil á røðunum í eini støðu,
sum á Summarfestivalinum. Frá Klaksvíkar
Havn fingu við tí ræðisrætt yvir keiøkinum, og
skipaðu tað í aðrar bíðirøðir, enn vanligt, sigur
John.
At tað ikki altíð loysir seg líka væl at troka
seg fram, heldur John hesa hendingina frá
leygarkvøldinum lýsa sera væl. Ein rættiliga
fullur maður bardi seg fyrst ígjøgnum
gyrðingar kom síðani í klammarí við eina vakt
fyri at sleppa umborð á Dúgvuna. Tað eydn-
aðis eisini, men umborð datt hann av á
vesinum, og raknaði ikki við aftur fyrr enn
Dúgvan var aftur á Klaksvík. Túrurin til
Lervíkar kom sostatt at taka framfýsna
garpinum út við tveir tímar!
Hóast uppgávan á Summarfestivalinum ikki
var tann størsta, Ansni hevur havt, gjørdi
vánaliga veðrið júst hesa uppgávuna heldur
strævna.
- Tá tú skalt boða frá, at nu sleppa ikki fleiri
umborð, og tað framvegis standa meir enn 300
fólk eftir í oysregni, er tað væl skilligt, at
onkur verður firtin. So jú, vi fingu nakrar
skolur í vikuskiftinum, men tað má man duga
at taka í einum starvi, sum hesum, sigur John.
ave
Ansni:
Trýstið óvæntað ógvusligt